Message 2023 – SÁLARHEILSA OG INFLATIÓN
MFS-tilfar á netinumHeimasíðan hjá MFS verður javnan dagførd við tíðindum, greinum og øðrum viðkomandi tilfari. Harafturat liggja myndir frá tiltøkum, sjónbond, plakatir, blaðið „Fjølnir“, sambandsmøguleikar og mangt annað á heima síðuni.FacebookMFS er eisini at finna á Facebook, har vit lýsa við tiltøkum og størvum og leggja tíðindi og annað viðkomandi tilfar út. Møguleiki er eisini fyri at senda okkum eini boð á Facebook ella ein teldupost til mfs@mfs.fo, um tit hava spurningar um eitthvørt.Vit eita MFS á Facebook, so far inn á Facebook og dáma okkum, og vit eru eisini fegin um at fáa tínar viðmerkingar um okkara virksemi, tiltøk og viðkomandi mál. Sig tína hugsan og ger tína rødd galdandi.Leinkja: www.facebook.com/MFStudentaInstagramMFS hevur tveir vangar á Instagram.MFSlesandi er ein vangi, har møguleiki er fyri at fylgja føroyskum lesandi kring knøttin. Á hesum vanganum eru lesandi, sum í myndum og orðum greiða frá sínum lestrarlívi. Um tú fylgir vanganum hjá MFS á Instagram, er møguleiki fyri at síggja, hvat tey ymisku føroysku lesandi takast við. Við jøvnum millumbilum er eisini møguleiki fyri at fylgja føroyingum í teirra arbeiði eftir loknan lestur. MFStudenta er hin vangin hjá MFS. Her kanst tú fylgja við í virkseminum hjá MFS-ráðnum og nevndunum. Alt frá nevndarfundum og tiltøkum til altjóða ráðstevnur verður lagt út á hendan vangan. Fylg okkum á MFSlesandi og MFStudenta.Hitt okkumFjølnir2023Upplag:500Ábyrgdarfólk: Magnus við StreymHans Gilstein PetersenNiels ArgeSofía JoensenJákup Joensen EskildsenLýsingar: Magnus við StreymSnið og Uppsetan: FøroyaprentRættlestur: Emma Annika ThomsenForsíðumynd: Erika HögnadóttirPrent: FøroyaprentÚtgevari: Meginfelag Føroyskra StudentaSamband:Heimasíða: www.mfs.foTeldupostur: mfs@mfs.foTe lefo n: +298 73 70 80Blaðið er einans upplýsandi. Broytingar kunnu vera komnar, síðan blaðið varð útgivið. MFS frátekur sær tí alla ábyrgd av møguligum skeivum upplýsingum. 4 Forseta frágreiðing 2022 6 Hvat er MFS 7 MFS í Keypmannahavn 8 Eru viðurskiftini hjá lesandi nøktandi? 10 MFS ger um seg í European Students’ Union 12 Nýggja verkætlanin SJÓMAQ 14 Ungmannafelagið hjá Sinnisbata 16 The Hidden Student Mental Health Crisis Post-pandemic 18 Yvirlýsing um fría fosturtøku í Føroyum 18 Yvirlýsing um felags talgilda goymsluskipan 19 Eru vit nærhendis eini nýggjari fíggjar kreppu? 22 Brennandi pengar í hyperinflatión 26 Spurnablað til lesandi: Bartal S. Hansen 28 Spurnablað til lesandi: Hans G. Petersen 30 Máltøka, migratión og inklusjón: Royndir hjá tilflytarum at læra føroyskt og fáa atgongd til føroyska arbeiðs marknaðin 34 Spurnablað til lesandi: Røskva Tórhalsdóttir 36 Spurnablað til lesandi: Eva R. Kamban 37 Spurnablað til lesandi: Paula L. Joensen 38 Svøvnur og trivnaður hjá lesandi í Føroyum812142 3
Útbúgving er grundar-lagið fyri framtíðina!Beint undan løgtingsvalinum, skipaði MFS fyri einum átaki, ið snúði seg um, at útbúgving er svarið - trupul leikar sam-felagsins, altso inflatión, prís vøkstur, og tøkniliga kollveltingin av gerandis deg-num, kunnu loysast við útbúgving. Hetta trúgva vit uppá av tí, at útbúgving ikki bert er vegurin fram í mun til at tryggja sær eina góða inntøku, men eisini í mun til at gera heimin betri. Vit arbeiða fram-vegis fyri einum altjóða fróð skap ar setri, at sálarheilsa og trivnaður verða raðfest, at útbúgving skal vera fyri øll, at geva lesandi eina hjálpandi hond í prís vøkstr inum og bústaðartrotinum, og at veður lags kreppan skal á breddan sum skjótast. Góðskutrygging er enn nakað, ið fyllir í útbúgvingarpolitikkinum hjá MFS. Vit vilja enn stremba eftir, at lesandi kunnu fáa eina líka góða útbúgving í Føroyum, sum í øðrum londum. Her skal læruúrtøkan raðfestast soleiðis, at lesandi verða hoyrd og kunnu geva eftirmeting og harumframt fáa atgongd til onnur universitet eftir loknan lestur.Harafturat er ymiskt hent í lokala virk-sem inum hjá MFS, har Keyp manna havn-ar nevndin hevur skipað eitt nýtt ráð við 12 ráðslimum, har tey hava skipað fyri einum tiltaki, Betri Byrjan, og fyri val kvøld í Føroya-húsinum. Fyrimyndarliga sam starv ið við Ráð Teirra Lesandi skal eisini halda fram, har røddin hjá teimum lesandi í Før oy um veruliga verður hoyrd. Tey hava eisini skipað fyri fleiri tiltøkum á Setrinum og gjørt eina nýggja heimasíðu fyri lesandi í Føroyum.Nýggja samstarvið, sum vit hava við DUF (Dansk Ungdoms Fællesråd) skal eisini nevnast. Vit eru, saman við DUF, farin í gongd við verkætlanina Sjómaq (ein saman setningur av “sjógvur” á føroysk-um, “imaq” á grønlendskum, og “hav” á Magnus við Streym, MFS forsetiMA í søgu, Háskóla Íslandsdonsk um), har høvuðsendamálið er at bróta fordómar millum Føroyar, Grønland og Danmark.At enda vil eg eisini nevna ráðstevnurnar, sum MFS hevur luttikið í. Hesar eru eitt nú ráðstevnan hjá European Students’ Union í Aveiro í Portugal, sum FAIRe (Meginfelag Portugisiska Studenta) skipaði fyri, har høvuðsevnið var orkukreppan kring Evropa, og hvussu hon serliga rakar tey lesandi. Eisini skipaði MFS fyri ráðstevnu í Keymannahavn, har meginfeløgini í útnorðri luttóku. Dentur varð lagdur á sálarheilsuna hjá teimum lesandi frá einum fyribyrgjandi sjónar-miði. Síðani fóru vit til eina ráðstevnu hjá NOM (Nord isk Ordförande Möte) í Gøtuborg í Svøríki, har lestr ar umhvørvