SKRIVSTOVANSkrivstovan hjá MFS hevur, síðan hon flutti til Føroya, havt bústað í Tórshavn. Vit húsast í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum á Søgu- og samfelagsdeildini, J. Broncks gøta 25, 4. hædd. Hóast tað mesta samskiftið í hesum døgum í stór an mun fer fram umvegis alnetið og telefon, ynskja vit at hava eina skrivstovu, sum gevur okk um møgu-leika at vera har, sum tey lesandi eru, og á tann hátt vera við til at skapa og luttaka í lestrar umhvørvinum í Føroyum. Aftrat hesum er eisini hugnaligt, tá lesandi koma ein túr framvið við spurn ingum ella bara fyri at fáa eitt gott prát. MFS-TILFAR Á NETINUMHeimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíðindum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari. Har aftur at liggja myndir frá tiltøkum eins og sjón-bond, plakatir, bløðini „Fjølnir“ og „Pisan“, sam-bands møguleikar og mangt annað. FACEBOOKMFS er eisini at finna á Facebook, har vit m.a. lýsa við tiltøkum, størvum og leggja tíðindi og annað viðkomandi tilfar út. Vit eita MFS á Facebook-síðu okkara, so far inn og dáma okkum. Vit vilja eisini fegin hoyra tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og onnur viðkomandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi. Hava tit spurningar um eitthvørt, so kunnu tit senda okkum eini boð á Facebook ella á teldupost: mfs@mfs.fo.Leinki: www.facebook.com/MFStudentaINSTAGRAMMFS hevur ein vanga á Instagram, har møguleiki er at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Hvørja viku er tað ein lesandi, sum í myndum og orðum greiðir frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir vanganum hjá MFS á Instagram, hevur tú møguleika at síggja, hvat tey ymisku føroysku lesandi takast við. Vangin hjá MFS á instagram eitur: MFStudenta.FJØLNIR2019UPPLAG:1500ÁBYRGDARFÓLK:Borgný Súsonnudóttir HansenElsa Jónsdóttir JohansenHelena Fríða JørmundssonTerji BederTummas Janussarson DanielsenTurið Jónleyg JohannesenLÝSINGAR:Borgný Súsonnudóttir HansenSNIÐ OG UPPSETAN:Fríðbjartur Miðbergmidberg.comRÆTTLESTUR:Katrin Dahl HanussonFORSÍÐA:Rannvá JoensenInstagram: rannvajoensenPRENT:FøroyaprentÚTGEVARI:Meginfelag Føroyskra StudentaLEINKJUR: Facebook: www.facebook.com/MFStudenta Instagram: MFStudenta Heimasíða: www.mfs.fo Teldupostur: mfs@mfs.foBlaðið er einans upplýsandi. Tað kunnu vera broytingar komnar, síðan blaðið varð útgivið. MFS frátekur sær tí alla ábyrgd fyri skeivar upplýsingar. Hitt okkum
6 Forkvinnufrágreiðing 2019: Góðska á breddan!MFS 10 Hvat er MFS? 12 Keypmannahavnarnevndin 14 Ráðið hjá MFS 15 Óstøðug fígging = eitt óstøðugt Setur 16 Tiltøk hjá Keypmannahavnarnevndini 2018 20 Lestrargongan 2018 22 Skjótast vaksandi lestrarbýurin fyri føroyingar!ESG 26 Five years of a united students’ voice 28 Skil Bologna – og hví hevur tað týdning? 30 Hvussu byrjar man uppá góðskutrygging?Løgtingsval 36 Lesandi kunnu avgera valið 40 MFS: Vilja lætta um valtilgongdina 42 Hvat halda ungmannafeløgini um hægri útbúgvingarpolitik? 43 A – HUXA 44 B – Ungmannafelagið Samband 45 C – Sosialistisk Ung 46 D – Ungt Sjálvstýri 47 E – Unga Tjóðveldið 48 F – Framsøkin ung 49 H – Ung fyri Miðflokkin 50 Skráseting til Løgtingsval 51 UmsóknarblaðTemaSálarfrøði: 56 Eingin sálarfrøðilig hjálp til lesandi á Fróðskaparsetrinum 58 StrongdLesisalar/umhvørvi: 62 Hví er tað gott at hava eitt gott stað at lesa?Álastevna: 66 Álastevna 2018Lestrarlív 72 A-kassi – hví skal eg melda meg inn? 73 Jobmatch 74 EN-DI-LIGA? Tá tú verður liðug at lesa 76 Gakk fyrstu stigini á granskaraleiðini 78 At lesa í Moskva 80 Heilsuverkið má raðfestast 82 Til mállæru í Jordan 84 Skiftislestur 86 Uttanlands: Finn títt felag 88 Føroyafrádráttur26567816
Vit hava savnað saman fólk frá MFS, Altjóða Skriv-stovuni og Føroysku ráðgevingini í Keypmanna havn, so tú kanst fáa góð ráð áðrenn tú fert víðari. Tey fara at fortelja tær um fígging, bústað, stuðuls møguleikar og lestrarhættir. Tey svara eisini spurningum.Vit fara eisini at hugna okkum við onkrum leskiligum og góðum undirhaldi. Pisudagarnir eru eisini ein upp-lagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.Mikukvøldið 31. juli kl. 19.00Deildin hjá Betri í SaltangaráHóskvøldið 1. august kl. 19.00Ungdómsdeildin hjá Betri í miðbýnum í HavnBetri Pisudagar 2019Besta byrjanin upp á lestrarlíviðuttanlandsLes meira á betri.fo/ung
Vit hava savnað saman fólk frá MFS, Altjóða Skriv-stovuni og Føroysku ráðgevingini í Keypmanna havn, so tú kanst fáa góð ráð áðrenn tú fert víðari. Tey fara at fortelja tær um fígging, bústað, stuðuls møguleikar og lestrarhættir. Tey svara eisini spurningum.Vit fara eisini at hugna okkum við onkrum leskiligum og góðum undirhaldi. Pisudagarnir eru eisini ein upp-lagdur møguleiki at heilsa upp á onnur, sum ætla tað sama sum tú.Mikukvøldið 31. juli kl. 19.00Deildin hjá Betri í SaltangaráHóskvøldið 1. august kl. 19.00Ungdómsdeildin hjá Betri í miðbýnum í HavnBetri Pisudagar 2019Besta byrjanin upp á lestrarlíviðuttanlandsLes meira á betri.fo/ung
Kjarnan í einari góðari, fleksiblari og inni haldsríkari útbúgvingarskipan er tí góðsku trygging, og hetta er hægsta polit iska mál hjá MFS 2018-2019. Eisini í lokala virkseminum hjá MFS hendir nakað nýtt. Í oktober 2018 varð nýggj lokalnevnd sett á stovn í Aalborg, og ikki færri enn 13 fólk mynda nýggju nevndina. Eg vil sum forkvinna takka teimum fyri at taka stig til eina Aalborg-nevnd og bjóða teimum vælkomnum upp í MFS. Til endans er eisini vert at nevna stóru tøkini á altjóða pallinum. MFS er lim ur í samstarvinum NOM (Nordisk Ord för-ande Möte), sum er eitt samstarv mill-um lestrar feløgini í Norðurlondum og baltisku londunum. Vit hava verið limir í NOM í meiri enn 50 ár og hava raðfest hend an felagsskap serliga høgt seinastu árini. Men komandi heyst hendir so tað heilt stóra, tá MFS fer at taka ímóti okkara norð ur lendsku og baltisku starvs feløg um til okk ara heilt egnu NOM-ráðstevnu í Før oy um. Hetta er ein stórhending fyri MFS, og vit síggja fram til at fáa nógv burt ur úr.Fremsta málið hjá ráðnum hetta árið er góðskutrygging á hægri út búgv-ingarstovnum. Hóast hetta hug-takið kann tykjast breitt og óítøkiligt, so er hetta nakað, ið fyllir sera nógv í øllum okkara grannalondum – og í roynd og veru er tað rættiliga ítøkiligt, men framvegis breitt. Tað eru fleiri góðar orsøkir at hava góðskutrygging. Eina orsøkin er, at tað gevur okkum lesandi eina trygd, at læru-úrtøkan á útbúgvingini er í lagi, og at hon er á støði við tað, ið aðrir hægri læru-stovnar veita. Ein onnur orsøk er, at tað tryggjar okkum lesandi atgongd til fram-halds lestur á øðrum hægri læru stovn um, og at tað gevur lesandi mobilitet. Serliga seinna orsøkin skuldi gjørt tað áhuga vert hjá politisku myndug leik un-um at farið í holt við hesa tilgongd. Fleiri av teim um útbúgvingunum, ið Setrið veitir, eru einans sum bachelor-útbúgv-ingar, og skulu tey lesandi undir lesnað á hægri støði, noyðast tey tí at leita sær til onnur lond. Men er góðskutryggingin ikki í lagi, so kann hetta vera ein forðing fyri, at hetta yvirhøvur ber til. . JULI HEVÐI MFS AÐALFUND, HAR NÝTT RÁÐ VARÐ VALT. FÓLK MYNDA RÁÐIÐ Í ALT. FORKVINNUFRÁGREIÐING :Góðs ka á breddan!Barbara Gaardlykke ApolLestrarland: FøroyarÚtbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri FøroyaBarbara Gaardlykke Apol6
Fylg okkum á Instagram fyri at síggja føroysk lesandi kring allan heim greiða frá í orðum og myndum, hvussu lív teirra er sum lesandi! Her fært tú upplýsing, undirhald og íblástur til lesnað og hvørjir møguleikar eru! MFS á instagram:MFStudentamidberg.com
MFS
HVAT ER MFS? 10KEYPMANNAHAVNARNEVNDIN 12RÁÐIÐ HJÁ MFS 14ÓSTØÐUG FÍGGING = EITT ÓSTØÐUGT SETUR 15TILTØK HJÁ KEYPMANNAHAVNARNEVNDINI 16LESTRARGONGAN 20SKJÓTAST VAKSANDI LESTRARBÝURIN FYRI FØROYINGAR! 22
Avstralia, Noregi, Bretlandi, Danmark og Føroyum. Í núverandi løtu eru tað bert tvær nevndir – onnur í Keypmannahavn og hin í Aalborg. Hevur tú hug at byrja eina nevnd, har tú lesur, set teg so í sam-band við okkum, og vit hjálpa tær fegin. HVÍ SKAL EG KOMA VIÐ Í MFS?Í MFS er tað møguligt hjá tær at fáa drúgvar royndir innan alt frá at skipa fyri til tøk um, skriva lesarabrøv, vera blaðstjóri MFS er myndað av lesandi, ið arb-eiða miðvíst fyri at troka á og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. MFS hevur síðan 1962 arbeitt fyri viðurskiftum hjá teimum lesandi, og tískil hevur felagið drúgvar royndir við at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.Av tí at vit eru tann almenna røddin hjá teimum lesandi, eru vit við, tá ið uppskot og lógir, sum fevna um tey lesandi, verða viðgjørd. Á henda hátt hava vit ávirkan á politisku skipanina og tær lógir, sum verða settar í gildi.Vit royna okkara besta at veita hjálp til øll støð, har føroysk lesandi eru. Vit hava millum annað havt nevndir í Íslandi, MFS (MEGINFELAG FØROYSKRA STUDENTA) ER FELAGSSKAPURIN HJÁ TEIMUM FØROYSKU LESANDI: VIT ERU TIL TAKS AT HJÁLPA VIÐ AT BATA UM VIÐURSKIFTI HJÁ TEIMUM LESANDI KRING HEIMIN. VIT ERU STOVNURIN, SUM TIT KUNNU VENDA TYKKUM TIL, TÁ IÐ TAÐ ER OKKURT, SUM TYKKUM IKKI DÁMAR. TIT HAVA EISINI MØGULEIKAN AT KOMA VIÐ HUGSKOTUM, UM TAÐ ER OKKURT, SUM TIT HALDA SKULDI VERIÐ ØÐRVÍSIHvat erMFS?Elsa Jónsdóttir JohansenLestrarland: Danmark, KeypmannahavnÚtbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn10MFS
o.s.f.r. Tú kemur í samband við onnur les-andi, sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við einum ískoyti, tá ið tú hevur eitt hugskot. MFS er ein sera mennandi felagsskapur, sum kann hjálpa tær við at menna teg sum persón og sum lesandi.„Kom við! Tú kanst gera mun!“ Hetta eru ofta orð, sum ein hoyrir frá fólki, tá ið tey vilja hava teg at koma við í ein felagsskap, men hetta er veruliga nakað, sum passar í MFS. Her gera vit øll mun, eingin kann ella vil forða tær í nøkrum, um tú hevur eitt ynski um eitthvørt.MFS Á CV’NUMMFS á CV’num er nógv vert, tá ið tú eina ferð skalt søkja arbeiði. Hetta leggur upp til, at arbeiðsgevarin sær, at tú ert ein ágrýtin persónur, ið hevur áhuga í at ávirka tað umhvørvið, sum tú ert í. Tó skalt tú ikki bara koma við í MFS fyri at pynta um títt CV. Tað at vera lesandi kann onkuntíð vera keðil igt, og tú kanst ofta sita og ivast í, hvat meiningin við øllum er, og hvat tú skalt brúka lesnaðin til. Tá er deiligt at hava okkurt við síðuna av lesnaðinum, sum tú kanst arbeiða við. Her sært tú, at tú gert mun. Tú samstarvar við onnur lesandi, ting henda, og fólk lurta eftir tær.RÁÐIÐ HJÁ MFSRáðið verður sambært reglu gerð um felags ins valt á ársaðalfundi og kann í mesta lagi verða samansett av ellivu ráðs-lim um. Ráðið skipar seg á aðal fund in um við forkvinnu/formanni, næst for kvinnu/næst formanni, skrivara og kassameistara. Ráðið er hægsti myndugleiki í MFS og virk ar sum savningardepil fyri virksemið í nevndunum. Ráðið er tann politiski parturin av MFS, og tað er her, at viðkomandi mál um lesandi verða viðgjørd og umrødd. Ráðið tekur sær eisini av uppgávum, sum liggja uttan fyri arbeiðið hjá nevndunum – t.d. føra bókhald og skipa fyri tiltøkunum Markleys Útbúgving og Jobmatch. Ráðið hevur eisini ábyrgd av blaðnum hjá MFS – Fjølnir.Av tí at MFS er á fíggjarlógini, er fíggjar-støð an góð. Peningurin, sum vit fáa frá land inum, fer m.a. til lønir, tiltøk og ann-að virksemi, ið upplýsir, hálpir ella hugnar um tey lesandi. SKRIVSTOVANMFS skal sum onnur feløg føra roknskap og bókhald. Av tí ráðs- og nevndarlimir í MFS arbeiða sjálvboðið, hevur MFS tørv á, at onkur røkir roknskap og bókhald fyri felagið. MFS hevur tí sett ein skrivara í starv, sum røkir hesa uppgávuna. Skriv-arin er settur í eitt lestrarstarv, sum fevnir um tíggju tímar um vikuna. Í løtuni er Karla Neslíð skrivari hjá MFS. Í tráð við at dentur fyri nøkrum árum síðan varð lagdur á at fáa ung fólk at vera lesandi í Føroyum, valdi MFS at flyta skrivstovuna heim til Føroya. Skrivstovan held ur sostætt í núverandi løtu til á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya í J. Broncks gøtu 25 í Tórshavn. Skriv stovan er at finna á 4. hædd og er opin tíggju tímar um vikuna. Tørvar tær hjálp, ert tú hjartaliga vælkomin framvið. Á heimsasíðu okkara sært tú, nær opið er.NEVNDIRUndir ráðnum eru nevndirnar. Tær arb-eiða við lestrarviðkomandi málum í ein um breiðum týdningi. Nevnd irn ar virka í ein stóran mun íheftar av yvir-orðn aða ráðnum. Í mun til arbeið ið hjá MFS ráðnum er arbeiðið hjá MFS nevnd unum staðbundið á tann hátt, at nevnd irnar virka fyri at skapa eitt gott lestrar lív í tí ítøkiliga lestrarbýnum/land in um. Nevndirnar skipa so stætt fyri til tøkum, veitslum og átøkum, sum hava týdning fyri lesandi á tí ítøkiliga staðn um. Sum dømi kann nevnast, at nevndin í Keypmannahavn árliga skipar fyri ræstkjøtaveitslu og flaggdagshaldi. Harafturat skipar nevndin fyri ymiskum øðrum tiltøkum og arbeiðir fyri at betra um støðurnar hjá føroyskum lesandi í Keyp mannahavn. Tað snilda við at hava eina MFS nevnd í tínum lestrarbýi/landi er, at MFS veitir fíggj ar ligan stuðul til tiltøk hjá nevnd-unum. Eisini hevur MFS hópin av roynd-um, sum nevndirnar gagnnýta til at gera lestrarlívið meira spennandi í tí ítøkiliga lestrarbýnum/landinum. Hvør nevnd skipar seg við for manni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, kassa-meistara, skrivara og nevnd ar lim um. Hvussu nevndirnar skipa seg, avgreiða nevnd irnar sjálvar. SØK MFS UM STUÐUL TIL HEIMFERÐINAMFS hevur í nógv ár haft ein ferða-stuðuls grunn, Flogvit, sum kann veita tær stuðul til ferðaseðilin heim til Føroya í sambandi við eina uppgávu ella annað, ið viðvíkir føroyskum viðurskiftum. Tú kanst lesa meira um Flogvit og síggja umsóknarfreistina á heimasíðu okkara. Kom við! Tú kanst gera mun!11MFS
LIMIR Í NEVNDINI: Elsa Jónsdóttir Johansen, forkvinna | Bjørg Josephsen, næstforkvinna | Tummas J. Danielsen, kassameistari | Brim Hoydal, skrivari | Erika Høgnadóttir, miðlafólk | Katrin Fríða Jógvansdóttir | Torstein Jóhannes Fríðfinsson | Guðrun Durhuus | Borgný Súsonnudóttir Hansen | Turið Jónleyg Johannesen | Silja Joensen | Hallur Finnbogason Danielsen | Katrin Mohr | Eva Hjelm Aanesen | Hans Andrias Gregoriussen | Noomi Michelsen | Kristina Heðinsdóttir Clementsen | Christine Reinhardt | Birita Poulsen. HVØRJI ERU VIT?Í byrjanini á hvørjum lestrarári er aðal-fundur, har nýggj nevnd verður skipað. Keyp manna havn ar nevndin hjá MFS er í løtuni mannað av 19 fjølbroyttum fólk-um, sum øll hava til felags, at tey vilja arbeiða fyri at betra og hugna um um-støðurnar hjá teimum føroysku lesandi í Keypmannahavn. Arbeiðið hjá nevndini snýr seg í høvuðsheitum um at skipa fyri tiltøkum og taka sær av vanganum hjá MFS á instagram. HVAT GERA VIT?Hvørja árshálvu skipar nevndin fyri áleið trimum til fýra tiltøkum, har vit við gera evni, sum vit meta, at ljós átti at verið varpað á. Tiltøkini kunnu vera afturvendandi á hvørjum ári ella einnýtis á tann hátt, at tey viðgera evni, sum eru uppi í tíðini júst nú. Til tøk ini í lestrar árinum 2017/2018 hava um-framt veitslur og hugna snúð seg um bústaðartrupulleikar í Før oy um, høvuðs-rit gerðir og lestrarstørv. Tiltøkini verða oft ast hildin í Sumpen á Oyra sunds-kollegienum, Føroyahúsinum og Norður-atlants Bryggjuni. Øll eru væl komin til tiltøkini, og vanliga luttaka millum 50-120 fólk.Umframt at hava okkara egna virksemi samstarva vit eisini við hini lestr ar-feløgini í Keypmannahavn. M.a. fyri reika vit saman við lestrarfeløgunum árligu lestrargonguna, ið er eitt saman sjóv-ingar tiltak fyri føroysk lesandi í Danmark. Harafturat eru vit altíð klár at hjálpa og eru sum oftast góð í ráðum, tá spurningar um lestur og lestrarlív stinga seg upp.KOM VIÐ!Ert tú áhugað/ur at vera við í arbeiðinum hjá MFS í Keypmannahavn, ella vilt tú bara hoyra meira um virksemið hjá nevnd ini og felagnum, so ert tú meira enn hjartaliga vælkomin á aðalfund í viku 36. Tíð og stað fyri aðalfundin verður kunngjørt á Facebook-síðu okkara. Hevur tú spurningar til okkara ella møgulig hugskot til eitthvørt, sum vit áttu at tikið upp, so vilja vit fegin hoyra frá tær. Set teg í samband við okkum á: www.facebook.com/MFStudenta ella mfs@mfs.fo. Fylg okkum á Facebook-síð-uni, instagram-vanganum ella á heima-síðuni hjá MFS.KEYPMANNA-HAVNAR NEVNDINElsa Jónsdóttir JohansenLestrarland: Danmark, KeypmannahavnÚtbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn12MFS
Atlantic Airways Vága Floghavn FO-380 Sørvágur Tel. 34 10 00 www.atlantic.foErt tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst túsveiggja aftur og fram við Atlantic Airways– lætt og ómakaleyst úr bara 1.081 kr. t/r.Tú kanst keypa Sveiggj-ferðaseðlar til/úr Keypmanna-havn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh og París.Sveiggj-ferðaseðil kann keypast til stutt undan fráferð, men útboðiðkann verða avmarkað á útvaldum fráferðum. Stovna tær ein vangaog bílegg Sveiggj-ferðaseðilin á www.atlantic.foPrísur úr bara t/r íroknað øll ferðaavgjøld1.081,-Ungdóms- & lestrarferðaseðilinSveiggja aftur og framfyri lágprís10079
Ráðið er myndað av samanlagt ellivu fólkum, og í lestrarárinum 2018/2019 hevur ráðið sett sær fyri at arbeiða við:Á innlendisøkinum: › Góðskutryggingarskipan til føroysku hægri útbúgvingarstovnarnar › Lestrarviðurskifti á breddan til løgtingsvalið › Lætta um mannagongdina hjá føroyskum lesandi í útheimi at skráseta seg til løgtingsvalÁ altjóða økinum: › Fyrireika NOM-ráðstevnu á heysti 2019 › Saman við lestrarfeløgunum í Íslandi (LÍS) og Grønlandi (Ili ili) stovna felagsskap at arbeiða við lestrarmálum í útnorðriRáðið er evsti myndugleikin í MFS og tekur sær av politiska virk sem-inum í felagnum. Hetta gera vit við at gera stevnumið fyri MFS, skriva lesarabrøv og standa fyri átøkum. Aftrat tí eru vit hoyringspartur hjá Løgtinginum og hjá Landsstýrinum í øllum málum, ið viðkoma lesandi og hægri útbúgvingum sum heild. Ráðið arbeiðir bæði á føroyska polit iska pallinum og á altjóða pallinum. MFS er lim ur í norðurlendska samstarv in um NOM (Nordisk Ordförande Möte), sum er felags skapur fyri norðurlendsk og baltisk lestrarfeløg. Gjøgnum NOM eru vit hoyringspartur hjá Norður lendska ráð harraráðnum og hava møguleikan at verða hoyrd í ES – men hesum møgu-leika hava vit valt ikki at taka av, tí Før-oy ar hvørki eru limir í ES ella partur av European Higher Educational Area (sum krevur, at Føroyar taka undir við Bologna-til gongdini).Barbara Gaardlykke ApolLestrarland: FøroyarÚtbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri FøroyaRáðið hjá MFSLIMIR Í RÁÐNUM: Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna | Borgný Súsonnudóttir Hansen, næstforkvinna | Terji Beder, skrivari Tummas Danielsen, kassameistari | Turið Jónleyg Johannesen, altjóða skrivari | Elsa Jónsdóttir Johansen Helena Jørmundsson | Hans Andrias Gregoriussen | Finnur Beder | Eva Hjelm Aanesen | Dagmar JohannesenÓstøðug ígging 14MFS
Setrið til eitt reelt alternativ til útlendsku kappingarneytarnar. „Hví lesa í Føroyum, tá eg kann lesa í Danmark?“ spurdi Føroyanevndin hjá MFS í 2017. Veruleikin er, at Setrið og Føroyar ofta ikki eru ovast á listanum, tá ung fólk skulu velja sær lestrarstað. Summi tí at útbúgvingin, tey ynskja at lesa, ikki finst í Føroyum og summi, tí tey vilja royna okkurt nýtt. Men stórur partur velur Føroyar frá, tí Setrið og føroyska lestrarlívið einfalt ikki samsvara við tað, sum vit ímynda okkum av einum veruligum lestrarlívi. Eg sigi ikki, at Setrið skal bjóða út allar útbúgvingar, sum hini universitetini gera. Eg sigi, at føroyska lestrarlívið skal hava somu fysisku og innihaldsligu karmar sum aðrastaðni. Fysiskir karmar eru lestrarbústaðir, læruumstøður o.s.fr. Tað innihaldsliga er góðskan á útbúgvingini, sum verður skerd, skal Setrið spara. Ábyrgdin av hesum liggur hjá politisku skipanini. Fleiri pengar skulu setast av til at gera íløgur. Setrið skal eisini hava langtíðarfígging, so at virksemið kann leggjast betri til rættis – og soleiðis at Setrið aldrin aftur skal setast í somu støðu sum í 2018! Í fíggjarlógini fyri 2019 fegnast MFS um ta stóru játtanina til Setrið – hon er nevniliga methøg við eini øking á nærum 10%. Men vit mugu samstundis vera varin við at ikki mála glansbílætið alt ov fagurt. Stórur partur av øktu fíggingini fyri 2019 fer til at dekka yvir holini, ið stóðust av alt ov lítlu fíggingini í 2018. Fyri at taka afturíaftur, so elvdu sparitiltøkini í 2018 m.a. til avtøku av búskaparfrøði-útbúgvingini, fleiri deildir stóðu uttan lestrarvegleiðara, starvslærur skerdar, útsetan av starvsetanum og strikað valfak.Stóra fíggingin í 2019 kann síggjast sum ein máti hjá landsstýrinum at biðja um umbering fyri 2018. Tí tað er staðfest meir enn eina ferð, at Setrið hevur ein kjarnuleiklut, tá tað kemur til at venda skeivu gongdini í fólkafráflytingini. Setrið er saman við Glasi og Vinnuháskúlanum einastu føroysku alternativini, sum ung fólk hava at velja í, tá tað kemur til hægri útbúgving. Vilja vit hava ungdóm í okkara lítla og ofta stirvna samfelagi, noyðast vit tí at raðfesta Setrið. Hendan logikk skilir politiska skipanin til tíðir. Eina løtu standa løgtingslimir og syngja í kóri um týdningin av ungdómi, útbúgving og Setrinum. Seinnu løtuna tykist tað sum um, at tey ikki vita, at tað eru TEY, sum hava ábyrgdina av at gera Barbara Gaardlykke ApolLestrarland: FøroyarÚtbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri FøroyaÓstøðug ígging eitt óstøðugt Setur=15MFS
Leygarkvøldið 17. februar 2018 skipaði Keypmannahavnarnevndin hjá MFS fyri árligu ræstkjøtaveitsluni. Við góðum mati og góðari samveru eydnaðist tað enn eina ferð at skapa tað serstaka huglagið, sum eyðkennir ræstkjøtaveitsluna.Av tí at Føroyahúsið, sum und an farin ár hevur verið karmur um ræst kjøta-veitsluna, í løtuni er undir umbygging, er tað við sorg og harmi, at MFS í ár má boða frá, at ræstkjøtaveitslan tíverri ikki verður í ár. Tí gleða vit okkum longu til ræstkjøtaveitsluna í 2020.RÆSTKJØTA VEITSLANElsa Jónsdóttir JohansenLestrarland: Danmark, KeypmannahavnÚtbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn16MFS
KOM OG FANGA OKKUMLeygardagin 21. apríl 2018 skipaði Keyp manna -havnarnevndin hjá MFS fyri ráð stevnuni „Kom og fanga okkum“ á Norðuratlants Bryggjuni. Endamálið við ráð stevnuni var at samantvinna lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin, her fyri tøk ur og stovnar, ið hava tilknýti til Før oya. Áhugin fyri ráðstevnuni var stórur, og áleið 24 fyritøkur luttóku á ráðstevnuni. Ráð stevnan „Kom og fanga okkum“ verð ur aftur á vári 2019, og vit gleða okkum til at knýta enn fleiri sambond millum lesandi og arbeiðsmarknaðin.17MFS
Aftur í ár skipaði Keyp manna havnar nevndin hjá MFS fyri flaggdagshaldi tann 25. apríl á Regensen í Keypmannahavn. Sum altíð møttu nógv fólk upp til eina hugna liga løtu við røðum, sangi og søgulig ari rundferð á Regensen. Anna Poulsen bar fram flaggrøðuna, sum var bæði hugtakandi og atfinningarsom. Eftir flaggdagshaldið var døgurði og pub quiz í Føroyahúsinum.25. apríl 2019 verður aftur flagg-dags hald á Regensen, og vit gleða okkum til at síggja teg.FLAGGDAGSHALDÁrligi aðalfundurin hjá Keyp manna havnar nevnd ini hjá MFS var í ár hildin í Sumpen á Oyra sunds-kollegienum tann 20. septembur. Nógv fólk møttu upp, og tað var gleðiligt at síggja og hoyra, at tað er áhugi fyri virksemi felagsins. 19 fólk stillaðu upp, og tað er tí gleðiligt, at vit aftur í ár hava eina stóra og væl skipaða nevnd. Aðalfundurin í 2020 verður í viku 36, og ert tú áhugað/ur í at gerast partur av okkara felagsskapi ella bara at hoyra meir um virksemi felagsins, so ert tú meir enn hjartaliga vælkomin. Tað er altíð ein fragd at síggja nýggj andlit. AÐALFUNDUR18MFS
Hóskvøldið 22. novembur 2018 skipaði Keyp manna-havnarnevndin hjá MFS fyri enn einum speciale-kvøldi í Sumpen á Oyra sunds kollegienum. Trý fólk løgdu fram sína høvuðs ritgerð, og tað var spennandi at hoyra um bæði arbeiðsløg, vandamálsorðingar, trupul leikar, niðurstøður, góð ráð o.a. Fram løgu hald-arar hesa ferð vóru Maria Sommers við Skipá, teologi, Kristoffur Kristoffersen, løgfrøðingur, og Emil Biskopstø, búskaparfrøðingur. Specialekvøld eru altíð viðkomandi, hugnalig og spennandi, og tí gleða vit okkum longu til næsta specialekvøld við nýggjum og spennandi framløgum.SPECIALEKVØLDHóskvøldið 8. novembur 2018 skip aði Keyp-manna havnarnevndin hjá MFS fyri pubquiz í Sumpen á Oyra sunds kollegienum. Quizmaster var Rasmus Biskopstø. Við eini góðari og fjøl-broytt ari quiz, góðari uppmøting og góðum virkis huga frá ágrýtnum luttakarum gjørdist huglagið á kvøldinum so framúrskarandi gott. Vit gleða okkum longu til næstu pubquiz.PUBQUIZ19MFS
LESTRARGONGAN 2018Fríggjadagin 5. oktobur 2018 skip aðu føroysku lestrar feløg ini í Keyp manna-havn fyri árligu Lestrar gonguni. Lestrar-gongan hevur til enda máls at savna føroysk les andi og at stimbra um lestrar umhvørvið við at skapa tætt ari tilknýti millum tey lesandi bæði í teim um einstøku lestrarfeløgunum og tvørt ur um útbúgvingar. Lestrar gong an er har um framt við til at geva teimum nýggju lesandi eina góða byrjan upp á lestr ar lívið við at vísa fram lestrarfeløg og lestr ar felagar.Tiltakið var hesa ferð hildið á Sø pavilliong-ini. Tiltakið byrjaði kl. 16.00. Sponsor arnir, Atlantic Airways og Betri, skipaðu fyri undir-haldi, m.a. varð skipað fyri kapp ing um, har luttakandi á Lestrargonguni kundu vinna ymiskar vinningar. Eisini bjóðaðu sponsor-arnir leskidrykk tveir teir fyrstu tím arnar. Kl. 18.00 vórðu luttakararnir deildir upp í bólkar, áðrenn farið var at ballgrulva. Eftir ballgrulvingina kl. 23.00 møttust øll aftur á Søpavilliongini til tónleik, dans og hugna til tann ljósa morgun. Í ár vóru tað Sakaris, Danny and the Veetos og DJ Tordis, sum vóru við til at gera tiltakið ógloymandi.#LESTRARGONGANAftur í ár varð skipað fyri eini kapp-ing á Instagram, har fólk, við at leggja myndir út av kvøldinum og viðmerkja #lestrargongan2018, kundu vera við í kapp ingini um at vinna eitt árskort til Tivoli. Um tú fert á Instagram og skriv ar #lestrargongan2018, finnur tú tískil nakrar stuttligar myndir, sum fólk hava lagt út. LESTRARGONGAN Um tú ætlar tær við til lestrargonguna 2019, so er at fylgja væl við á Facebook-síðuni hjá MFS ella lestrarfeløgunum, so tú kanst ogna tær eitt atgongumerki í góðari tíð. Vit vænta aftur í ár eins og undanfarin ár góða undirtøku og eina rimmar góða veitslu. Vónandi síggjast vit.Elsa Jónsdóttir JohansenLestrarland: Danmark, KeypmannahavnÚtbúgving: Løgfrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn20MFS
LESTRARGONGA -U -UR KVTað at lesandi ganga úr skeinkistaði í skeinkistað (t.d.) í fyllskapi), „ganga lestrargongd“; „hann fann sær nógvar nýggjar vinir á lestrargongu“.21MFS
Tór Marni WeiheLestrarland: Danmark, AalborgÚtbúgving: Anvendt filosofiAALBORG ER EIN BÝUR Í VØKSTRI. GAMLI ÍDNAÐARBÝURIN SATSAR STÓRT UPP Á ÚTBÚGVING OG GRANSKING – OG ÚRSLITIÐ ER EITT BLÓMANDI LESTRARUMHVØRVI, HAR BÚSTAÐARMØGULEIKAR, AKADEMISK OG FAKLIG DYGD OG TRIVNAÐUR RENNA SAMAN Í EINA HÆGRI EIND.LESTRARBÝURIN FYRI FØROYINGAR!vaksandi22MFS
KOM VIÐ!Hevur tú hug at vera við í MFS í Aalborg? Ella hevur tú kanska onkrar spurningar um, hvussu tað er at lesa í Aalborg? Set teg so í samband við okkum á aalborg@mfs.fo, og vit hjálpa tær fegin. Vit hava aðalfund í oktober, so tá er høvi at koma við í nevndina.Í MFS NEVNDINI Í AALBORG SITA:Elsubet Vidtfeldt, forkvinnaEdit Fríðheim, næstforkvinnaIngi K. Midjord, skrivariFinnur Beder, kassameistariTór Marni Weihe, samskiftisfólkIngigerð D. Tróndheim, myndafólkÁri Lava Olsen, nevndarlimurRenata Jensen, nevndarlimurJóna Mohr Højsted, nevndarlimurAnnika Mikkelsen, nevndarlimurTóta Eilersdóttir Langgaard, nevndarlimurKristina Eliasen, nevndarlimurMarianna Beder, nevndarlimurAalborg fekk á fyrsta sinni sína egnu MFS nevnd í oktober í sein-asta ár. Orsøkin er alsamt vaks-andi talið av føroyingum, sum velja at lesa í Aalborg. Tøl frá Danmarks Statistik vísa, at Aalborg er næststørsti lestrarbýur í Danmark fyri føroyingar – og eisini tann skjótast vaksandi!Tað eru tað eisini nógvar og góðar orsøkir til. Bústaðarviðurskiftini eru frálík, og Aalborg Universitet er eitt førandi universitet í Evropa, ið m.a. er heimsins 4. besta universitet innan verkfrøði.HVAT FÁAST VIT VIÐ?MFS nevndin í Aalborg er spildurnýggj, so í løtuni royna vit at finna stevið – men vit hava kortini longu lagt stórar ætlanir.Vit ætla at gera tað stuttligari og lætt-ari at vera lesandi føroyingur í Aalborg. Vit ætla at hugna um tey lesandi við sosialum tiltøkum. Vit ætla at varpa ljós á løgtings- og fólkatingsvalini í Føroyum og annað.23MFS
ESG
FIVE YEARS OF A UNITED STUDENTS’ VOICE 26SKIL BOLOGNA – OG HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING? 28HVUSSU BYRJAR MAN UPPÁ GÓÐSKUTRYGGING? 30
Elsa María Guðlaugs DrífudóttirFIVE YEARS OF A UNITED STUDENTS’ VOICEThe National Union for Icelandic Students, LÍS, celebrated its five-year anniversary recently. It was in 2013 in the northern town of Akureyri where student rep-resentatives from the seven different Higher Education Institutions as well as the Union of Icelandic Students abroad came together and realized the establishment. This was the first time in the history of Higher Education in Iceland that such an en-tity came to light. This delay was in part due to rapid and recent developments, but the University of Iceland had been the only Higher Education Institution in the country up until 1987 when the University of Akureyri was established. In the following twenty years, six more Institutions entered the sector. One might wonder what kind of change follows the establishment of such a union and what it means for students as well as the authorities and stakeholders in Higher Education. The truth was that as soon as LÍS came to be, a series of unfinished ends and needs sprouted up. A united voice of students that had a democratic mandate to speak on behalf of all students, negotiate and advocate for their welfare and rights had entered the field. This is a tremendously important role and in the five years that have passed, LÍS has already realised a series of developments. Two of the primary roles of the Union from its es-tablishment was International Representation and Quality Assurance. LÍS represents Icelandic students as a full mem-ber of the European Students’ Union, ESU, and as a member of the Nordisk Ordförande Möte, NOM. It’s tremendously important for LÍS to have a strong international front to be able to influence decision making on the international level, as well as to establish a stronger bond with peers inter-nationally. LÍS would not have developed nearly as successfully or rapidly if it wouldn’t have been for the insight into how other National Unions of Students conduct their work and structure. Nurturing this connection is a primary factor in the sustainable growth and development of LÍS, as well as to ensure that the voice of Icelandic students is thoroughly represented both on the national and international level.LÍS works very closely with stakeholders in Higher Education on developing and implement-ing an ambitious Quality Assurance Framework within the sector. A robust system for Quality Assurance in Higher Education is fundamental for a strong and sustainable Higher Education System. Guaranteed student participation on a partnership level is a key element in imple-menting such a system. The Quality Evaluation The project managers of Student Refugees receiving a grant for the project from the bank Landsbankinn in December 2018. Picture includes Salka, international officer, and Sonja, Equal rights officer.26ESG
Framework II, QEF II, is the official Quality Framework of Higher Education in Ice-land. It was established by the Quality Board which is also responsible for the implementation. LÍS appoints a student full-member in the Board as well as an observer member whose role is to en-sure that the voice of students is heard on every level of Quality Assurance in Higher Education in Iceland. LÍS is also a primary actor in the training of students which participate in Quality Assurance on every level. The Union has most re-cently done this by hosting a conference on Quality Assurance as well as releasing a manual for student representatives within QEF II and a podcast on Quality in Higher Education in the broader context called Stúdentaspjallið. Following the growth of LÍS, it has been increasingly recognised by the authorities. Among other things, LÍS appoints student representatives within several committees within the Ministry of Education, Science and Culture. Tack-ling issues such as the forming of a new National Students Support System, im-plementation of changes for increased recruitment of students in teacher-ed-ucations, the evaluation committee for the students’ innovation fund and more. LÍS has learnt a lot from the participation within these committees and gains both from the recognition and the experi-ences stemming from this. Authorities have also gained from the informed and coordinated participation of students from an increasingly professional and experienced National Union. On top of that, LÍS has initiated some independ-ent projects, such as Réttinda-Ronja, an online database with information on the rights and resources for students with disabilities and/or specific learning needs regardless of institution, as well as the project Student Refugees Iceland, which comes originally from Denmark, a project specifically designed to assist refugees in Iceland in accessing Higher Education. There are plenty of promising oppor-tunities for Student Unions to make an impact with their work. There are still challenges in securing the sustainable and prosperous growth of such a Union and there always will be. Funding is a big challenge that LÍS is working to over-come through dialogue with the Ministry of Education with the establishment of a five-year contract. The most important foundation and the backbone of both the past activities of LÍS as well as the continuous prosperity is the enthusiastic and ambitious participation of student activists. Student representation is dead and null without the students that par-ticipate in it with conviction and energy, and there will always be a need for new participants with fresh ideas and new takes. A Student Union is young and vibrant in its nature and it is my faith that there will always be someone new ready to take over the cause and make it their own.There are still challenges in securing the sustainable and prosperous growth of such a Union and there always will beThe EC of LÍS at the conference on Quality assurance in October.27ESG
Hetta krevur sjálvsagt, at út búgv ingarnar fylgja einum felags leisti tá útbúgvingar verða skipaðar – hetta er eitt nú ECTS-skipanin, 3 ára bachelor útbúgvingin, o.s.fr.Men tað krevur eisini, at tann góðskan sum verður bjóðað lesandi, er sambærilig. Hetta so at ein lesandi kann velja at taka sær ein yvibygnað á øðrum universiteti og klára seg har við tí læruúrtøku, hon ella hann frammanundan hava.Úr Bologna-tilgongdini er sprottið European Higher Educational Area (EHEA). EHEA kann samanberast við eitt fríhandilsøki: Um ein fyritøka ynskir at fáa atgongd á ein ávísan út lendsk-an handils marknað, noyðist heima-landið at hava avtalu við ávísa landið, sum fyri tøkan ynskir at handla við. Tað er ikki ábyrgdin hjá fyritøkuni at fáa handils sátt málan upp í lag – ta ábyrgd eig ur landið. Fyritøkan skal syrgja fyri at hava eina góða og kappingarføra vøru. Harafturat er ynskiligt at landið hevur frí handils avtalu við so nógvar marknaðir sum møguligt – helst gjøgn-um størri avtalur so sum EFTA – so at møguleikarnir gerast fleiri.Siga vit nú lesandi heldur enn fyri tøkur, og útbúgvingar-stovn ar held ur enn handils markn aðir, kunnu vit lættliga samanbera hetta við Bologna. Lesandi úr lima lond unum í EHEA kunnu frítt lesa á út búgv ing ar stovnum hjá øðrum EHEA-lima lond um. Almennu Før oyar hava ábyrgd av gera avtalur við onnur lond um at gongd, meðan hin lesandi sjálv hevur ábyrgd av at røkka einstøku krøv-unum um upp tøku og so framvegis – tað vil siga at vera kappingarfør um lestr ar plássini. Og sjálvandi ynskja vit, at eitt føroyskt prógv gevur atgongd á so nógvar út-búgv inga rstovn ar sum møgu ligt. Tí er EHEA absolutt fremsti og mest viðkomandi út búgv ing ar markn að urin.Føroyar eru umfataðar av øðrum at gongd gevandi sáttmálum – eitt nú Reykja vík-yvirlýsingini, sum stað festir at Norð ur lond skulu viðkenna út búgv ing ar stovnarnar hjá hvørjum øðr um. Sostatt geva føroysk prógv atgongd til út búgv ing ar stovnar í øllum Norð ur lond um.MFS vil fara longri. Vit vilja, at føroysk prógv verða viðurkend í øllum Evropa og hesum máli náa vit við at gerast partur av Bologna-tilgongdini.BOLOGNA TILGONGDIN ER EIN SEMJA MILLUM EVROPEISK LOND UM VIÐURKENNING AV HÆGRI ÚTBÚGVINUNUM HJÁ HVØRJUM ØÐRUM. HETTA GER, AT LESANDI ÚR BOLOGNA-LIMALONDUM KUNNU TAKA ÚTBÚGVING – ELLA PARTAR AV ÚTBÚGVING – Í ØLLUM LONDUM, SUM ERU PARTUR AV BOLOGNA.Barbara Gaardlykke ApolLestrarland: FøroyarÚtbúgving: Búskaparfrøði á Fróðskaparsetri FøroyaSKIL BOLOGNA– OG HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?28ESG
HUGSA PAPPÍRHUGSA FØROYAPRENTLANDSINS STØRSTA PRENTSMIÐJAprentsmiðja 541 705Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastu-veitingar og á starvsfólkaøkinum. Vit ivast ikki í, at nýggjasta tøknin, góða handverkið og tær drúgvu royndirnar geva besta úrslitið. Føroyaprent er svanamerkt prentsmiðja.www.foroyaprent.fo
Turið Jónleyg JohannesenLæknalesandiKeypmannahavnMFS hevur leingi snakkað um, at vit ynskja góðskutrygging á hægru útbúgvingar stovn un um í Før oyum. Endamálið er, at eitt føroyskt lestrarprógv skal vera viðurkent á altjóða støði, og at góðskan á Setrinum skal stað-festast við einari skipan, ið onnur lond kenna aftur. Talan er tí ikki um at royna Setrið, ella at leggja trýst á tey, men heldur at fáa sannprógva góðskuna, ið tey longu hava, soleiðis at tey lesandi har kunnu fáa eitt altjóða viðurkent prógv. Men hvussu ger man? Niðanfyri hava vit stutt tíðindabrøv frá fund unum í Grønlandi, har tey eru væl á veg at skipa eina grønlendska góðsku trygg ingar skip-an. Tað er viðkomandi fyri okkum, at síggja teir tankarnar tey hava gjørt sær um teirra góðskutryggingarskipan, tí okkara samfeløg hava nógvar av somu avbjóðingunum. Tíðindabrøvini eru send til okkum frá okkara systurfelagsskapi Ili Ili, ið umboðar lesandi í Grønlandi.HVUSSU BYRJAR MAN UPPÁ góðskutrygging?30ESG
NYHEDSBREV OM KVALITETS-SIKRING AF DE VIDEREGÅ-ENDE UDDANNELSER ()Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.I Departementet for Uddannelse, Kultur, Kirke og Udenrigsanliggender (IKIN) er det besluttet at landet skal opbygge et kvalitetssikringssystem efter internatio-nale standarder.Et første skridt i processen er at for-holde sig til de internationale stan-darder og inden for dette at definere nogle grønlandske prioriteter. Der er oprettet en arbejdsgruppe med af de vigtigste interessenter, nemlig; 3 ansatte fra Ilisimatusarfik, 2 studenterrepræsen-tanter fra ILI ILI, 1 repræsentant fra de erhvervsfaglige skoler, 2 repræsentanter for arbejdsgivere, (GE og ASA). Desuden er der to medarbejdere fra IKIN og en udenlandsk kvalitetsekspert i arbejds-gruppen.Processen med etablering af systemet er igangsat af og koordineres fra IKIN. Men, lidt længere henne i processen skal udvikling og implementering af kvali-tetsarbejdet frigøres fra IKIN og overgå til en selvstændig enhed.NYHEDSBREV OM KVALITETS-SIKRING AF DE VIDEREGÅ-ENDE UDDANNELSER ()Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.Målet for det grønlandske system for kvalitetssikring er på sigt en international godkendelse. Derfor er det nødvendigt at implementere krav og standarder udstukket internatio-nalt. Den europæiske sammenslutning „European Association for Quality As-surance in Higher Education“ (ENQA) har udarbejdet „European Standards and Guidelines“ (ESG 2015) der op-ridser krav og retningslinjer som skal opfyldes før Grønland kan godkendes. Disse retningslinjer centrerer sig om tre fokusområder, nemlig: 1) procedurer for intern kvalitetssikring på videregående uddannelser, 2) procedurer for ekstern evaluering af den interne kvalitetssikring og 3) et uvildigt kvalitetssikring institut eller organ der bla. koordinerer evalue-ringerne og sikrer processen hen imod en international anderkendelse af det grønlandske system.Arbejdsgruppen skal afklare en række principielle beslutninger der må træffes før et grønlandsk kvalitetssystem kan etableres. Arbejdsgruppen begyndte i 2017 og arbejdet med at definere grønlandske krav ventes afsluttet i 2018. Arbejdet munder ud i en rapport der skal danne basis for en håndbog der bla. definerer krav og retningslinjer for det grønlandske kvalitetssikringssystem.31ESG
NYHEDSBREV OM KVALITETS-SIKRING AF DE VIDEREGÅ-ENDE UDDANNELSER ()Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.Medlemmerne af arbejdsgruppen der arbejder med at definere det kommende grønlandske system repræ-senterer de vigtigste interessenter for kvalitetssikring, nemlig repræsentanter fra ledelse, fra undervisere og fra stu-derende på Ilisimatusarfik. Desuden er aftagerne af færdige kandidater, dvs. arbejdsgivere samt Departementet for Uddannelse, Kultur, Kirke og Udenrigs-anliggender repræsenteret.Med den brede og repræsentative sammensætning af arbejdsgruppen blev der ved et af de første møder ud-arbejdet et samlet formål med kvalitets-sikringen i Grønland, nemlig at: › Udvikle de videregående uddannelser så de har større relevans for erhvervslivet og samfundet › Det faglige fundament styrkes således at de lever op til et anerkendt internationalt niveau › Systemet bidrager til en positiv samfundsudvikling › Styrke en studenteraktiverende og motiverende læringsform › Bidrage til at hæve gennemførelsesraten på videregående uddannelserNYHEDSBREV OM KVALITETS-SIKRING AF DE VIDEREGÅ-ENDE UDDANNELSER ()Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.Et principielt spørgsmål for beslut-ning af kvalitetssystemet er hvad som skal kvalitetssikres og på hvilket niveau. Arbejdsgruppen har fundet at hver uddannelse skal evalueres løbende i den interne kvalitetssikring, hvilket er i overensstemmelse med ENQA standar-derne. Evalueringerne skal munde ud i forslag til forbedring af kvaliteten, og efterfølgende implementering af disse forbedringer. Kvaliteten af disse evalu-eringer vil blive vurderet i de eksterne evalueringer som kommer periodevis med eksempelvis fem års intervaller.Et andet principielt spørgsmål disku-teret i arbejdsgruppen er forholdet mel-lem tillid og kontrol i kvalitetssikringen. Overordnet kan man sige at en stor grad af kontrol kræver udarbejdede og doku-menterede rutiner, samt et stort arbejde med at skriftligt dokumentere fra dem som udøver det interne kvalitetsarbej-de på uddannelsesstederne. Den mere tillidsbaserede tilgang arbejder mere med at opbygge en fælles forståelse og forventningsafstemning på alle niveauer. Det er besluttet at når vi er så få i landet og ikke har ressourcerne, skal vi satse mere på den tillidsbaserede tilgang – modsat Danmark der hælder mod den kontrol baserede tilgang.32ESG
NYHEDSBREV OM KVALITETS-SIKRING AF DE VIDEREGÅ-ENDE UDDANNELSER ()Arbejdsgruppen for kvalitetssikring på videregående uddannelser arbejder med at definere et grønlandsk system inden for internationale standarder. Dette nyhedsbrev er et i rækken fra arbejdsgruppen.Ved arbejdsgruppens sidste møde afholdt i maj måned var inviteret en international ekspert inden for kvalitets-udvikling på videregående uddannelser; professor Norman Sharp fra Skotland. Han har stor erfaring med udvikling af systemer specielt egnet for små lande og bidrog positivitet i diskussionerne med hans store viden.Et vanskeligt emne for diskussionerne var om forskning også skal evalueres i forbindelse med kvalitetssikringen. Dette fordi flere og flere lande vælger at inkludere forskningen i evalueringen, motiveret ved at man ser et tæt samspil mellem forskning og undervisning i den forskningsbaserede undervisning. Ved kun at evaluere undervisningen får man ikke et helhedsbillede. Samtidig blev det understreget at kravet ofte kom-mer fra underviserne selv, som ønsker at dokumentere at undervisningen er forskningsbaseret.Der var en del skepsis omkring måden en mulig forskningsevaluering skulle foregå. Der forklarede Norman Sharp at der er mange andre parametre at evalu-ere forskningen på end blot at analysere forskningsproduktionen i internationale anerkendte tidskrifter. Man vil inkludere forskningens formål samt betingelser i den samlede evaluering. Kort sagt en evaluering der stiler mod at være „fit for purpose“.33ESG
Løgtings val
LESANDI KUNNU AVGERA VALIÐ 36MFS: VILJA LÆTTA UM VALTILGONGDINA 40HVAT HALDA UNGMANNAFELØGINI UM HÆGRI ÚTBÚGVINGARPOLITIK? 42A – HUXA 43B – UNGMANNAFELAGIÐ SAMBAND 44C – SOSIALISTISK UNG 45D – UNGT SJÁLVSTÝRI 46E – UNGA TJÓÐVELDIÐ 47F – FRAMSØKIN UNG 48H – UNG FYRI MIÐFLOKKIN 49SKRÁSETING TIL LØGTINGSVAL 50UMSÓKNARBLAÐ 51
Lesandi kunnu avgera valiðFotomynd: Arne List36
Hvat samfelag vit lesandi ynskja okkum, kunnu vit sjálv av gera, tí lesandi kunnu lættliga gerast av ger andi at kvøð urn ar fyri politisku kós Føroya. Hóast manna gongd irn ar fyri summar útisetar kunnu tykjast truplar, er hetta ómakin vert, tí tað eru smáir marginal ar, ið av gera nakrar av sess-un um. Valluttøkan hjá útisetum hevur ligið millum 16 og 44 prosent, men átti at verið mun andi nærri høgu føroysku valluttøkuni annars, tá ið hugs að verður um, hvønn týdning hetta kann hava.At luttaka á vali er nakað, ið nógv hugsa sum sjálvsagt, tí at fara á val er nakað, vit eru von við, tí tað er ein partur av einum fólkaræði, men soleiðis er ikki allastaðini. Føroysk lesandi, ið fyribils eru uttan fyri Føroyar, skulu berjast við eina drúgva og onkuntíð trupla mannagongd fyri at kunna luttaka á vali í Føroyum.Føroysk lesandi uttanlands hava síð-ani 1992 havt møguleikan at luttaka á løgtingsvali í Føroyum. Hóast lesandi hava havt hendan rættin í góð 27 ár, so er ikki nógv gjørt fyri at betra um viður-skiftini. Tað eru áleið 1127 føroysk lesandi uttanlands, og hesin bólkurin kann tí gerast ein týðandi liður í, hvussu løgtingið verður myndað. VALIÐ Upp undir valið í 2015 varð stór orka løgd í at heita á lesandi útisetar at skráseta seg og velja til løgtingsvalið, bæði frá MFS, valevnum til løgtingið, kommununum o.ø. Hetta varð gjørt við eitt nú lýsingum, kunnandi tiltøkum og valfundum. Hetta hevði við sær, at methøgt tal av les andi útisetum skrásettu seg til valið. Henda framgongdin er at fegnast um, tí hetta merkir, at føroysk lesandi Katrin Fríða JógvansdóttirLesur løgfrøði á Københavns UniversitetBúsitandi í KeypmannahavnTorstein Jóhannes FríðfinssonLesur bygningsverkfrøði á DTUBúsitandi í Keypmannahavn44% 16% 26% 41%2004 2008 2011 2015397 av 901 lesandi 183 av 1084 lesandi 424 av 1621 lesandi 684 av 1649 lesandiSKRÁSETTIR FØROYINGAR UTTANLANDS Í LESTRARØRINDUM TIL LØGTINGSVALKelda: StudniGG: Trupulleikin við tølunum av lesandi uttanlands er tó, at hetta eru tøl frá Studna, ið einans fevna um lesandi uttanlands, ið hava søkt um ferðastuðul. Talið av lesandi er tískil helst hægri.37LØGTINGSVAL
uttan lands hava áhuga í at luttaka og hava ávirkan í føroyska samfelagnum. Hetta merkist somuleiðis í stóru fólka-tilflytingini seinastu árini. Hóast framgongd, so er 41% als ikki serliga høgt, um vit sammeta hetta við samlaðu valluttøkuna á 88,8% í 2015. Vit síggja týðiliga, at føroyingar fara á val, men síggja eisini greitt, at trupul mannagongd at skráseta seg útilokar í fyrsta umfari meir enn helvtina av teim-um, ið hava hendan rætt. Í øðrum umfari vita vit ikki, hvussu mong av hesum hava valt, av tí at tað verð ur gjørt við vanligari brævatkvøðu, og hesar verða taldar saman við hinum bræv atkvøðunum. Okkara mál er ikki at broyta háttin, ið atkvøtt verður, men einans at vísa á, at hetta kann vera við til at minka um valluttøkuna. LØTT ATKVØÐUGREIÐSLA FREMUR FÓLKARÆÐIÍ einum fólkaræði er tað týdningar mik-ið, at umboðanin í parlamentinum av-mynd ar fólkið og vilja tess. Fyri lesandi utt an lands átti hetta veruliga at talt, at tað skal so lítið til fyri at fáa stórar broyt-ingar í politiska landslagnum. Ein trupulleiki er tó hjá teimum, ið ikki lesa í býum, har sendistova er, og sum tí mugu ferðast leingi fyri at greiða brævatkvøðu. At tað er trupult at greiða atkvøðu kann elva til, at fólk ikki velja, og tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki. Hetta kann samanberast við tey heilt smáu økini í Føroyum, har hildið verð-ur fast um, at hóast har eru heilt fáar atkvøður, skulu fólkini atkvøða á staðn-um og ikki ferðast til størri pláss. Tá hetta verður fasthildið, hví verður so ikki arbeitt við at fáa eina loysn til tey lesandi uttanlands, ið mugu ferðast langt fyri at greiða atkvøðu? Vit vilja tí heita á, at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt! Hyggja vit at 2015 sum dømi, vóru tað 1649 føroysk lesandi uttanlands. Um øll 1649 greiddu atkvøðu, hevði tað svarað til 4,2% av teimum, ið hava atkvøðurætt til løgtingsval í Føroyum. Um vit hyggja at løgtingsvalinum í 2015, fekk Nýtt Sjálvstýri 1305 atkvøður og 2 løgtingsumboð. Eisini vita vit, at tað skuldu bert fáar atkvøður flutt seg, fyri at onkur flokkur fekk ein tinglim minni ella meir. Hetta kundu verið atkvøðurnar hjá okkum lesandi.KNÝTA SAMBAND TIL FØROYAAt hava atkvøðurætt er við til at skapa ábyrgd ar kenslu og tilknýti til Føroya. Sein astu árini hava vit eisini sæð eitt størri tal av útisetum, sum flyta aftur til Føroya eftir loknan lestur. Hetta sæst aftur í fólkatalinum, og at tað nú fyri fyrstu ferð í longri tíð eru fleiri fólk undir 40 ár enn yvir 40 ár.Lesandi uttanlands fylgja væl við í tí, sum fyriferst í Føroyum. Nógv tiltøk eru um føroysk viðurskifti, og kenslan er, at tey flestu, sum fara uttanlands at lesa, fegin vilja heim aftur at mynda samfelagið í Føroyum. Tí hevur spurningurin um val og valrætt stóran týdning. Tískil er týdn ing ar mikið, at myndugleikar í Føroyum eins og lestrarfeløg og onnur gera tað, sum skal til fyri at eggja fólki at skráseta seg til val og at velja.Landsstýrið, løgtingið, kommunur, sendi stov ur og ikki minst MFS eiga tí í hvør sínum lagi og saman at gera sítt til at økja valluttøkuna millum lesandi utt an lands.Valrættur til løgtingsvalValrætt til Løgtingið hevur persónur, ið: › er fyltur 18 ár › hevur danskan heimarætt › er heimahoyrandi í FøroyumFyri persón, ið fyribils hevur tilhald uttanfyri Føroyar vegna útbúgving: › viðkomandi er undir útbúgving › lýkur treytirnar omanfyri › hevur búð í Føroyum í minst 5 ár GG: Avgerð um upptøku á vallistan er galdandi í 2 ár hvørjaferð, og valrætturin er varðveittur í hægst 8 ár eftir at ein persónur er fluttur av landinum. Kelda: Løgtingslóg um lóg um val til Løgtingið, sum seinast broytt við kunngerð nr. 69 frá 28. mai 201338LØGTINGSVAL
Ert tú lesandi uttanlands, er týdn ing-ar mikið, at tú sum skjótast send ir inn umsókn um at skráseta teg til løgtingsvalið. Løgtingsval verður í síðsta lagi 1. septembur í ár, og tú ert á vallistanum í tvey ár, hvørja ferð søkt verður. Tú kanst taka niður umsóknina á www.mfs.fo/val. Vit vilja heita á allar lesandi útisetar um at skráseta seg (sum skjótast) og at velja til løgtingsval, tí at luttøka er ávirkan!SKRÁSET TEG SUM SKJÓTAST39LØGTINGSVAL
settu seg uppá í Føroyahúsinum at taka ímóti bræv-at kvøðum. Tað vóru so nógv lesandi, sum greiddu brævatkvøðu hetta kvøldið, at sendimaðurin mátti súkkla ein túr á sendi stovuna eftir fleiri atkvøðuseðlum. Hetta ynskja vit at endurtaka, og ongantíð betri, um hetta verður gjørt á fleiri støðum! LATA INN BRÆVATKVØÐU HAR HIN LESANDI ERAnnar møguleiki er, at tað verður gjørd avtala við kommunu ella universitet, har føroysk lesandi eru, um at greiða brævatkvøðu á hesum staði. Hetta hevði lætt munandi um hjá teimum, ið hava langa leið til eina sendistovu. SKRÁSETA SEG TIL VAL SAMSTUNDIS SUM SØKT VERÐUR UM FERÐASTUÐULEin annar møguleiki, ið skotið varð upp, var, at um-sókn um at verða upptikin á vallista verður tvinnað saman við umsóknini um ferðastuðul. Hetta verður mett sum tann einfaldasta loysnin, eftirsum at tað eru tey somu krøvini, sum skulu lúkast ávikavist til upptøku á vallista og ferðastuðul. Tað varð tí skotið upp, at tað verður settur ein kassi í skjalið, ið verður nýtt til at søkja um ferðastuðul frá Studna við orðunum „Eg vil hervið søkja um at verða upptikin á vallistan til løgtingsval“. Limir úr MFS hava samskift við nú-verandi og fyrrverandi lands stýris-fólk um evnið. Møguleikarnir, ið vit skjóta upp, eru, at tað annaðhvørt ber til at greiða atkvøðu á eitt nú før-oysku sendistovunum uttanlands á val degnum, at tað ber til at lata inn bræv atkvøðu til eitt nú kommunu ella universitetið, har lesandi eru, ella at tað verður gjørt samstundis, sum søkt verður um ferðastuðul (ella gjørt elektroniskt á annan hátt). VALSTAÐ Á VALDEGNUMEitt uppskot er, at tað ber til at greiða at-kvøðu eitt nú á føroysku sendistovunum uttanlands á valdegnum. Fyri at hetta skal verða gjørligt, er neyðugt at broyta vallógina, soleiðis at onnur valstøð enn kommunurnar verða møgulig. Hendan loysn in varð tó politiskt mett sum ivasom, tí ringt er at gera av, hvørji undantøk kunnu gerast. Keypmannahavnarnevndin hjá MFS heitti á fólk at greiða brævatkvøðu fyri valið í 2015 eitt nú á einum tiltaki í Føroya-hús in um. Til tiltakið vitjaðu føroyski sendi maðurin og onnur starvsfólk frá sendistovuni í Keypmannahavn, sum MFS HEVUR LEINGI ARBEITT VIÐ AT LÆTTA UM MANNAGONGDINA HJÁ LESANDI ÚTISETUM AT SKRÁSETA SEG TIL LØGTINGSVAL. TALAN ER UM KUNNGERÐ FRÁ , SUM ER SEINAST BROYTT Í JANUAR . VIÐ NÝGGJASTU BROYTINGINI VARÐ KRAVIÐ UM LESTRARVÁTTAN STRIKAÐ. MFS:Vilja lætta um valtilgongdina Katrin Fríða JógvansdóttirLesur løgfrøði á Københavns UniversitetBúsitandi í KeypmannahavnTorstein Jóhannes FríðfinssonLesur bygningsverkfrøði á DTUBúsitandi í Keypmannahavn40LØGTINGSVAL
Á hendan hátt hevði verið tryggjað, at tey flestu vóru skrásett (altíð), og sloppið hevði verið undan hurlivasa beint upp undir val. Vit eru varug við, at við einari tílíkari skipan eru nøkur, ið detta niður ímillum orsakað av, at øll ikki uppfylla treytirnar til at søkja um ferðastudning, m.a. tí viðkomandi ikki hevur verið les andi í ½ ár. Tí verður ikki ynskt, at verandi skipan verður avtikin, men at tann møgu leik in eisini er til staðar. TALGILDU FØROYARTá arbeitt hevur verið fyri at lætta um mannagongdina at atkvøða og manna-gongd ina at verða tikin upp á vallista, hava grund gevingar, um eitt nú at arbeitt verður við talgildum skipanum, og síðan at Talgildu Føroyar eru „á gáttini“, verið nýttar sum undanførsla fyri at betra um støðuna. Tað er undrunarvert, at heldur enn at leggja orku í sum skjótast at lætta um manna-gongdina og á tann hátt helst tryggja eina hægri luttøku av úti seta lesandi føroyingum at velja til løgtingsval og at luttaka í føroyska samfelagnum, verða undanførslur nýttar um, at ein tal gild skipan helst kemur skjótt. Hóast ongin við vissu veit, nær hon kemur. Roynd varð gjørd at betra um hetta tvey ár áðrenn, valið varð útskrivað í 2015, og hevur síðan verið arbeitt við at broyta hetta, men útlit eru ikki fyri, at nøkur stórvegis broyting verður gjørd. Útisetalesandi fingu tó eina gularót í januar 2018, tá ið kravið, um at prógva at ein var lesandi, varð strikað úr umsóknini. Hetta hevur lætt um hjá nøkrum, men er langt frá tí broyting, ið skal til fyri at tryggja hægri luttøku. Til løgtingsvalið í 2015 vóru 41% skrásett; lat okkum fáa hetta talið upp á 100% og valluttøkuna á sama støði, sum vallutøkan samlað er í Føroyum! Talan er um at broyta eina kunngerð, ið ikki skal samtykkjast í Løgtinginum, men bert kunngerast og setast í gildi av lands stýris-fólkinum. Tá til bar at broyta kunn gerðina í 2018, so átti at verið møgu ligt at gjørt eina nýggja broyting, ið munar enn meir. Í staðin fyri at halda fast í eini truplari og gamlari mannagongd, átti landsstýrið at gingið ynskinum hjá MFS á møti um at tvinna umsóknina um upptøku á vallista saman við umsóknini um ferðastuðul. Á henda hátt kunnu vit tryggja, at nærum 100% eru skrásett til valið, og kunnu vit tí hugsavna okkum um arbeiðið at fáa fólk á val.Vilja lætta um valtilgongdina Tá tú sum útisetalesandi skalt atkvøðaUm tú ert uttanlands, letur tú inn brævatkvøðu á einari føroyskari ella danskari sendistovuUm tú ert í Føroyum, kanst tú annaðhvørt: › fyri valið, lata inn brævatkvøðu í kommununi, har tú ert skrásettur á vallistanum › á valdegnum, velja sum vanligt á valstaðnum, har tú ert skrásettur á vallistanumTá tú skrásetir teg, skalt tú:1. Fylla út umsóknarblað um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands. Tú finnur hetta skjalið eitt nú á www.mfs.fo/val 2. Senda umsóknina a. til kommununa, tú seinast hevði bústað í Føroyumb. í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdaginKelda: Kunngerð nr. 137 frá 23. septembur 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 7 frá 29. januar 201841LØGTINGSVAL
MIÐALALDURIN I LØGTINGINUM ER , ÁR. LØGTINGSFÓLKINI HAVA NÓGVAR MEININGAR, HVUSSU TINGINI SKULU VERA, MEN HVAT HELDUR UNGDÓMURIN? MFS HEVUR SPURT UNGMANNAFELØGINI, HVUSSU TEY HALDA, AT VIT BEST TRYGGJA OKKUM EINA FULT KAPPINGARFØRA ÚTBÚGVINGARSKIPAN. Turið Jónleyg JohannesenLæknalesandi,Keypmannahavn42
Huxa metir, at tann mest týðandi parturin at fáa okkara útbúgvingarskipan kapp-ingar føra er at í størstan mun at tryggja, at tann lesandi fær góðar og viðkomandi arb eiðs-møguleikar eftir loknan lesnað. Lykilin til tað er at fáa arbeiðsmarknaðin og Setrið at samstarva og samskifta við hvørt annað.Huxa vil, at ein lesandi í minst møguligan mun skal koma út fyri, at hon/hann ikki fær eitt starv, ið viðkemur teirra útbúgving eftir lokna lestrartíð, ella – enn verri – at starvið, ið hon/hann fær, als ikki er tað rætta fyri viðkomandi.Tí metir Huxa, at í fyrsta liði skulu arb eiðs markn-að urin (tað almenna og privata) og Setrið hava eitt støðugt samskifti, har arbeiðsmarknaðurin gevur Setrinum metingar yvir, hvat bráðfeingis- og framtíðartørvurin á arbeiðsmarknaðinum er. Hareftir leggur Setrið sítt tilfeingi og sína orku tilsvarandi tí tørvinum.Vit skulu umganga, at tann lesandi brúkar ein stóran part av lívinum upp á eina útbúgving, ið kortini ikki er tann rætta fyri viðkomandi. Huxa vil, at arbeiðsmarknaðurin og Setrið fara í eitt samstarv, har allar útbúgvingar í mest møguligan mun tíðliga í útbúgvingarskeiðinum bjóða praktikpláss sum part av útbúgvingini, har tann lesandi fær eina kenslu av, hvat viðkomandi útbúgving kann bjóða í einum framtíðar arbeiðslívi.Tað er týdningarmikið, at tey, sum vilja fara undir hægri lesnað í Føroyum, kunnu velja sær eina út búgv ing, sum tey eru spent uppá. Eins týdn ing armikið er, at tann lesandi fær brúkt sína út búgv ing eftir loknan lestur. Tí má út búgv ing ar-skipanin verða soleiðis snikkað saman, at mann í fyrstu syftu hyggur at, sum omanfyri nevnt, hvat arbeiðsmarknaðinum tørvar, og aftrat tí um grund-ar lag er fyri at útbúgva hesi fólk í Føroyum. Soleiðis kunnu vit fáa eina útbúgvingarskipan, sum leggur seg eftir hægstu dygd á teimum økjunum, sum eru viðkomandi fyri føroysk lesandi og føroyska marknaðin.Um vit í Føroyum vilja hava okkara út búgv ing ar-skipan at kappast við tey útlendsku universitetini um tey útlendsku lesandi, so mugu vit eisini hyggja at, hvat er serstakt fyri okkum, og hvar vit skara framúr í mun til onnur lond. Her er tað upplagt, at vit í Føroyum bjóða dygdargóðar útbúgvingar innan maritimu økini. Men sum fyrsta stig eigur mann leggja seg eftir at fáa eina betri og meir umfatandi samskipan av arbeiðsmarknaðinum og útbúgvingarstovnunum í Føroyum.HuxaAHUXA„Huxa vil, at tann lesandi fær eitt viðkomandi starv eftir lokna útbúgving“43LØGTINGSVAL
Út búgv ing er ein avgerandi fortreyt fyri menn ing ina og kappingarførið hjá sam-felagn um. Ynskiligt við útbúgvingapolitikki okkara er at skapa búskaparvøkstur samstundis við, at vit ynskja at nøkta tørvin hjá tí einstaka menn-iskj anum fyri at ogna sær røttu førleikarnar og at gagnnýta møguleikarnar á arbeiðsmarknaðinum. HVAT YNSKJA VIT?Ungmannafelagið Samband ynskir, at allir borgarir í landinum skulu fáa eina førleikagevandi útbúgving í einari lagaligari útbúgvingarskipan á altjóða støði. Vit ynskja eina kappingarføra útbúgvingarskipan, ið hóskar til føroyska samfelagið. Tað er umráðandi at velja kvalitet heldur enn kvantitet. Vit vilja avmarka út búgv ing arnar og skulu til eina og hvørja tíð tryggja, at samsvar er millum tann tørvin, sum sam felagið bjóðar á arbeiðsmarknaðinum, og tær hægri útbúgvingarnar, sum tað almenna bjóðar út. ÚTBOÐ OG EFTIRSPURNINGUR SKULU SAMSVARAÚtboðið av útbúgvingunum í dag samsvarar ikki nóg væl til tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tískil er útboðið ikki nóg gott til eftirspurningin. Tað er ein yvirframleiðsla av ávísum útbúgvingum, meðan tørvurin á øðrum útbúgvingum ikki er nóg væl nøktaður. Tískil skal málið vera at seta tiltøk í verk, soleiðis at tað, sum vinnan og tað almenna eftirspyrja, samsvarar við tað, ið verður bjóðað út av útbúgvingum. Gerast skal ein strategisk meting av, hvørjar útbúgvingar vit sjálv kunnu megna at hava í Føroyum, og hvørjar vit heldur kunnu taka í útlandinum. Harumframt skulu tær útbúgvingar, ið vit velja at varðveita her í Føroyum, vera á altjóða støði og vera altjóða góðkendar, soleiðis at vit kunnu kappast við umheimin at fáa útlendingar at koma til Føroya at lesa, tí vit bjóða eina heilt serstaka útbúgving her.KAMPUSYnskiligt er, at øll undirvísing verður savnað á ein-um kampus ella øki. Endamálið er at útnytta sam-virkanarárin og at nýta felags høli, felags útbúnað, felags lærarar, undirvísing og annað. Tá vit skipa hægri útbúgvingar í eina stóra eind og tryggja góð viðurskifti og góðar fysiskar karmar, eru vit meira eiggilig fyri bæði føroyingar og útlendingar, ið ynskja at fara undir lesnað í Føroyum. Eisini skal hægri lestur á alnótini mennast. Føroyar skulu vera í fremstu røð á hesum øki og harvið økja munandi um útbúgvingartilboðini innan hægri lestur. Ungmannafelagið SambandBUNGMANNAFELAGIÐ SAMBANDEin fult kappingarfør útbúgvingarskipan44LØGTINGSVAL
FØROYAR SUM HEIMSINS BESTA LESTRARLANDVit í SU halda tað vera gott, at ung fólk leita sær út í heim at nema sær útbúgving, bæði til Danmarkar og longur út í heim. Tað er sunt at fara burtur at leita sær sær nýggjan íblástur. Kortini hava vit enn í dag tann trupulleikan, at nógv av teimum ikki flyta heimaftur. Av hesum missa vit bæði arbeiðsmegi og møguligan vøkstur og nýmenningMen samstundis er eisini neyðugt, at vit hava nóg nógvar og spennandi lestrarmøguleikar her heima, so tey, sum ynskja tað, kunnu lesa í Føroyum, antin alla útbúgvingina ella partar av henni. Tí Føroyar sum samfelag hevur, eins og øll onnur lond, brúk fyri ungdóminum í gøtumyndini og í almenna orðaskiftinum. Tí er tað eisini hugaligt at síggja, at lutfallið millum tey, sum velja at lesa í Føroyum og í Danmark, er broytt nógv síðstu árini, har fleiri nú velja at lesa í Før oy um. Helst er orsøkin, at vit hava fingið fleiri útbúgvingartilboð, og at tað í dag er eitt sindur kulari at lesa í Føroyum, enn tað var fyrr. Harafturat kann tað hugsast, at íløgurnar, ið hava verið gjørdar í lestrarumhvørvið seinastu fáu árini- eitt nú Finsen-lestraríbúðir og Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju – hava havt ávirkan á hetta.KAMPUS Í HEIMSKLASSAVit mugu hava eitt veruligt kampus, ein lestrarbý, har tað ber til at búgva bíliga, at lesa og at hava ymisk mentanar- og frítíðartilboð. Vit mugu hava eina heildarætlan fyri kampus, har vit byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur, eins og vit nú hava fingið Glasir. Søvnini mugu vera nærhendis og onnur til boð til lesandi og granskarar. SU heldur, at um-hvørvið úti á Frælsinum og á Vestaru Bryggju er eitt gott val – men vit høvdu heldur onki havt ímóti at lagt eitt kampus uppi í Hoydølum.Tað er spennandi at síggja, hvussu væl Sjó vinnu-húsið riggar. Felagshúsanin við Hugskotin um, Films húsinum og Setrinum hevur skapt spennandi sam størv, synergiir og eina íverksetaramentan, sum vit ongantíð hava sæð í Føroyum fyrr. Hetta er avgjørt vert at byggja víðari á, tí tað er gagnligt bæði fyri Setrið og tey ungu, sum halda til har longu nú.Vit í SU hava sera ilt av, at Námsvísindadeildin, við lærara- og pedagoglesandi, heldur til í Venj-ing ar skúlanum, sum er í sera ringum standi. Tann deildin skuldi fingið betri umstøður sum skjótast, tí har er heldur onki sosialt umhvørvi. GÓÐAR OG BÍLIGAR ÍBÚÐIRSU heldur, at Venjingarskúlin skuldi verið um bygd ur til bíligar lestraríbúðir, so skjótt sum skúla børn ini eru flutt út í nýggja Skúlan á Fløtum. Bústaðir gandaði Kommunuskúlan til spennandi og bíligar íbúðir, og tað er akkurát tað, sum vit hava brúk fyri. Ja, í Venjingarskúlanum kundu vit skapt tað føroyska Oyrasundskollegiið. FJARLESTUR OG SKIFTISSKIPANIRKampus Føroyar skal eisini vera heimsins besti fjar-lestrardepil, har vit herúti í Atlantshavi kundu latið upp fyri øllum heimsins útbúgvingum. Við røttu strategiini, nýggjastu tøknini, super vegleiðarum og einum spennandi lestrarumhvørvi kundu fólk lisið hvat sum helst og nær sum helst í Føroyum. Tá høvdu enn fleiri valt Føroyar sum lestrarland – eisini útlendingar, tí her er bæði trygt, friðarligt, reint og vakurt, og tað eftirlýsa nógv fólk í dag. Á hendan hátt ber til at seta Føroyar á heimskortið – eisini sum lestrar-og granskingarland. CSOSIALISTISK UNGLestrarlandið Føroyar45LØGTINGSVAL
Um Føroyar skulu hava eina kappingarføra útbúgvingarskipan er neyðugt at hyggja at, hvussu lestrarlívið er aðrastaðni, og hvat tað er, sum dregur føroyingar til útlondini. Í Ungum Sjálvstýri halda vit tó ikki, at tað er ein vansi, at okkara mongu lesandi útbúgva seg aðrastaðni. Tað vísir seg tó, at tað eru fleiri, sum kundu hugsað sær at verið verandi í Føroyum, men sóu ikki møguleikan fyri tí. Hetta má sjálvsagt broytast.Størsti kappingarneytin er Danmark, og ein av avgerandi mununum er fíggjarligi parturin. Tað er eingin ivi, at tað er munandi lættari at vera lesandi í Danmark, tí útbúgvingarstuðulin er hægri og livikostnaðurin lægri. Skulu Føroyar hava ein kappingarføran útbúgvingarstovn, mugu vit bjóða lestraríbúðir til ein rímiligan prís, sum samsvarar við útbúgvingarstuðulin.DENTUR Á SOSIALAN FELAGSSKAPSetrið hevur tey seinastu árini ment út búgv ing ar-tilboðini, og tað skulu tey hava rós fyri. Hetta, meta vit, er ein fortreyt fyri kappingarførið. Vit meta tó, at tann sosiali felagsskapurin millum lesandi manglar í føroysku útbúgvingarskipanini. Uttanlands gera útbúgvingarstovnarnir nógv fyri trivnaðin hjá teimum lesandi, og kanningar vísa eisini ein samanhang millum trivnað og lesandi, sum fella frá. Í Danmark og aðrastaðni hava fleiri universitet eitt campus við bókasøvnum, kantinu og hølum til tey lesandi at brúka til ymiskt virksemi. Harafturat verður dúgliga skipað fyri tiltøkum, sum ikki hava beinleiðis týdning fyri lesnaðin, so sum fyrilestrar, skeið, kappingar, veitslur, temadagar og annað, sum kann skapa trivnað og felagsskap millum tey lesandi. Hetta hevur kanska ikki fyrsta prioritet, og tað er eisini skiljandi.Vit mugu tó viðurkenna, at hetta hevur stóran týdning fyri ungdómin, og tað hevur ein avgerandi lut í, hvørt ein lesandi velur ella vrakar. Vit meta tí, at um føroyskir útbúgvingarstovnar skulu gerast kappingarførir, so má størri dentur verða lagdur á trivnað og sosiala felagsskapin mill-um lesandi.Ungt SjálvstýriDUNGT SJÁLVSTÝRIKappingarføri: Trivnaður í lestrartíðini46LØGTINGSVAL
Eitt framkomið samfelag, er eitt samfelag, ið leggur stóran dent á útbúgving, vitan og gransking. Fróðskaparsetur Føroya hevur í fleiri ár virkað sum vitanardepil Føroya, og hetta skal Setrið sjálvsagt eisini verða í framtíðini. Eitt framkomið samfelag er eisini eitt samfelag, ið hevur ein virknan og framfúsan ungdóm.Tað er einki loyndarmál, at Føroyar eru góðar at útflyta fisk – og ungdóm. Vit mugu ikki taka tað fyri givið, tá ungdómurin velur at verða verandi í Føroyum at nema sær útbúgving. Tað er ein samanhangur millum fólka vøkst ur og útbúgvingarmøguleikar. Vit kunnu ikki koma rundan um, at skal fólkatalið í Føroyum vaksa, og skulu Føroyar frameftir gerast meira tíð ar-hóskandi og lokkandi fyri føroyskan ungdóm, so er týdn ing armikið, at útbúgvingarøkið av álvara verð ur raðfest. Tað er eisini ein týdningarmikil liður í stríðnum fyri teimum frælsu Føroyum, at vit raðfesta útbúgving á føroyskum og til føroysk við ur skifti. Skulu Føroyar sjálvar í framtíðini t.d. røkja dóms valdið, so er týdningarmikið, at møguleiki er at út búgva løgfrøðingar í Føroyum eftir føroyskum for treytum. Tað er miðnámsskúlanæmingunum á Glasi væl unt við nýggjum og glæsiligum bygningi. Hetta er eitt gott stig at skipa og menna mið náms-út búgvingarnar í Føroyum. Men tað slepst ikki undan, at Setrið má savnast. Vit mugu byggja eitt universitet, ið er kappingarført við universitetini kring okkum. Føroyar mugu skapa allar fortreytir, skal ungdómurin velja Føroyar; tað kemur ikki av sær sjálvum. At velja at raðfesta útbúgving í Føroyum er at velja ungdómin til. Mann hoyrir nógv føgur orð at raðfesta Setrið, men enn mangla vit at síggja handlingar. Nógv meira peningur skal játtast á fíggjarlógini enn tað, ið verður játtað nú. Setrið skal raðfestast við hálvari milliard; ferð skal setast á at byggja eitt savnað Setur, og núverandi útbúgvingar skulu styrkjast, samstundis sum fleiri skulu bjóðast út; at byrja við jura og medisin. Unga Tjóðveldið vil, at gongdin verður vend. Komandi árini skulu fleiri føroyingar vera undir hægri lesnaði í Føroyum enn í útlondum. Føroyum tørvar ein virknan ungdóm, ið førir samfelagið framá. Hetta hendur ikki, um vit ikki raðfesta útbúgving; hetta hendir ikki, um vit halda á fram at útflyta dýrabarasta tilfeingið – ungdómin.EUNGA TJÓÐVELDIÐSetrið skal raðfestast við hálvari milliard47LØGTINGSVAL
Stóra framgongdin hjá okkum á út búgv ingar-økinum er gleðilig at síggja, og tað eru fleiri, ið velja at útbúgva seg í Føroyum. Millum annað hevur Setrið tikið seg nógv fram á øllum økjum seinastu árini, men enn er langt á mál, um vit vilja kallast eitt lestrarland, har ung stroyma til at savna sær vitan og royndir. Vit mugu hyggja neyvt eftir, hvør tørvur er á arbeiðsmarknaðinum og síðan royna at nøkta tann tørvin, men framvegis varðveita frælsi hjá fólki at velja sína dreymaútbúgving.Eitt økið, ið tørvar eina yvirháling, eru fysisku karmarnir hjá Fróðskaparsetrinum. Setrið er deilt í ymisk hølir kring alla Havnina. Ein savnan av teim-um ymsu deildunum á Setrinum hevði verið við til at skapt trivnað og eitt lestrarkent andarúm. Eisini eru núverandi trupulleikar við hølunum teir, at fleiri skúlastovur eru upprunaliga ætlaðar at vera skrivstovur og tí ikki eru hóskandi sum skúlastovur. Tó skal viðmerkjast, at tað ikki er skilagott at byggja ein høvuðsbygning til Setrið í núverandi støðu, tá byggivinnan er „um at kóka yvir“.Eitt annað, ið nakað skal gerast við, er úrvalið av fram haldslestri. Her meina vit við hægri lesn að. Vit hava eitt gott úrval av samfelagsligum út búgv-ingum í núverandi løtu, tó síggja vit, at úrvalið innan tøkniligar útbúgvingar ikki er heilt nøktandi. Vit fegnast sjálvandi um, at Fróðskaparsetur Før oya bjóðar útbúgving innan kt-verkfrøði og orku verk-frøði, men tøkni er eitt ógvuliga stórt øki. Eisini síggja vit, at tørvur er á serliga nógvum verk-frøð ing um í fram tíðini. Tí halda vit, at Setrið skal bjóða fleiri út búgvingar innan hetta økið, so sum maskin- og byggi verk frøði og aðrar náttúru vísinda-lig ar útbúgvingar.Í miðlunum seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um tørv in á fólki við handaligum útbúgvingum. Hetta er ein trupulleiki, sum nakað eigur at gerast við. Í dag er ikki óvanligt, at miðnámsskúlanæmingar fara út á skúlar at halda ein stuttan fyrilestur um miðnámsútbúgvingina. Tað er gott, at fólk fáa høvið at hoyra um møguleikarnar eftir fólkaskúlan, tó meina vit, at kunning um handaligar útbúgvingar manglar.Eisini halda vit, at fleiri, sum í roynd og veru høvdu verið betri egnað at tikið eina handaliga útbúgving, fara miðnámsleiðina, tí tað gera vinirnir. Tað er fínt at fylgja og vilja vera saman við vinum sínum, tó er hetta kanska ikki besta loysnin fyri framtíðina hjá tí einstaka. Vit meta tí, at próvtalsmark til upptøku á miðnámi er neyðugt. Hetta merkir ikki, at um próvtøl tíni frá fólkaskúlanum ikki eru nøktandi, so sleppur tú ikki inn á miðnám. Um próvtøl tíni liggja undir ásetta markið, so skal umsøkjarin sleppa til eina upptøkuroynd, sum skal endaliga avgera ivamálið.At enda meta vit, at eitt framtíðarmál hjá einum kapp ing ar førum lestrarlandi eigur at vera, at út-lendingar ynskja at koma til Føroya at útbúgva seg. Hetta gera vit við at bjóða útbúgvingar á enskum og marknaðarføra tað sum nakað heilt serligt at útbúgva seg í Føroyum. Allar hesar ætlanir fylgja tí leistinum, ið Framsøkin Ung ynskir, sum í stutt-um er at styrkja kjarnuvælferðina og samstundis effektivisera hana á skynsaman hátt.FFRAMSØKIN UNGHandaligar og tøkniligar útbúgvingar og EITT Setur48LØGTINGSVAL
Í UfM hava vit ikki ta hugsanina, at føroyska út-búgvingarskipanin er í kapping við Danmark og onnur lond. Størsti trupulleikin, sum vit hava viðvíkjandi útbúgving í Føroyum, er, at vit ikki geva øllum okkara ungu møguleikan at útbúgva seg heima, og tískil verða tey noydd at flyta av landinum fyri at lesa. Tey ungu halda, at tað er attraktivt at lesa á Fróðskaparsetrinum, og tí er tað eisini hørð kapping um at fáa eitt av teimum fáu plássunum har. Setrið fekk í summar 332 umsóknir til bachelor-útbúgvingarnar, men harav fingu bert 227 eitt lestrarpláss. Serliga tær stóru útbúgvingarnar so sum sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, KT-verkfrøði og læraraútbúgvingin hava nógv fleiri umsøkjarar enn tøk lestrarpláss hvørt ár – upp til tvær til tríggjar ferðir so nógv. Hetta sigur okkum, at tey ungu vilja lesa í Føroyum, men tey hava bara ikki møguleikan, tí teirra dreymaútbúgving verður ikki boðin út á Setrinum.Tí skal hægsta politiska raðfesting verða at syrgja fyri, at Setrið kann bjóða fleiri útbúgvingar út. Hetta krevur fyrst og fremst eina økta fíggjarjáttan til Setr ið, sum fyri 2019 kann vænta eina játtan á 106 milliónir krónir – hetta er bara umleið helvt in av upphæddini, ið Danmark brúkar uppá hægri útbúgving pr. borgara. Mann skuldi sett ein verk-ætlanar bólk á stovn við politikkarum og ser frøð-ing um, ið kundu gjørt eina menningarætlan fyri Fróðskaparsetrið (eins og mann gjørdi við heilsu-verk inum í 2016). Sostatt skuldi mann fingið greiðu á, hvørjar útbúgvingar Setrið realistiskt sæð kann bjóða út, um Løgtingið gav eina nøktandi játtan. Eisini skal mann verða betri til at samstarva við útlendsk fróðskaparsetur, soleiðis at betri møgu leik-ar verða fyri fjarlestri og at taka lutvísar útbúgvingar.Hendan stjórnin hevur heldur valt at hækka lestrar stuðilin til hægri útbúgving við tí fyri eyga at fáa fleiri at lesa í Føroyum. Hetta er tó eitt óhóskandi stig at taka, tí har er ikki prógv fyri, at lestrarstuðul er við til at eggja fleiri fólki at lesa. Hyggja vit eftir Danmark, sum veitir heimsins hægsta lestrarstuðul, so eru tey bara í miðjuni millum OECD-lond, tá tað kemur til tal av fólki við hægri útbúgving. Danmark er m.a. Aftan fyri USA, Bretland og onnur lond, ið ikki hava skattafíggjaða útbúgving og lestrarstuðul. Av fíggjarlógini fyri 2019 eru 55 milliónir settar av til lestrarstuðul til lesandi á hægri útbúgving í Føroyum. Høvdu vit heldur brúkt hesar pengarnar at hækka játtanina til Setrið og syrgt fyri at hækka undirvísingarstøðið og útboð av útbúgvingum, so hevði talið av lesandi í Føroyum óivað verið størri.HUNG FYRI MIÐFLOKKIN„Hvussu fáa vit eina fult kapp-ingarføra útbúgvingarskipan?“49LØGTINGSVAL
NÆR SKAL SØKJASTUmsóknin, ið skal váttast av út búgv-ingar stovninum, skal verða móttikin og avgreidd í kommununi í seinasta lagi tríggjar vikur áðrenn valdagin. Summar kommunur taka ímóti umsóknum, ið er skannaðar inn og sendar teimum, um tað tekur ov langa tíð at senda um-sóknina við posti.Tað er ymiskt, hvussu langa tíð tær ymsu kommunurnar brúka at avgreiða umsóknirnar, men umleið ein vika fer við málsviðgerðini. Hetta ber í sær, at les-andi, ið vilja vera vís í at sleppa at at kvøða, eiga at senda umsóknina um upptøku á vallistanum í seinasta lagi 4-5 vikur áðrenn valdagin.Tað ber til at søkja um upptøku á val listanum alt árið – óansæð um tað er valár ella ikki. Fyri ikki at koma í tíð-ar neyð, kann tað vera ein fyrimunur at senda umsóknina í góðari tíð. Á henda hátt verður bert eftir at avgreiða sjálva atkvøðuna, tá valið verður útskrivað.Mannagongdin at søkja um upptøku á vallista er tann sama, óansæð hvar í heiminum ein lesur.AT VELJAEr ein ikki í Føroyum, kann ein senda bræv atkvøð una longu fýra mánaðir, áðrenn valið er. Tað er tó helst lættast at bíða, til allir vallistarnir eru klárir, so ein LUTTØKA ER ÁVIRKANMFS vil tryggja limum okkara mest møgu liga ávirkan á lestrarviðurskiftir í Før oy um. Tað er hugsjónin hjá MFS, at besta ávirkanin fæst við luttøku. Avgerðir verða tiknar av teimum, ið luttaka. Tí vil MFS heita á øll lesandi at luttaka á løgtingsvali og á tann hátt vera við, tá ið avgerðir verða tiknar.LESANDI UTTANLANDSÍ samband við løgtingsval í Føroy um hava føroyingar, staddir uttanlands í lestrar ørind um, møguleika at luttaka á løgtings vali umvegis brævatkvøðu. Áðr-enn tað er gjørligt at atkvøða umvegis bræv atkvøðu, skulu lesandi uttanlands søkja um upptøku á løgtingsvallistanum í teirri kommunu í Føroyum, har tey sein-ast vóru skrásett í fólkayvirlitinum.Við umsóknini skal eisini vera ein lestrar váttan frá útbúgvingar stovn-inum. Hevur tú lestrarkort, so kann hetta nýtast sum váttan. Tak avrit av kort in um og send tað inn við um sókn-ini. Hevur tú ikki lestrarkort, mást tú fáa aðra váttan frá út búgv ingar stovn-in um. Á fleiri út búgv ingar stovn um kann ein lestrarváttan prentast út frá tíni persónligu síðu á intranetinum hjá út búgv ingar stovn inum. Ella tú setir teg bein leiðis í samband við út búgv ingar-stovn in og biður um eina váttan.veit, hvat er at velja ímillum. Er ein hin-vegin í Føroyum, tá valið er (t.d. í summar-feriu), so kann ein fara á valstaðið sjálvt at velja, um ein er á vallistanum. Ein skal bara hava prógv við.Vil ein senda brævatkvøðu úr Dan-mark til føroyska valið, ber til at fara til somu støð, sum danskir borg arar brúka til donsk val. Fyri at bræv at kvøða uttan fyri danska ríkið, skal ein møta á før oyskari ella danskari sendistovu ella konsulati. Í báðum førum skal tað vera við prógvi, t.d. eitt pass. Sendistovurnar ella konsulatini hava eitt pappír, ið ein skal skriva navnið (við tilskilan til flokkin, um viðkomandi er í einum flokki), flokkin ella bókstavamerkið hjá einum flokki, ið ein vil atkvøða fyri, á.Um tað er langt at fara til konsulat ella sendistovu, kann tað vera eitt hugskot at tryggja sær, at tey hava fingið pappírini sendandi, ið ein skal brúka til at atkvøða. Vanliga verða hesi send sendistovum/konsulatum, tá seinasta freist at halda val nærkast, ella tá val verður útskrivað í ótíð.Tað ber til at senda fleiri brævat kvøð-ur, eins og tað ber til at møta upp og at kvøða, um ein hevur sent eina bræv at-kvøðu. Ger ein tað, verður gamla bræv at-kvøð an tikin burtur áðrenn upp teljing ina, og nýggjasta atkvøðan telur.Skráseting til Løgtingsval50LØGTINGSVAL
Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands NB. Umsóknir, sendar inn ov stutta tíð áðrenn valdagin, kunnu ikki roknast avgreiddar til valið. Sendast til: Fólkayvirlitið í seinastu Bústaðarkommununi At útfylla av fólkayvirlitinum Valrættardagur Stempul Dagur Sign. 1. Umsøkjarin, ið hevur fyribils tilhald uttan fyri Føroyar, søkir um upptøku á vallistan Øll fornøvn og millumnøvn: Føðingardagur: Eftirnavn: Bústaður uttanlands: Seinasti bústaður í Føroyum: Fardagur: 2. Útbúgvingin uttanlands Heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum 3. Aðrar upplýsingar 4. Undirskrift Skeiv skrivlig váttan kann eftir § 162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir Dagur ________________________________ Undirskrift
Hug at granska? Tú kanst fáa ráðgeving og stuðul til gransking frá Granskingarráðnum www.gransking.fo
Hug at granska? Tú kanst fáa ráðgeving og stuðul til gransking frá Granskingarráðnum www.gransking.fo
Tema
EINGIN SÁLARFRØÐILIG HJÁLP TIL LESANDI Á FRÓÐSKAPARSETRINUM 56 STRONGD 58 HVÍ ER TAÐ GOTT AT HAVA EITT GOTT STAÐ AT LESA? 62 ÁLASTEVNA 66tema: Lesisalar/umhvørvitema: Sálarfrøðitema: Álastevna
Sum lesandi er lætt at ger ast strongd ur, kenna einsemi ella ótta. Tær mongu próvtøk urn ar, ó telj andi síðurnar, sum skulu lesast, upp gáv urn ar, ið skulu loys ast, og tráð an in eftir tí góða próv tal in um eru tættir, ið sam an kunnu gera, at ger and is dagurin hjá einum les andi verð ur ov tungur ella strongdur. Sam bært donskum kann ingum kenna á leið helvtin av donskum lesandi seg strongd, og úrslit frá trivnaðar kann ing ini hjá Fróð skap ar setr inum fyri 2017 vísa har um framt, at yvir 67 % av teim um lesandi viðhvørt kenna seg strongd. Trupulleikin er tó, at tað á Fróð-skapar setr in um, har tað dagliga starvast fleiri enn 1000 fólk, eingin sálarfrøðingur er í starvi, og einki skip að samstarv er við sálar frøð ing ar utt an fyri stovnin. Tískil hava tey les -andi ikki møguleika fyri at venda sær til ein sálarfrøðing, ið kann veita skikk aða hjálp, um tey stríðast við eitt nú strongd, einsemi ella ótta í sam band við lesturin. Og trupul leik in gerst ikki minni av, at lestrar-stuð ul in í Føroyum er lágur í mun til kostnaðarstøðið. Nógv lesandi eru av hesari orsøk fíggjarliga sperd og hava tískil ikki møguleika fyri at finna sær neyðugu hjálpina hjá einum sálarfrøðingi.Í løtuni starvast tríggir lestrar veg leið ar ar á Fróð skap ar-setrinum. Lestrar vegleið ar arnir kunnu vegleiða lesandi um eitt nú lesturin, próvtøkur, starvsynskir, út búgv ing-ar stuðul, fakligt innihald og so fram vegis. Teir veita eisini stuðul og hjálp við persónligum spurningum í sam bandi við útbúgvingina, men taka ikki – og skulu undir ongum umstøðum taka – ábyrgd á seg um at vegleiða fólk um álvars ligar persónligar ella sosialar trupul leikar. Ofta sam an-bera vit okkum við granna lond okkara, og eitt nú í Svøríki og Danmark eru sálarfrøðingar í starvi á nærum øllum teimum lærdu há skúl unum, ið veita hjálp til tey lesandi, sum venda sær til teirra við ymsum sálarligum av bjóð ingum. Í Danmark er tænastan ókeyp is hjá teimum lesandi at nýta, og bíðitíðin er long, tí hvørt ár eru tað fleiri enn 5500 lesandi, ið venda EINGIN SÁLARFRØÐILIG HJÁLP TIL LESANDI ÁFróðskapar-setrinumSÁL:Maria Svabo SamuelsenFøroysk Sálarfrøðilesandi, forkvinna56TEMA: SÁLARFRØÐI
seg til sál ar frøðingarnar. Hetta gevur eina ábend ing um, at tað er tørvur á eini slík ari tænastu í lestrarumhvørvinum, og ein kann ikki ímynda sær annað, enn at hetta ger seg galdandi á Fróð-skapar setr in um. Spurningur kann eisini verða settur við, um tað ikki eisini loysir seg fíggjarliga hjá samfelagnum at gáa um sálarheilsuna hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, av tí at hetta væntandi kann fyribyrgja fráfalli millum tey lesandi, einum falli til próv tøk urnar ella at nógv lesandi verða seink að í síni útbúgving. Hóast hetta kann kennast møti mik ið, so er vón fyri framman. Í Heildar ætl-anini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum Heilsu- og Innlendismála ráð ið gav út á Altjóða Sálarheilsu degn um hin 10. oktober 2018, verður í teim um 39 tilmælunum greitt frá, hvørji átøk arb eiðis bólkurin mælir til at raðfesta kom andi tíðina. Eitt av tilmælunum snýr seg um at gera eitt samstarv millum lestrar vegleiðarar og sálarfrøðingar, so at lesandi á Fróðskaparsetrinum eisini hava møguleika at fáa sálarfrøðiliga hjálp, um tørvur skuldi verið á tí. Arbeiðsbólkurin metir, at sálarfrøðiliga skipanin, sum nýliga varð sett í verk á miðnámi, har næm ingar hava møguleika fyri trimum til fimm samrøðum við sálarfrøðing, við fyrimuni kann víðkast til at fevna um næm ingar í framhaldsdeild og á Fróð-skap ar setrinum. Í SÁL fegnast vit um og taka undir við hesum til mælum og vilja við hesum heita á landsins fólka valdu um at fylgja tilmælunum, so at lesandi á Fróð skap ar-set rinum ikki eru fyri sviðusoð við víkj andi møgu leik an um at nema sær sálarliga hjálp í lestr ar tíðini. Vegna nevndina í SÁL, lestrarfelagið fyri Føroysk SálarfrøðilesandiMaria Svabo Samuelsen, forkvinnaÍ Danmark er tænastan ókeyp is hjá teimum lesandi at nýta, og bíðitíðin er long, tí hvørt ár eru tað fleiri enn 5500 lesandi, ið venda seg til sálarfrøðingarnar57TEMA: SÁLARFRØÐI
Strongd
ER STRONGD BARA TIL ÓNÁÐIR?Tað modernaða samfelagið setur okkum nógv krøv, sum byrja, tá vit eru børn, og enda ikki, fyrr enn vit enda. Tá ið krøv tykjast ov torfør, kunnu vit merkja nakað, sum kallast strongd. Strongd hevur ringt orð á sær, og nógv halda kanska, at okkara lív helst skulu vera so strongdarleys sum gjørligt. Hetta ringa umdømið er kanska ikki ringt at skilja. Tey flestu uppliva av og á, at strongd er til ónáðir – t.d. tá ið vit skulu til próvtøkur, hava torførar uppgávur í starvinum ella skulu framføra fyri fólki. Strongd í lítlum nøgdum er óbehagilig – men ikki endiliga skaðilig. Strongd yvir longri tíð kann tó vera beinleiðis skaðilig fyri heilsuna. Strongd er tískil óynskilig í summum støðum, skaðilig um hon varðar ov leingi, men hon kann í veruleikanum eisini vera sera gagnlig í smáum nøgdum – enntá lívsneyðug. HVAT ER STRONGD?Sagt so einfalt og stutt sum gjørligt, so er strongd orsakað av einari ketuandgerð, sum hendur í kroppinum hjá menniskjum og nógvum dýrum, tá ið vit uppliva ein vanda. Hendan ketuandgerðin kann samanberast við eina innbygda skipan í likaminum, sum leitar eftir vanda, og sum ger nakrar broytingar í likaminum, tá ið vandi er til staðar, soleiðis at vit best kunnu handfara vandan. Hendan skipanin er tíverri ikki fullkomin. Stutt sagt vil hon heldur ovmeta ein vanda enn at undirmeta ein vanda. Hon vil heldur fara frá ov ofta enn eina ferð ov sjáldan. Orsøkin til tað er, at hon má vera so skjót sum gjørligt, soleiðis at vit kunnu reagera skjótt við vandar. Vansin við hesi skjótu ferðini er, at hon eisini er óneyv. Hon kann hjálpa okkum t.d. tá ið ein bjørn rennur eftir okkum, men hon kann eisini fara í gongd uttan nógva nyttu, tá ið vit skulu til eina torføra próvtøku, ella tá vit hyggja at einum óhugnaligum filmi. Fer hendan skipanin ov ofta í gongd, og er hon ov leingi frá, so er hon tíverri sera óbehagilig og eisini beinleiðis skaðilig fyri likamið.Dávur í DaliMSc Klinisk SálarfrøðiReykjavíkStrongd er tískil óynskilig í summum støðum, skaðilig um hon varðar ov leingi, men hon kann í veruleikanum eisini vera sera gagnlig í smáum nøgdum – enntá lívsneyðug59TEMA: SÁLARFRØÐI
Fyri at lýsa akkurát hvussu strongd virkar, kann vera gagnligt at lýsa tað út frá einum dýri. Dýrini verða ikki strongd av kompleksum tingum sum próvtøkum ella framførslum – tað, sum gevur teimum strongd, er nógv einfaldari, men tað er størst sæð tann sama skipanin, sum fer í gongd hjá bæði dýrum og menniskjum, tá ið vandi er til staðar. Ímynda tær eina haru. Hon er á einari fløtu umgyrd av grasi, og hon hevur tað gott. Brádliga sær hon nakað, ið líkist eini ørn, sum kavar niður uppi yvir sør. Sansirnir senda hesar upplýsingarnar til heilan á haruni, og hann brúkar ikki nógva tíð at hugsa, um hetta nú veruliga er ein ørn ella ikki. Heilin avger umgangandi, at hetta kann vera hættisligt, og tá byrjar ketuandgerðin. Í blóðið fara hormonir, sum gera allan kroppin kláran til at reagera upp á vandan. Hjartaslátturin og andadrátturin økjast, og blóðið streymar út í vøddarnar frá restini av kroppinum, so at hann er klárur at reagera skjótt. Øll uppmerksomheitin er nú á vandanum, og eyguni og oyruni spíla seg út fyri at fylgja við honum. Møguleikarnir í støðuni eru: at berjast, at flýggja og at frysta. Haran spelar avstað og megnar at renna undir eitt træ. Komin undir træið sær hon, at tað, ið hon helt vera eina ørn, veruliga var eitt blað, sum feyk í vindinum. Óansæð hvat vandin veruliga var, so upplivdi hon, at vandi kundi vera til staðar. Strongdin í hesum førinum var stutt og kann barga henni, tá ið hon heldur seg síggja eitt ránsdýr. Um ein leyva brádliga var nærhendis tær, so hevði sama ketuandgerðin farið í gongd í tínum kroppi. Hormonir høvdu farið út í blóðið, sum gera, at blóðið fer frá innvølunum og út í vøddarnar. Tú hevði antin barst, flýggjað ella fryst. Munurin millum okkum og haruna er, at fyri haruna hevur tað onki at siga, hvat aðrar harur halda um seg, og hon brúkar ikki tíð at hugsa um, hvat aðrar harur hugsa um seg. Umframt at ræðast kropsligar avleiðingar, so ræð ast menniskju eisini kompleks ting sum til dømis ímyndaðar vandar og sosialar avleiðingar. Okkara tilvera kann blíva sera torfør, um vit ikki hava bústað, starv, vinir o.s.fr. Vit ræðast avleiðingarnar, tað kann hava, um vit ikki hava hesi tingini ella ikki megna tað, ið vit vilja megna. Tá vit hugsa um alt tað ringa, sum kann henda, hevur tað júst somu ávirkan á kroppin, sum eitt vanda mikið dýr kann hava á haruna. Hormonir fara út í blóðið, hjartaslátturin og anda drátt urin økjast, og blóðið streymar út í vødd arnar frá restini av kroppinum. Um vit ikki sleppa burtur frá vandanum, ikki fáa loyst vandan ella áhaldandi uppliva ymisk ar vandar yvir longri tíð, kann hendan skipanin, vit hava í likaminum, gerast heilsuskaðilig fyri okkum. Tíbetur er strongd ikki ein stórvegis trupulleiki fyri tey flestu. Tey flestu eru strongd av og á í stutt tíðarskeið og merkja ongar stórvegis keðiligar avleiðingar av hesum. Fyri summi er tilveran tó tíverri meira strongd enn fyri onnur. Summi seta sær sera høg krøv. Summi ímynda sær reglu liga alt tað ringasta, ið kann henda, um tey ikki megna uppgávuna, sum liggur okkum fyri hendi. Summi sannføra seg sjálv um, at onkur útbúgving, okkurt starv ella onkur persónur er lívsneyðugur fyri seg. Á henda hátt kunnu vit gera tað ógjørligt fyri okkum at ikki vera strongd. Ein faldasta uppskriftin at minka strongd er at sova væl, eta sunt, tosa við síni nærm astu um stúranir og ikki seta sær sjálvum ov stór krøv. Ongin klárar seg altíð líka væl, og øll standa seg illa av og á í ymiskum. Er strongd ein áhaldandi trupulleiki, so kann vera neyðugt at tosa við ein sála frøð ing ella ein lækna um trupul leikan.Munurin millum okkum og haruna er, at fyri haruna hevur tað onki at siga, hvat aðrar harur halda um seg, og hon brúkar ikki tíð at hugsa um, hvat aðrar harur hugsa um seg60TEMA: SÁLARFRØÐI
Yviri við Strond 6Postsmoga 215110 TórshavnTel. +298 401000bustadir@bustadir.fowww.bustadir.foTREYTIRNAR ERU, AT TÚ ERT· limur hjá Bústøðum· undir útbúgving, ið er góðkend til at geva lestrarstuðul ella· lærlingur við lærlingalønTEKNA TEG SUM LIMumvegis heimasíðu okkara, og tú kemur á bíðilistan til lestrarbústaðir.ERT TÚ LONGU LIMURso set teg í samband við okkum og tryggja tær, at tú ert skrásett/ur á bíðilistanum til lestrarbústaðir.LestrarbústaðirFinsen: 33 íbúðirNæmingaheimið undir Fjalli: 36 kømurStudentaskúlaheimið í Berjabrekku: 16 kømurVit hava útvið 250 góðar og nútímans leigubústaðirkring alt landið. Harav eru 85 lestrarbústaðir í Tórshavn.Øll tey, ið eru áhugaði í møgu leika num at leiga ein lestrar bústað, skulu gerast limir hjá Bústøðum og við merkja, at tey ynskja ein lestrar bústað. Um tú longu ert limur hjá Bústøðum, set teg so í samband við okkum fyri at tryggja tær, at tú hevur frámerki sum lesandi. Á heimasíðu okkara er nærri kunning um lestrar bústaðirnar, har tú kanst síggja myndir, tekningar og kunna teg um leiguprísirnar.
Tá eg byrjaði at lesa, las eg nógv heima. Eftir eina tíð byrjaði eg at seta meg á kafé og bókasavn at lesa, tí at eg føldi ikki, at eg fekk savna meg um míni skúlating, meðan eg sat heima. Tey flestu kenna tað nokk: nú kundi mann gott nokk eisini ruddað íbúð ina, vaska klæðir ella hugt at nýggj-asta partinum av eini sjónvarpsrøð; sum oftast er tað ein sjónvarpsrøð fyri mítt viðkomandi.Sum heild haldi eg, at tað er best at fara heimanífrá, tá mann skal gera skúla-ting. Sjálv royni eg altíð at fáa øll míni skúlating gjørd, meðan eg eri í skúl an-um, so at eg kann hava frí, tá eg komi heim. Hetta ger, at eg havi meira tíð til frítíðarítriv og vera saman við vinfólki.Tá eg byrjaði upp á at finna onnur støð at gera skúlating, sat eg ofta á kafé. Men so við og við byrjaði eg at sita meira og meira á bókasavni. Grundin til hetta er, at á bókasavninum vóru fleiri lesandi, sum høvdu sama endamálið sum eg: gera skúlating. Hetta haldi eg vera meira motiverandi. Á kaféini vóru endamálini jú blandað, onkur las, men fleiri sótu heldur og prátaðu og hugnaðu sær. Nú eri eg oftast á bókasøvnum úti á KUA, har eg eisini gangi í skúla. Eg haldi eisini, at tað er gott at variera tað eitt sindur eisini, so eg havi trý ymisk bóka-søvn á skúlanum, sum eg brúki. Og so ikki at gloyma, at kaffi kostar nógv minni enn á kafé. Nú er tað heldur ikki soleiðis, at tað ikki er gott at sita heima og lesa, tað kann saktans vera líka gott.MEN fyri meg er tað gott at hava eitt gott stað at lesa, tí tað gevur mær struktur og motivatión.Borgný Súsonnudóttir HansenAudiologopædi, á Københavns UniversitetHví er tað gott at hava eitt gott stað at lesa?62TEMA: LESISALAR/UMHVØRVI
Borgný: 4 av 5 uglumTurið: 2 av 5 uglumHevur 3 hæddir, har 3. hædd er ‘stille zone’. Á hinum hæddunum er tað ikki krav, at ein skal vera stillur, men tað er sum heild sera friðarligt á KUB. Tað er eisini møguligt at bíleggja bólkarúm. Um ein ynskir at prenta okkurt, so er hetta eisini møguligt. Sjálvt um kaffi ikki kann keypast á KUB (vansi), so er bíligt kaffi 5. min vekk á universitetinum, sum er rundan um bókasavnið – men tað er (tíverri) neyðugt at fara út at fáa sær kaffi. Tað eru stór vindeygu, so tað er sera ljóst í dagstímunum. KUB hevur skiftandi upp- og aftur-latingartíðir, men er opið hvønn dag. Upp- og afturlatingartíðir variera eftir tíðarskeiði – í royndartíðarskeiðum er altíð opið longur. Úti gott men heima best, ha? Ella… Til ber at gera sítt egna kaffi, og fáa sær eta tá man hevur hug. Men - tað ber eisini til at fáa sær ein lúr tá man hevur hug, ella at hyggja eftir 15 partum av The Office. Eg persónliga eri ikki fan. Haldi ikki eg havi disciplin til at lesa heima.KØBENHAVNS UNIVERSITETSBIBLIOTEK (KUB) SØNDRE CAMPUS (AKA. KUA)HEIMA63TEMA: LESISALAR/UMHVØRVI
Turið: 4 av 5 uglumTummas: 3 av 5 uglumHelena: 4 av 5 uglumKUANógv ymisk lesipláss til einhvønn tørv. Friðaligir krókar, og góð bólkarúm. Her er opið alt døgnið, og KUA liggur tætt við Oyrasundskollegie. Fjølbroyttar kantinur, ið ikki kosta ov nógv, og kaféin er opin til kl 21. Kaffi kostar 10 kr, og tað ber til at keypa sær panini, um man gerst svangur um kvøldið.Stóran kaffi fyri 15 kr. Ikki altíð so friðaligt, serliga tá hurðin gongur. Stólar og borð eru ikki av tí besta. Hóast hetta er góð atmosfera til at arbeiða.Umframt at hava góð sitipáss, eru eisini heingju koyggjur og teppir á RUC. Ja fordómanir spýrast ikki úr ongum. Beint við bókasavnið liggur student ar húsið, har ein stórur koppur av kaffi kostar kr.10 og ein øl/cider kr.30. Tò skal sigast at tað tekur góðar 45 min. til 1 tíma at koma á RUB.BÓKASAVNIÐ Á ROSKILDI UNIVERSITETI, RUBCBS – SOLBJERG PLADS64TEMA: LESISALAR/UMHVØRVI
FRÓÐSKAPARSETURFØROYALES MEIRA Á SETUR.FOKOM OGLESsansir.foUMSÓKNARFREISTIR: KVOTA 2: 15. APRÍLKVOTA 1: 1. JULI
2018úr Danmark og Grøn landi, greiddi frá tøkniligu menn ing ini og vísti síðani á týdningin á einum føroyingafelagi í útlondum. Sonni helt fyri, at føroyingafelagið var grundvøllur før oy inga, har ið føroyingar kundu leita til, tá ið teimum tørvaðu ein støðg frá tí nýggja og tí stóra. Aftrat tí var eitt før oy inga felag samstundis eitt stað, har føroy ingar kundu tosa egna mál sítt og gleð ast saman um føroyskan tónleik og sið. Eftir Sonna fekk 2. varaborgarstjóri í Aalborg Kommunu, Nuuradiin Husein, orðið. Nuuradiin kom brosandi á pallin og greiddi frá, at hann í samband við seink ing ina hevði frætt um føroyska tíð. Hann segði seg kenna seg væl í hes um høpi, tí føroysk og afrikonsk tíð ikki vóru heilt ólíkar. Nuuradiin ynskti síðani føroy inga-felagnum til lukku við 40 ára hátíðar haldinum og rósti felagnum og limum felagsins fyri at halda fast við mentan og sið hóast at vera búsitandi í Danmark. Nuuradiin tosaði eisini um vinaskapin millum Aalborg og Fuglafjørð, sum hevur varað síðan 1987, og segði seg ein dag vóna at verða boðin til Føroya. 22 – 23. september skipaði før oyinga felag-ið í Aalborg fyri føroyskari mentan ar-stevnu í Aalborg í sam band við 40 ára hátíðar-hald felags ins. Føroyingafelagið ynskti at halda eina stevnu, har føroysk mentan og list varð sett í hásæti. Tískil arbeiddi sjálvbodna nevndin fyri at fáa so nógv sum møguligt við tilknýti til Føroya at luttaka á stevnuni. Fjølbroytta skráin var báðar dagar frá kl. 10.00-18.00 bæði inni og úti í garðinum í Huset i Hasserisgade í Aalborg. Harafturat høvdu stevnugestir møguleika at keypa sær forkunnugan mat úr føroyskum rávørum, sum dugna ligi kokkurin Birgir Due Sørensen Dalfoss hevði tilgjørt. Aalborg og Fuglafjørður eru vina býir, og tí var tað bæði eyðsætt og ein sannur heiður at fáa Sonna í Horni, borg ar stjóra í Fugla fjarða Kommunu, at seta stevnuna. Vegna veður varð setanin eitt sindur seink að, og summir stevnu-gestir skemtaðu, at veðrið mundi verið bílagt úr Før oy um. Sonni helt síðani eina fram úr talu, har ið hann bæði mintist aftur á tíð ina, tá ið hann sum óviti sat og lurt aði eftir jólaheilsum Álastevna66TEMA: ÁLASTEVNA
67
MARKNAÐARBÁSAR OG FERNISERINGÁ stevnuni ynskti føroyinga felag ið, at før oysk mentan og list skuldi vera í há sæti. Tískil bjóðaði Álaborg ein-stakl ing um og fyritøkum við tilknýti til Føroya á stevnuna. Hesi høvdu marknaðarbás, har ið tey kundu selja og marknaðarføra dygdarvørur sínar til stevnugestirnar. Rannvá í Baianstovu (www.faroesefashion.com), Gunnar Larsen, Hanna Opstrup Neshamaer (@OpneshDesign) og Maria Frederiksen (Hey-Kur á Facebook) seldu bundnar, vovn ar og heklaðar vørur. Lene Kloch seldi glaslist, Nils Fríðheim (@nfridheim) tekn ing ar og málningar, Majken Sakarisdóttir (@Lundalív) málningar, plakatir og málaðar steinar, og Anja Finsdóttir Collin (www.anjacollin.com) seldi tekni bøkur, smúkkur, myndprýði og post kort. Joel Cole ferðaðist niður til Aal-borg fyri at hava fernisering á loftinum í Huset. Harafturat høvdu stevnugestir møgu leika at royna og keypa føroyskar fiska vørur frá teimum lokalu Norðfra. FØROYSKUR DANSURDansifelagið Fótatraðk sló ring bæði leyg ar dag og sunnudag á Álastevnu. Dugna ligu og garvaðu skipararnir úr dansi felagn um í Keypmannahavn megnaðu at fáa øll upp í ringin – bæði ung sum gom ul og føroyingar sum onnur við øðr-um uppruna. Tey, sum høvdu fylgt við á heimasíðu okkara ella á Facebook til tak in um, høvdu eisini havt møguleika at venja seg tey framman undan valdu kvæð ini. Tann føroyski dansurin var so statt ein rungandi succes báðar dagar og eisini eitt prógv fyri, at føroyingar í Norðurjútlandi skulu endurstovna tað føroyska dansifelagið. FYRILESTRAR OG FILMSÝNINGÁ stevnuni høvdu vit tveir fyri lestr ar haldarar, Daniel Vígdá-Rieck og Sámal Tróndur F. Johansen. Daniel er uppvaksin í Hvidovre saman við føroysku mammu síni og danska pápa sínum. Hann lesur til dagligt jura á Aalborg Universiteti og er politiskt aktivur hjá Konservativ Ungdom. Á stevn uni helt hann ein objektivan fyri lestur um grindadráp, sum fevndi um alt frá søguni handan grindadráp, hvussu 68TEMA: ÁLASTEVNA
stórur í Aalborg. Hetta varð enn eina ferð prógvað undir stevnuni, tá ið mong fólk møttu upp til báðar sýningarnar leygardag og sunnudag. SUNNUDAGSSKÚLI OG GUDSTÆNASTASunnudagin skipaðu stigtakararn ir hand an sunnudagsskúlan í Álaborg fyri sunnudagsskúla á Álastevnu. Tað vóru yvir 30 børn, ið møttu upp og hoyrdu um Jónas og hvalin. Eftir søgu og sunnu-dags sangir fóru børnini at tekna tað, ið tey høvdu lært, og at enda fingu øll ein køku bita og sluppu í hoppiborgina úti í garð inum. Seinnapart varð gudstænasta hildin á stevn uni. Lisbeth Solmunde Michelsen, føroyski presturin í Aalborg, helt guds-tæn astu fyri 44 stevnugestum, og Marner av Lofti spældi nøkur løg. drápið fer fram og greiddi frá teim um ymsu sjónarhornunum og spurn ing-un um, sum verða settir í samband við grinda dráp. Eftir fyrilesturin varð eggjað til kjak, og tað vóru fleiri í fulla salinum, sum tóku av møguleikanum at koma við spurningum og meiningum. Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, helt tveir søguliga áhuga verdar fyrilestrar á Álastevnu. Tann fyrsti fyrilesturin varð hildin fyri full settum sali um Pól á Látrinum av Eiði, sum í 1836 skrivaði ferðafrásøgn á ferð síni ígjøgnum Danmark, har ið hann hitti áhugaverdar søguligar persónar. Seinni fyrilestur Sámalar var um stríðið um makt og leysingabørn millum ógiftu arbeiðsgentuna Dortheu Wenningsted og Føroya løgmann í 1788. Ein søguligur fyrilestur, sum eisini lærdi okkum, hvussu nógva makt løgmaður hevði, og hvussu lítla makt kvinnur í hesi tíð høvdu. Leikstjóri og Geytavinnarin, Andrias Høgenni, sýndi feskastu føroysku stutt-filmarnar á stevnuni. Álaborg hevur áður samstarvað við Andrias og visti tískil, at áhugin fyri føroysku filmsvinnuni er sera KONSERTIRFør oysku country-sangarinn urn ar, Evi Tausen og Jessica Hallursdóttir, sum nýliga vóru fluttar til Dan markar, høvdu slig ið seg saman við vin mann-in um Marner av Lofti og spældu eina fantastiska og sansaliga konsert á Ála-stevnu. Tað vóru ikki bert føroyingar, ið høvdu leitað sær til konsertina, men eisini fleiri limir í Aalborg Country Music Club. Stevnu gest irnir vóru sera væl nøgdir við hesa fullsettu sitikonsert. Hiphop-bólkurin Swangah spældi eis-ini á Álastevnu 2018. Swangah hevði spælt á náttklubbum í Føroyum alt viku skiftið, so hetta var ein heldur øðr-vísi konsert eitt sunnukvøld kl. 17.00. Hóast hetta vóru øll (eisini nøkur børn) í sera góðum lagi og sungu við til allar tær kendastu linjurnar. Og við Swangah endaði 40 ára hátíðarhald felagsins á Álastevnu 2018. 69TEMA: ÁLASTEVNA
Lestrarlív
A-KASSI – HVÍ SKAL EG MELDA MEG INN? 72JOBMATCH 73EN-DI-LIGA? TÁ TÚ VERÐUR LIÐUG AT LESA 74GAKK FYRSTU STIGINI Á GRANSKARALEIÐINI 76AT LESA Í MOSKVA 78HEILSUVERKIÐ MÁ RAÐFESTAST 80TIL MÁLLÆRU Í JORDAN 82SKIFTISLESTUR 84UTTANLANDS: FINN TÍTT FELAG 86FØROYAFRÁDRÁTTUR 88
A-kassi– HVÍ SKAL EG MELDA MEG INN?MAASECAKrifaMAASECAKrifaTað eru fleiri fyrimunir við at melda seg í ein a-kassa longu, meðan tú ert lesandi. Ert tú undir 30 ár og lesandi, og hevur minst eitt ár eftir av útbúgvingini, er tað ókeypis at vera limur. Vanligi kostnaðurin er annars um 400-500 krónur um mánaðin.Eftir at hava verið limur í eitt ár, hevur tú rætt til at fáa dagpening útgoldnan fyrsta dagin eftir loknan lestur, skuldi tað hent seg, at tú ikki fært starv beinanveg. Hendan upphæddin liggur um 14.000 kr. Tú kanst tískil fáa útgoldið dagpening uttan, at tú nakrantíð hevur goldið eina krónu til a-kassan.Meldar tú teg ov seint inn í a-kassan, og tú ikki fært starv beinanvegin eftir loknan lestur, fært tú ikki dagpening fyrsta mánaðin.Umframt fáa dagpengar eru eisini aðrir fyri munir við at melda seg í ein a-kassa. Tú fært m.a. ókeypis starvsvegleiðing eins og ókeypis fyrilestrar og workshops, har tú lærir at skriva CV, at skipa tín Linked In-vanga, og hvussu tú ber teg at til starvs-set anarsamrøður.Fyri at fáa ókeypis A-kassa skalt tú: › vera lesandi og undir 30 ár › lesa á eini útbúgving, ið gevur minst 90 ECTS-stig › ikki móttaka aðra almenna forsorg › búgva í Danmark › ikki hava inntøku hægri enn maksimalu dagpengaupphæddina (226.391 kr um árið í 2019)Ert tú lesandi og eldri enn 30 ár, kanst tú eisini fáa ókeyps a-kassa. Tú skalt bara: › hava verið limur í A-kassanum í eitt ár, meðan tú arbeiddi, áðrenn tú byrjaði at lesa › hava minst eitt ár eftir av útbúgvingini › rinda í eina eftirlønarskipan ella hava møguleikan at rinda í eina › í hægsta lagi vera limur uttan at gjalda í 5 ár › vera í gongd við eina SU-heimilaða útbúgving › ikki hava inntøku hægri enn maksimalu dagpengaupphæddina (226.391 kr um árið í 2019)Turið Jónleyg JohannesenLæknalesandiKeypmannahavn72LESTRARLÍV
JOBMATCHEndamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sam band-ið millum føroyskar fyritøkur og stovn ar, føroyingar undir hægri lestri og ný útbúgvin. Í fjør bleiv mál bólk-urin víðkað ur til eisini at fevna um fólk við roynd um á arbeiðsmarkn aðin um. Tað vil siga fólk, sum eru í starvi, men eru áhugað at kunna seg um nýggjar starvs møgu leikar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum.Ætl an in er, at hetta millum annað skal gerast við at „matcha“ tann tørv, ið fyri tøk-urnar og stovnar hava, við tann førleika, ið okk ara vitanartilfeingi hevur. Hugskotið er tískil at skipa fyri einari starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur og stovnar hava møgu leika at marknaðarføra seg yvirfyri hesum málbólkinum.Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum lesandi fyri at søkja størv, starvs læru pláss ella uppgávuevnir til verk ætlanir hjá hesum fyritøkum og stovn um.Á HVØRJUM ÁRI VERÐUR SKIPAÐ FYRI JOBMATCH. JOBMATCH ER EIN MØGULEIKI HJÁ LESANDI AT MØTA FØROYSKUM FYRITØKUM Á EIN MEIRA ÓFORMELLAN HÁTT, OG Á HENDAN HÁTT FÁA INNLIT Í STARVSMØGULEIKAR Í FØROYUM.Turið Jónleyg JohannesenLæknalesandiKeypmannahavn73LESTRARLÍV
EN-DI-LIGA?Tá tú verður liðug at lesa74
› 26 ár › Leiðari í Betri Ung › Arbeitt í Betri, síðan hon var 19 ára gomul › Hevur bankaútbúgving, leiðsluskeið og er í gongd við eftirútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving › Býr úti á Rógvu í Vestmanna við makanum, Fríðálvi, og soninum, Ára › Skal giftast í juni mánað í 2019 › Spælir hondbólt við VÍF. Bleiv fyrstu ferð føroyameistari í kvinnudeildini í 2018 › Í 2015 skoraði hon 205 mál upp á eitt kappingarár, sum er met í kvinnudeildini. Nummar tvey skoraði 162 mál tað árið. Tú ivast kanska í, um tú fært nakað arbeiði? Hevur tú spart nóg nógv sam-an til at bíða eftir rætta arb eiðinum? Tú vilt royna at búgva nøkur ár aftrat í Danmark, men vil eisini búgva í Føroyum? Tað hevur týdning at vita, at tað er munur á at búgva í Danmark og Før oyum. Tað eru fyrimunir og vansar. At flyta innbúgv til eitt annað land kostar pengar. Um tú skalt flyta bil til Føroya, so kostar tað meira enn tú heldur. Tað er bústaðartrot í Føroyum. Ert tú til reiðar at flyta inn til foreldrini aftur? Arbeiðsloysið er lágt. Tað kann vera, at tú mást bíða nøkur ár eftir tínum dreymastarvi. Tá tað er sagt, so er sannlíkt, at øll í tín ari familju búgva í Føroyum. Tað er fólka vøkstur. Fleiri ung flyta heim. Kanska eru tíni vinfólk longu flutt heim eftir loknan lestur. Hevur tað týdning fyri teg at vera í sama landi sum tey, tú ert uppvaksin saman við? Hvussu við pengunum? Finn útav, hvar tú flýtur. Hvussu langt ert tú frá at keypa hús ella íbúð? Mann plagar at siga, at tað er krav at hava 10% í eginfígging. Kanna húsa- ella íbúðarprísirnar har, sum tú vilt búgva og vita, um tú hevur 10% ella nær tú væntar at hava 10% í eginfígging. Tá finnur tú eisini útav, um tú vilt leiga ella keypa, um tú hevur uppsparing, lítla ella stóra skuld. Øll hesi viður skift ini eru góð at skriva sær niður. Tosa við tíni nærm-astu um, hvat er gott at gera. Tað er eisini gott at fáa eina óhefta áskoðan frá tín um kundaráðgeva í bankanum. Tað kann vera trupult at fáa pengarnar at passa, tá tú ert lesandi. Men klárar tú teg ígjøgnum útbúgvingina uttan lán og enntá við uppsparing, so ert tú væl á veg at fáa eina góða fíggjarliga byrjan á lívið eftir lestur. Minst til: Tað finst eingin pakkaloysn til tín, tá lestrartíðin er av. Kanna møgu leikarnar í mun til tín tørv, ynski, mál og dreymar. Í síðsta enda eru avgerðirnar tínar.AT VERA LESANDI ER EIN SAMLEIKI. TEY FLESTU LESA Í FIMM, KANSKA SEKS ÁR. NÓGV HALDA TAÐ VERA BESTA TÍÐARSKEIÐ Í LÍVINUM. TÁ TÍÐARSKEIÐIÐ ENDAR, TÁ SAMLEIKIN SUM LESANDI KNAPPLIGA VERÐUR BURTUR, STANDA NÓGVIR SPURNINGAR ÓSVARAÐIR. SUMMI HALDA, AT TAÐ ER EIN FANTASTISK KENSLA. ONNUR HALDA, AT TAÐ ER EIN TÓM KENSLA.Um Liljuna75LESTRARLÍV
GAKK FYRSTU STIGINI Á granskara-leiðiniHUGSAR TÚ UM AT ARBEIÐA SUM GRANSKARI EFTIR LOKNAN LESTUR? ALSAMT FLEIRI FØROYINGAR GRANSKA, OG STARVSMØGULEIKARNIR ØKJAST. TALIÐ AV FÓLKI, SUM VERÐA SETT Í STARV Á FRÓÐSKAPARSETRINUM, ØÐRUM ALMENNUM GRANSKINGARSTOVNUM OG Í VINNUFYRITØKUM, ER ØKT MUNANDI SEINASTU TÍGGJU ÁRINI. TAÐ ERU EISINI NÓGVIR FØROYINGAR, SUM ARBEIÐA SUM GRANSKARAR UTTANLANDS.MENN TÍTT NETVERKÆtlar tú tær at verða granskari, so er skilagott at fyrireika teg uppá hetta so tíðliga í lestrinum, sum til ber. Finn tær eitt evni ella øki at hugsavna teg um og bygg tær eitt netverk av fólki, sum tú kanst samstarva við komandi árini.Evnið kann vera eitt, sum altíð hevur havt tín áhuga, men tað kann eisini vera eitt, sum tú fært til uppgávu at arb-eiða við eftir ráðum frá einum gransk-ara á universitetinum, ella eitt evni, sum universitetið leitar eftir fólki til. Tað eru minst líka nógv, ið velja evni, tí møguleikin býðst, sum tey, ið velja av brennandi áhuga. Tú kanst menna títt netverk við at arb eiða í bólkum í lestrartíðini. Tú kanst arbeiða sum undirvísingar- ella gransk ing ar hjálpari t.d. saman við veg-leið ar un um til høvuðsuppgávuna og við onkr um ph.d.-lesandi. Tú kanst fara á eitt annað universitet í eitt skiftisár, har tey eru serfrøðingar í tí, sum hevur tín gransk ing ar áhuga. Tað eru fleiri stuðuls-skipanir, sum kunnu brúkast til hetta, t.d. NordPlus og Erasmus +. Tá tú ert komin í gongd á gransk ing-ar leiðini, er tað munandi lættari at fara í onnur lond við Marie Curie flyt føris-skipanini, um tú longu hevur royndir og sambond at byggja víðari á.PH.D.-ÚTBÚGVING EITT KRAVSkalt tú vera granskari, so er ph.d.-út-Annika Sølvará Cand. mag. í enskum og søguStjóri í Granskingarráðnum76LESTRARLÍV
búgv ing næsta stig eftir lokna kandidat-útbúgving, annaðhvørt beinanvegin ella nokk so skjótt aftaná. Ein ph.d.-útbúgving er ein skipað gransk ing ar útbúgving, ið er sett saman av gransk ing, luttøku á ráð stevn um, skeið um og undirvísing. Mest vanliga longdin er trý ár. Tá er talan um eina sam an seting av bachelor, master og ph.d., tað er 3+2+3 ára útbúgving. Aðrir møgu leikar eru 4+4 og 3+5, har master og ph.d.-parturin eru samantvinnaðir.Ein ph.d.-útbúgving verður í norð ur-lond um oftast skipað sum ein verkætlan, har tann ph.d.-lesandi verður settur í starv. Í Stórabretlandi er skipanin øðrvísi, har talan er um framhaldslestur. Fígging til eina ph.d.-verkætlan kann fáast ymsa-staðni, til dømis frá universitetum, gransk ing ar grunnum og frá fyritøkum. FLEIRI GRANSKARAR AT SAMSTARVA VIÐÍ 2018 vóru í minsta lagi 13 føroyingar, sum vardu eina ph.d.-ritgerð, í 2017 vóru 10 nýggir ph.d.-arar. Fleiri av hesum ph.d.-lesandi fingu stuðul úr Gransk-ingar grunninum. Tilsamans hava í øllum før um 220 føroyingar nú lokið ph.d. ella doktaraprógv.Ein av teimum, sum disputeraði í 2018, er Bjørt Katrinardóttir Kragesteen. Hon granskaði á Max Planck Institute for Molecular Genetics í Berlin í Týsklandi. Hon brúkti gentøkni at granska mýs fyri betri at skilja mutatiónir á embryo-støði, sum føra til vanskapan av ørmum og beinum á fólki. Ein annar er Hans Harryson, sum var inn skrivaður á Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universitet. Hann granskaði náms frøðiliga partin í lærara útbúgv-ing um í Noregi, Danmark og Íslandi.Á Havsbrún luku tveir ph.d.-prógv dag um dag í desember 2018. Hans Jákup Jacobsen vardi ritgerð á universitet in um í Bergen um royndir við enzymvið gjørd-um soya í laksafóðri, og Rúni Weihe vardi ritgerð á NMBU um javnvágina millum feitt og protein í laksafóðri.Fígging til eina ph.d.-verkætlan kann fáast ymsa staðni, til dømis frá universitetum, granskingargrunnum og frá fyritøkumÁ gransking.fo ber til at lesa ymisk góð ráð, hvat krevst fyri at fáa fíggjarligan stuðul til eina ph.d.-verkætlan. Til ber eisini at skriva til Granskingarráðið á gransking@gransking.fo. Árliga umsóknarfreistin til stuðul til gransking er 15. februar. Í Heilagrunninum á gransking.fo eru savnað fleiri enn 400 fólk, sum eru granskarar, granskaralesandi ella fólk, sum hava arbeitt við gransking áður. Ein Facebook-bólkur er eisini, sum kallast Føroysk ph.d.-lesandi. 77LESTRARLÍV
Учимся в Москве78
Eg eiti Hanus á Tjaldrafløtti og fari at greiða tykkum frá mínum upp livingum sum skiftislesandi. Eg eri í gongd við mítt fimta og síðsta ár á CBS, har eg lesi cand.merc.fiv (fígging og íløgur). Á CBS fáa øll les-andi møguleikan at fara uttanlands í eitt semestur, og eg valdi at taka av. Yvir-skriftin merkir „At lesa í Moskva“, og tað er júst har, eg eri farin. Eg lesi á РЭУ им. Г. В. Плеханова, ið er eitt av teimum stóru búskaparuniversitetunum í Russlandi.Tað byrjaði við, at eg fór at vitja ein vin mann í 2016, sum gekk á málskúla í Moskva. Russland fangaði meg bein an-vegin, tí fólkini, eg møtti her, vóru bæði fyrikomandi og hjálpsom, so eg hugsaði við mær sjálvum: „Um eg nakrantíð skal á útveksling, so skal tað vera í Russlandi!“ Nú búgvi eg á einum kollegium, sum liggur á kampus hjá universitet in um. Eg havi tríggjar minuttir til gongu í skúla hvønn dag. Eg havi ein sam búgva, sum eg deili kamar við, ið eitur Pierre og er úr Fraklandi. Skúlagongdin hjá okk um, kandidat næmingum, er frá 19.00 til 22.00 allar gerandisdagar, so næm ing-arnir eisini kunnu arbeiða fulla tíð sam-stundis, sum fleiri gera. Kynsbýtið á lærarum er øðrvísi her í mun til á CBS. Flestu lærarar eru konu-fólk. Á CBS eru flestu lærarar innan fígg-ing og íløgur mannfólk. Skúlin hevur ikki nak að intranet til næmingar og lærarar at sam skifta gjøgnum, so vit brúka teldu-post, VK bólkar (russiska Facebook) og Whatsapp chattir. Av tí sama eri eg vin-ur við lærararnar á VK og chatti privat við teir, tá eg havi okkurt at spyrja um. Í skúlanum eru flestu næmingar russarar – eisini á altjóða deildini, sum eg gangi á. Eg eri komin at kenna fleiri russarar gjøgnum skúlan, og tey liva eisini upp til tær væntanir, eg hevði um tey – fyri-komandi og hjálpsom. Tey flestu her eru sera áhugað í evropearum, og tað er hent fleiri ferð, at fólk koma at práta við meg, bert tí tey hoyra meg tosa enskt. Eg gangi eisini til undirvísing í russiskum nakrar tímar um vikuna. Stóra avbjóðingin her er bendingarlæran, har tey m.a. hava seks bendingarføll í mun til okkara fýra.Í frítíðini fylgist eg við vinfólki bæði frá kolleginum og frá skúlanum. Vit ganga nógv á matstovum, tí tað er so bíligt, og tí felagskøkurin á kolleginum er ikki altíð so tespiligur. Her eru eisini ein rúgva av søvnum, ið eg havi vitjað, alt frá søvnum um øl og vodka til 2. heimsbardaga og kommunistastýrið. Mítt yndis frítíðarítriv er tó at ganga í баня [banya]. Hetta er eitt serligt slag av russiskum sauna, har mann bert situr í 5-10 minuttir í senn, meðan mann slær hvønn annan við grein um fullum av bløðum. Síðani hopp-ar mann í eitt ísakalt baðikar ella undir eina brúsu og setur seg aftaná í ein bás, har tú kanst bíleggja russiskan mat og drekka, bæði veikt og sterkt.Saman um tikið eru mínar royndir, at Russ land livir ikki upp til ta ræðumynd, sum vestur lendskir miðlar ofta hava hug at gera tað til. Russland hevur sjálvandi sínar trupulleikar, tá tað kemur til fólka-ræði og frælsi, men tann vanligi russarin má vera tað blíðasta fólkaslagið, eg nakr-an tíð havi møtt.Eg eri komin at kenna fleiri russarar gjøgnum skúlan, og tey liva eisini upp til tær væntanir, eg hevði um tey – fyri komandi og hjálpsomHanus á TjaldrafløttiSkúli: Copenhagen Business SchoolÚtbúgving: Cand.Merc.FIN79LESTRARLÍV
Heilsu verkiðMÁ RAÐFESTASTSeinasta uppgerð frá Heilsu- og Inn lend is málaráðnum vísir, at um leið 40 serlæknar eru í føst-um starvi í sjúkrahúsverkinum. Skulu vit hava eina serlæknamanning á støði við Dan mark, so skal talið av serlækn-um næst an tvífaldast. Harafturat boðaði Viku skiftis-Sosialurin í novembur 2017 frá, at 18.558 borgarar mangla fastan kommunu lækna. Eitt tílíkt serlæknatrot er óhugnaligt, og tvífaldaða arbeiðsbyrðan hjá verandi ser lækn um er svikalig fyri bæði sjúkling-ar og lækn ar. Hóast hetta, so tykjast politisku myndug leik arn ir at vera upptiknir av øðrum málsøkjum. Heldur enn at taka álvars ligu støðuna hjá heilsuverkinum upp og gera tær broytingar, ið skulu til, so verður hetta skúgvað til viks í Løg-ting inum.Í juni 2016 legði ein bólkur av ser frøð-ing um og politiskum umboðum eina menningarætlan fyri føroyska sjúkra hús-verkið fram. Fyrst og fremst var dentur lagdur á, at heilsuverkið hevur alt ov lítla fígging. Ein árlig fígging á 200-300 mió. kr. manglar fyri at vera á sama fíggjar-støði sum Danmark og Svøríki. Eisini bleiv ein rúgva av greiðum og ítøkiligum tilmælum at basa ser lækna-trotinum løgd fram. Tað var víst á, at læknarnir eru undirmannaðir og arbeiða alt ov nógv - summir læknar arbeiða Læknalesandi í Keypmanna-havn, LíKALT OV LEINGI HEVUR STØÐAN FYRI SJÚKLINGAR OG FAKFÓLK Í FØROYSKA HEILSUVERKINUM IKKI VERIÐ NØKTANDI. SØGUR FRÁ SJÚKLINGUM, IÐ FØLA SEG ÓTRYGGAR, OG FRÁSAGNIR FRÁ LÆKNUM UM OV STÓRA ARBEIÐSBYRÐU OG OV LÍTLA MANNING VÍSA Á EIN RÆÐANDI VERULEIKA. HAGTØLINI ERU EISINI GREIÐ OG VÍSA, AT FØROYSKA HEILSUVERKIÐ ER OV ILLA RAÐFEST. 80LESTRARLÍV
meir enn dupulta tíð. Hetta samstundis við at lønin til læknar er 10-15% lægri enn í Danmark. Tilmælið sigur í roynd og veru, at vit skulu satsa upp á stóra tilfeingið av før-oysk um læknalesandi. Vit skulu geva teim um tilknýti til føroyska heilsu verk-ið við at bjóða kliniska starvsvenjing á Lands sjúkra húsinum, umframt fleiri KBU-pláss og intro-størv. Eisini verður nevnt sum møguleiki at gera tað møgu-ligt at fáa eina bachelorútbúgving í lækna vísindum á Fróðskaparsetr in um. Men hóast tað eru liðin skjótt trý ár, síðan menningarætlanin var gjørd, so hava vit ikki sæð politisku myndug leik-arnar fremja nakrar av hesum broyt-ing un um, Jú, føroysk læknalesandi hava fingið framíhjárætt til KBU-pláss á Lands sjúkrahúsinum, og tað eru vit sera glað fyri. Tað er tó týdningarmikið at hava í huga, at hetta er bert eitt lítið stig rætta vegin. Endaliga loysnin má vera at gera arbeiðsumstøðurnar innan føroyska heilsuverkið kappingarførar við arbeiðs um støðurnar í londunum rundan um okkum. Flestu læknalesandi hava eitt greitt ynski um at flyta heim til Føroya eftir loknan lesnað. Okkara útbúgving er tó soleiðis skipað, at vit fyrst lesa í seks ár fyri at gerast cand.med. og síðani eru í KBU-starvi í eitt ár fyri at fáa læknaløggilding. Tá vit so hava rætt til sjálvstøðugt virki sum lækni, skulu vit velja serlæknagrein og læra innan ta greinina í minst fimm ár. Føroysk læknalesandi brúka tí upp ímóti 15 árum uttanlands, áðrenn tey kunnu fáa fast starv í Føroyum. Hóast tað ynskja flestu okkara at flyta heim aftur. Tað er bara torført, tá veruleikin er, at mann flytur heim til eitt heilsuverk, ið er undirfíggjað, undirmannað og illa skipað, og mann hevur útlit til longri arbeiðsdagar og lægri løn samanborið við arbeiði í danska heilsuverkinum.Tað er skiljandi, at tað kann vera torført í einum oyggjasamfelagi at hava eitt heilsuverk, ið er kappingarført við onnur norð ur lond. Tó er støðan í Føroy-um ørkymlandi, tí ein stórur partur av trupulleikanum kann loysast bara við at hava greiðar ætlanir og betri fígging til heilsuverkið. LíK gjørdi í heyst 2017 eina uppteljing, hvussu nógvir føroyingar lesa til lækna. Tað eru minst 133 læknalesandi í Dan-mark og Póllandi, og hetta er ovmikið til at basa læknatrotinum í Føroyum. Men fyri at fáa hesar føroyingar heim aftur, so krevur tað, at Landssjúkrahúsið, Heilsu-málaráðið og Løgtingið gera eina greiða ætlan og seta sær fyri veita neyðugu fígging og struktur til at skapa eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk í Føroyum.Men hóast tað eru liðin skjótt trý ár, síðan menningarætlanin var gjørd, so hava vit ikki sæð politisku myndugleikarnar fremja nakrar av hesum broyt ing un um81LESTRARLÍV
TIL MÁLLÆRUí JordanÍ februar mánaði traðkaði eg fyrstu ferð úr flogfarðinum hjá Qatar Airways í Amman í Jordan. Eg var akkurát liðug-ur við bachelor útbúgving í søgu á Há-skúla Íslands, og munurin á tí kenda umhvørvinum í Reykjavík og tí ókenda í Jordan. Eg dugdi ikki so frægt sum stavraðið á arabiskum, men hinvegin var eg spentur at byrja. Seks mánaðir seinni haldi eg hetta vera ta bestu avgerð, eg nakrantíð havi tikið. AT LÆRA SØGU UTTAN MÁL „Øll mál eru umboð fyri sínar egnu veruleikar.“ Nakað soleiðis segði Vígdis Finn bogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, tá eg sjálvur gjørdi samrøðu við hana vegna Dimmalætting fyri nøkrum árum síðani. Um tú skalt kunna gerast ser frøðingur í ávísari søgu, ávísum sam-felagi ella skilja ávísar trupulleikar, mást tú tí skilja teirra mál. Tað var við hesari hugsan í bakhøvdinum, at eg fór til Jordan. Í søguútbúgving míni legði eg dent á nationalismu og evropeiska søgu, men eg valdi eisini øll fak, sum eg kundi, um miðeystur. Tá eg varð liðugur við út-búgving mína, valdi eg tí at miða ímóti at ger ast serfrøðingur innan hetta økið – at læra málið er liður í hesum. Í veruleikanum var tað kanska eisini vanligt forvitni, ið dró meg hendan vegin. At læra um søguna og mentanina frá fólki, sum liva í økinum. Um politisku skipanina og um, hvussu fólki dámar hana. FYRI NÆSTAN EINUM ÁRI SÍÐANI FÓR EG TIL JORDAN AT LÆRA ARABISKT. EG VISTI IKKI, HVØRJUM EG SKULDI ROKNA VIÐ, MEN ÁRIÐ HEVUR VERIÐ ÓTRÚLIGA LÆRURÍKT OG SPENNANDI. AMMANRegin Winther PoulsenSkúlin eitur: Qasid Institute of Arabic Lesur: Arabisk (Modern Standard Arabic) 82LESTRARLÍV
TIL MÁLLÆRUí JordanHVÍ HESIN SKÚLIN? Hvat er so at gera, tá ein vil læra arabiskt og er staddur í Íslandi? Hvar fer mann? Og í hvørjum landi er best at læra málið? Eg setti meg í samband við ein pro-fessara, sum eg hevði í Íslandi. Hann arb eiddi vanliga í Sambandsríkinum í Amerika, men undirvísti eina ferð um árið í Íslandi. Hann hevði mælt mær til at læra nak að av málinum, áðrenn eg fór í holt við útbúgving innan miðeysturlendska søgu og setti seg í samband við nakrar starvs felag aðar í Jordan. Teir mæltu mær til at fara á Qasid, sum er navnið á skúl-an um, har eg gangi. Qasid er ein málskúli, men hann hevur samband við fleiri navn fram-ar lærd ar háskúlar í Onglandi og í Sambandsríkinum í Amerika. Hvørt semestur, tú tekur á skúlanum, kann góð skrivast sum eitt semstur á universi-tets støði, og skúlin er rættiliga intensiv-ur í undirvísing. Hvørt semestur fara vit ígjøgn um tað, sum vanliga verður gjørt á einum ári á universiteti. Vit eru júst blivin liðug við bók, sum vanliga tekur tvey ár á univeritetsstøði. Vit eru um at verða liðug við tað týdningarmestu mál læruna, og nú snýr tað seg mest um at tosa so nógv sum møguligt. Tað gongur fínt við málinum, men arabiska málið er ógvuliga stórt og torført. Tað eru óendaliga nógvir mátar at siga tað sama uppá, og tí kennist tað ofta, sum tú stendur í stað. Hinvegin eru smáir sigrar ógvuliga søtir, tá málið er so torført sum heild. FAR! Um nakar skuldi ivast í at farið í holt við arabiskt ella at flutt til miðeysturs, havi eg bara eitt ráð – far avstað! Um so er, at tú ikki verður nøgd/nøgdur við skúlan sjálvan, fert tú í hvussu so er at møta eini ørgrynnu av fólki og læra eina ørvísi mentan at kenna. Alt tað praktiska, so sum bústaður, kemur í rættlag skjótt. Prísstøðið er lægri enn í Føroyum, hóast skúlar og dagligdagsvørur ikki eru bein-leiðis bílig. Og tað síðsta ráðið kann kanska vera, at hóast ein sjálvandi altíð skal ansa sær, er tað eisini týdningarmikið ikki at ansa sær ov nógv. Fólk eru sum heild ógvuliga blíð, og tá tú sigur teimum, at tú ert í landinum fyri at læra málið, verða tey serliga vælkomandi. Tú lærir líka nógv av málinum við at tosa við fólk sum at vera í skúla. Hinvegin eru smáir sigrar óvuliga søtir, tá málið er so torført sum heild83LESTRARLÍV
SKIFTIS-LESTURMANNAGONGDIN KANN VERA HENDAN:Tú finnur eitt útbúgvingarstað og kann ar møgu leik arn ar fyri at søkja inn til tað, sum tú kundi hugsað tær. Tað, sum tú søkir inn til, skal vera góðkent framm-an undan av tínum lestrarstaði, so leið is at tín lestrartíð ikki verður longd, og títt út lendska lestraruppihald verður part ur av tín um lestri. Les meira um Nord plus-skip an irn ar her:www.nordplusonline.orgERASMUS+ FYRI LESANDI Í ES- OG EBS-LONDUM Skiftislestur í einum øðrum evropeiskum landi? Hevur tú hug at taka ein part av tí útbúgving, ið tú ert farin í holt við, í einum øðrum landi í Evropa, so er tað vert at umhugsa Erasmus+ skipanina.Erasmus+ skipanin er partur av „Lívs-long Læring“, ella „Lifelong Learn ing Programme“ (LLP), ið er ein út búgv ing-ar skipan hjá ES. Við hesi skipan hev ur Ætlanin við Nordplus-skip an un um er at styrkja norð ur lendska-balt-iska felags skap in og samleikan við støði í søgu ligu, mentanarligu, demokrat isku felags eyð kenn un um hjá lond un um. Skip an irn ar eru ætlaðar til undir vís ing á øll um stigum. Endamálið við Nord plus Videre gå ende er at styrkja flytføri og sam starv millum hægru læru stovn arn ar hjá lut takandi londunum.Grønland, Áland og Føroyar luttaka á jøvn um føti við teimum fimm norð ur-lendsku og trimum baltisku lond un um, sum eru við í Nordplus-skipanini. Tá tú fert av stað við Nordplus-skipanini, fært tú eitt ókeyp is lestrarpláss og har aft ur-at stuðul til ferð og uppihald. Lestrar-uppi hald í Norð ur lond um fara oftast í gjøgn um Nordplus-skipanina, sum er sett saman av fakligum netverkum.Um títt fak ikki hevur eitt net verk í Nord plus, kanst tú søkja um at fara ígjøgn um „Det tværfaglige net værk, Nord lys“. Spyr á www.setur.fo/ask – ask@setur.fo – Altjóða Skrivstovan.Holger ArnbjergArbeiðir á Altjóða skrivstovuniwww.setur.fo/askTeldupostur: ask@setur.foSUM LESANDI Í FØROYUM HEVUR TÚ GÓÐAR MØGULEIKAR AT TAKA EITT SKIFTI – VANLIGA ½ ÁR – Í EINUM ØÐRUM NORÐURLENDSKUM ELLA BALTISKUM LANDI.84LESTRARLÍV
Evropa Kommissiónin megnað at savna øll síni fjølbroyttu átøk innan út búgv-ing og upplæring í eina samlaða heild við heit in um: „The Lifelong Learning Programme“.Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggj ar lesandi og starvsfólkum á hægri læru stovn um at taka part av útbúgving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, mál skeið, intensiv skeið, fyrireikandi fund ir, verkætlanarsamstarv og umbýti av lær ar um og øðrum starvsfólki.Við Erasmus+ ber til dømis til at koma á eitt ókeypis lestraruppihald á út lendsk-um lærustovni í 3–12 mánaðir og at søkja námsstyrk á umleið 200 evrur til eyka-útreiðsl ur um mánaðin. Treytin er, at lest ur in á útlendska lærustovninum er partur av útbúgvng tíni á tí stovni, har tú ert innskrivað/ur, og at hesin lest ur er góðkendur av fakulteti tínum framm-an undan. Erasmus+ avtalur millum ym isk uni-versitet í Evropa eru van liga tengd ar at ávís um læru greina økj um, so tí kunnu smá vegis frávik vera frá lærugrein til læru grein. Á onkr um fakulteti ber til at søkja um eitt Erasmus+ skiftis uppi-hald eftir einum ári, men í flestu førum skal ein hava lisið í minsta lagi tvey ár – og ofta longri enn tað – áðrenn ein kann fara í holt við skiftislesnað við hesi skip an. Skipanin er bert gald andi í ES-londum og londum, sum eru við í EBS-sam starv inum (EBS stendur fyri Evrop iskt Búskaparligt Samstarv). Um tú ert áhugað/ur í hesi skipan og ert les andi á einum universiteti, ið er við í Erasmus+ samstarvinum, so skalt tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Tey hava fastar mannagongdir við um-sókn um o.ø hesum viðvíkjandi og drúg-var royndir við vegleiðing á økinum. Les meira um møguleikar, upptøkukrøv, lut-takara lond, praktisk viðurskifti, roynd ir hjá øðr um, umsóknarfreist o.a. á:http://ec.europa.eu/education/lifelong-learning-programme/erasmusen.htmKUNNU LESANDI Á SETRINUM FARA ÚT Í HEIM VIÐ ERASMUS+?Nei, ikki við Erasmus +, men lesandi í Før-oy um hava aðrar og góðar møguleikar at fara út í heim sum skiftislesandi. Vegna ver andi støðu Føroya viðvíkjandi ES ber ikki til hjá lesandi á Fróðskaparsetri Før-oya at søkja stuðul umvegis Erasmus+ skip an ina, men um tú ert les andi í Dan mark, Bretlandi ella øðr um ES- og EBS-landi, so ber til hjá tær at gagn-nýta hesa skipan. Tó skal und ir strik ast, at um lesandi á Fróð skap ar setri Før oya t.d. ynskja at taka eina lestrarhálvu (ella eina hálva lestr ar hálvu) í einum øðr um landi á sama hátt sum ein Erasmus les-andi – t.e. sum ein góðskrivaðan part av tí út búgving, ið tú ert innskrivað/ur á í Før-oyum – so er hetta avgjørt ein møgu leiki, ið er verdur at hava í huga og gagnnýta.Tosið við deild tykkara um hesar møgu-leik ar, ella setið tykkum í samband við Altjóða Skrivstovuna.Søkjast kann um stuðul frá Studna til hetta endamál. Nærri upplýsingar um stuðul til skiftislestur fært tú á www.studni.fo.Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúving. Skipanin eggj ar lesandi og starvsfólkum á hægri læru stovn um at taka part av útbúving síni ella at arbeiða á universiteti í øðrum ES-landi í eitt tíðarskeið85
KEYPMANNAHAVNNiðanfyri er eitt yvirlit yvir hvørji føroysk lestrarfeløg eru í Keypmannahavn, og hvussu tú kanst seta teg í samband við teg.FÚLFøroyskir útisetar á LøgfrøðiFacebook síða: Felag fyri Føroysk juralesandiFacebook bólkur: FÚL – Føroyskir Útisetar á Løgfrøði Instagram: juralesandifoTeldupostur: felag.foroysk.juralesandi@gmail.comSamvinnanFøroysk lesandi á CBSFacebook-síða: Samvinnan – føroysk lesandi á CBSTeldupostur: samvinnan@yahoo.comInstagram: samvinnanHeimasíða: www.samvinnan.comHUMLAFøroysk Humanioralesandi á AmagerFacebook-síða: www.facebook.com/humlafo/Facebook-bólkur: HUMLA – Føroysk Humanioralesandi á AmagerInstagram: humla.kbhTeldupostur: humlamail@gmail.com BÚKBúskaparfrøðilesandi í KeypmannahavnFacebook-bólkur: BúKKADKFøroyingar á Det Kongelige Danske Kunstakademi for Arkitektur, Design og KonserveringFacebook-bólkur: Føroyingar á KADKLÍK Læknalesandi í KeypmannahavnFacebook-bólkur: Læknalesandi í Keypmannahavn (LíK)Instagram: laeknalesandifoTeldupostur: nevndin.lik@gmail.comLÆRAFøroysk læraralesandi í DanmarkFacebook síða: Læra – Føroysk læraralesandi í DanmarkInstagram: laerafolesandiTeldupostur: laerafolesandi@gmail.comRøkkFøroysk lesandi á Roskilde UniversitetFacebook-síða: Røkk – føroysk lesandi á Roskilde UniversitetPLÚPedagoglesandi útisetarFacebook síða: PLÚ - Pedagoglesandi ÚtisetarInstagram: plutisetarTeldupostur: pedagoglesandiutisetar@gmail.comSÁL Føroysk SálarfrøðilesandiFacebook-bólkur: SÁL – Føroysk SálarfrøðilesandiHeimasíða: www.psykolog.fo Teldupostur: sal@psykolog.foSjÚKSjúkrarøktafrøðilesandi Útisetar í KeypmannahavnFacebook-bólkur: SjÚKInstagram: sjuk.kbhTeldupostur: sjuk.mail@gmail.com VÁSVerkfrøðingar á Slættanum Facebook-bólkur: VÁS – Verkfrøðingar á slættanumTeldupostur: verkfrodingar@gmail.com FINN TÍTT FELAGUttanlands:86LESTRARLÍV
FØROYINGAFELØG Í DANMARKNiðanfyri er eitt yvirlit yvir nøkur av føroyingarfeløgunum í Danmark.Ein bólkur er fyri føroyingar í Danmark samlað. Tað er: Facebook bólkur: Føroyingar í Danmark AalborgFacebook síða: ÁlaborgFacebook bólkur: ÁlaborgTeldupostur: alaborg@alaborg.foHeimasíða: www.alaborg.fo AarhusFacebook síða: Føroyingarfelagið í AarhusTeldupostur: aarstova@aarstova.fo Facebook bólkur: Føroyingar í ÅrhusEsbjergFacebook síða: Føroyingarfelagið í EsbjergTeldupostur: foesbjergdk@gmail.comHeimasíða: www.esbjergfo.dk FynFacebook síða: Føroyingafelagið á FynTeldupostur: felagid@fyn.foHeimasíða: www.fyn.fo HirtshalsFacebook bólkur: Føroyingar í Hirtshals HorsensFacebook síða: Føroyingarfelagið í HorsensFacebook bólkur: Føroyingar í HorsensKeypmannahavnFacebook síða: Føroyingar í Keypmannahavn.Odense: Facebook bólkur: Føroyingar í OdenseSuðurjútlandFacebook bólkur: Føroyingafelagið í Suðurjútlandi SvendborgFacebook bólkur: Føroyingar í SvendborgSønderborgFacebook bólkur: Føroyingar í SønderborgMið- og VeseturjyllandFacebook bólkur: Føroyingafelagið í Mið- og Vesturjyllandi Heimasíða: www.brunnur.foVestursjællandFacebook bólkur Føroyingar í VestursjællandiUTTANFYRI DANMARKGrønlandNuukFacebook bólkur: Føroyingar í Nuuk Ísland Reykjavík Facebook síða: Føroyingafelagið í Reykjavík Teldupostur: foroyingafelagid@gmail.com Facebook bólkur: Föroyingar í ReykjavíkBretlandFacebook bólkur: Føroyingar í Bretlandi og Írlandi LondonFacebook síða: Føroyingar í LondonBrightonFacebook bólkur: Føroyingar í BrightonGlasgowFøroyingar í GlasgowNew ZealandFacebook bólkur: Føroyingar í New ZealandNoregiBergenFacebook bólkur: Føroyingar í Bergen Svøríki (Suðursvøríki)Facebook bólkur: Føroyingar í suðursvøríkiSpaniaFacebook bólkur: Føroyingar í SpaniaTýsklandBerlinFacebook bólkur: Føroyingar í Berlin ONNUR FELØG?Harafturat finnast hópin av feløgum, har føroyingar annars hittast – fyrivarni verður tikið við, at ikki øll feløgini eru við á hesum yvirlitinum. Tó ber til at leita eftir feløgum á Facebook ella Góð leitiorðum so sum: „Føroyingafelagið í“ og „Føroyingar í“ og kanna um tú kanst seta teg í samband við onkran á tínum staði. Vit eru her fyri at hjálpa tær! Tú ert altíð vælkomin at seta spurningar til MFS á Facebook síðu okkara Meginfelag føroyskra Studenta ella við at skriva okkum ein teldupost á mfs@mfs.fo 87LESTRARLÍV
FøroyafrádrátturHVAT ER FØROYAFRÁDRÁTTUR?Føroyafrádráttur (gæstestuderendefradrag) er ein serligur skattafrádráttur, ið kann játtast før oysk um lesandi í Danmark, um ávísar treyt ir eru loknar.Frádrátturin er heimilaður í norðurlendsku skattaavtaluni 20 og tilhoyrandi protokoll.Lov nr. 190 frá 12/03/1997 Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande. TREYTIRHøvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar: › At tú vart búsitandi í Føroyum áðrenn flytingina til Danmarkar › At uppihaldið í Danmark er fyribils í lestrarørindum › At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetansugevandi) frammanundan › At tú ikki hevur búð í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði88LESTRARLÍV
Undantøk eru frá treytini um, at tú ikki mást hava eina førleikagevandi útbúgving frammanundan.Serliga har talan er um eina sam-an hangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru før leika-gevandi.Eisini er undantak frá treytini um, at tú ikki hevur uppihildið tær í Dan-mark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjar. Til hetta 6 mánaðar tíðarskeiðið (tó hægst 1 ár) roknast ikki tann tíðin við, sum verður brúkt til eitt fyrireikandi skeið, ið verð ur kravt av útbúgvingarstovninum fyri at koma inn.Síðani er undantak fyri hjún, har bæði søkja um at koma inn á út búgv-ing, og bert tann eini verður upptikin. Her verður 6 mánaðar reglan tikin úr gildi fyri hin hjúnafelagin, tó hægst í eitt tíðarskeið uppá í alt 2 ár.Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um hesi undantøkini.Føroyafrádrátturin er býttur í tveir part-ar, har føroyafrádrátturin er 47.000 kr. (2019) og ein ríkisfelagsskaps frá-dráttur á 36.000 kr.Um tú bert ert undir útbúgving ein part av árinum, verður frá drátt-ur in lutfalsliga minni. Tað verða trekt átta prosent í AMB (Arbejdsmarkeds-bidrag) av allari arbeiðs inn tøk uni, men tað verður roknað sum ein goldin skatt ur í endaligu uppgerðini.Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og aðrar frádráttir.Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um frá dráttin. Tú skalt útfylla eitt um-sókn ar blað og senda tað til SKAT við telduposti. Tú skalt eisini viðhefta skjal-prógv fyri, at tú ert undir útbúgving, so sum lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. Tú sendir teldupost til SKAT við at logga á skat.dk við NemId. Nærri leiðbeining, hvussu tú søkir, og leinki til umsóknarblað finnur tú á heimasíðuni hjá Ráðgevingini – www.radgevingin.dk.Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt, hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving.Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita, um grundgevingin fyri noktan er røtt.ERU UNDANTØK?HVUSSU STÓRUR ER FØROYAFRÁDRÁTTURIN?HVUSSU FÁI EG FØROYAFRÁDRÁTT?www.skat.dk89LESTRARLÍV
Nei, føroyafrádráttur kann bert brúk-ast til arbeiðsinntøku.Tú kemur sostatt til at gjalda vanlig-an skatt av SU. Tað kann tó koma fyri hjá summum, at skattur fer av arbeiðsinntøkuni, og eingin skattur fer av SU. Tað týdningarmiklasta er, at SKAT fær tann rætta skattin inn, óansæð um skatturin verður trektur av SU ella av arbeiðsinntøkuni. Vend tær til Ráðgevingina og fá nærri at vita.Sambært dupultskattaavtal uni kann føroyafrádráttur bert brúkast til inn tøkur, sum koma undir heitið:„Vederlag for tjenesteydelser“.Sjálvt um tú hevur fingið føroyará-drátt á forskudsopgørelsen, skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðina, og úrslitið verður ein skattarokning í staðin fyri. Tað gongur sostatt ikki auto mastiskt. Nærri leiðbeining finn-ur tú á heimasíðuni hjá Ráð gevingini.Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur, lýkur treytirnar og lestr ar tíðin heldur seg innan fyri ásettu lestrartíð + 2 ár.Høvuðstreytin fyri at fáa føroya frá-drátt er, at tú ert í Danmark fyribils í lestrarørindum.Tað merkir, at frá tí degi, tú gert av ikki at fara heim eftir loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur.Um tú gevst ella ert liðug/-ur at lesa og avger at verða í Danmark, so er ikki lógarheimild til at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, vend tær so til Ráðgevingina.Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti eftir loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.Ráðgevingin fyri føroyingar í DanmarkTlf. 33 23 99 80www.radgevingin.dkKANN FØROYAFRÁDRÁTTUR BRÚKAST TIL SU?SJÁLVUPPGÁVA OG FØROYAFRÁDRÁTTURGILDISTÍÐ FYRI FØROYAFRÁDRÁTTUM TÚ IKKI FERT HEIMAFTUR90LESTRARLÍV
RÁÐGEVINGINFØROYSK SOSIALRÁÐGEVING Í DANMARKTAÐ ER NÓGV AT HUGSA UM Í SAMBAND VIÐ AT FLYTA NIÐUR, FÁA SKIL UPP Á ØLL SÍNI VIÐURSKIFITI ELLA VITA HVUSSU EIN BER SEG AT, UM UMSTØÐURNAR BRÁDLIGA FLØKJAST. VIT KUNNU TIL DØMIS VEGLEIÐA UM: › Flyting og persónsnummar. › Sjúkratrygging. › Bústaðarviðurskifti. › Boligsikring. › Hernaðarskyldu. › SU. › Eyka SU til stakar uppihaldarar. › Ferðaískoyti. › Børnetilskud, Børne- og ungeydelse. › Skatt. › Føroyafrádráttur (serligur skattafrádráttur til lesandi) › Varðveitan av skattskyldu í Føroyum.Vitja eisini heimasíðu okkara á:www.radgevingin.dkFinnið okkum eisini á Facebook, har vit halda tykkum kunnaði um viðkomandi upplýsingar, tiltøk og freistir.UPPLATINGARTÍÐIR:Mánadag 11.30 – 15.30Týsdag 11.30 – 15.30Mikudag 14.00 – 18.00Hósdag 11.30 – 15.30Fríggjadag stongtRáðgevingin í Keypmanna havn kenn ir føroysk-donsku við ur skift-ini væl, og kann vegleiða og veita tær ráð og vegleiðing í sosi al um, persón-lig um og lestrarligum spurn ing um.Royndu sosialráðgevarnir, ið hús ast á 1. hædd í Føroyahúsinum í Keyp manna-havn, kunnu virka sum sambindingarliður mill um teg, myndugleikar og stovnar í Dan mark og Føroyum.Vit kunnu hjálpa við upplýsingum um reglur og lóggávu, hjálpa við at sam skipa og raðfesta, vísa á møguleikar, myndug-leik ar, stovnar og serfrøðingar.Tænastan á Ráðgevingini er ókeypis, og tú kanst venda tær anonymt til okk-ara. Vit arbeiða undir tagnarskyldu og ongin skráseting fer fram.RÁÐGEVINGIN FYRI FØROYINGAR Í DANMARKVesterbrogade 17 A1620 København VTlf. + 45 33 23 99 80Fax + 45 33 23 92 34radgevingin@radgevingin.dkwww.radgevingin.dkMeðan Føroyahúsið er undir umvæling, er Skrivstovan á Norðuratlantsbryggjuni, Trandgade 91, 4., 1401 København K.91LESTRARLÍV
Les meira á betri.fo/ungBetri legat - stuðlar tær í tíni útbúgvingBetri legat er legat til ung føroysk lesandi, ið eru farin undir hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Betri legat er uppá kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum, tvær ferðir árliga.Freistin at søkja Betri legatið er 15. desember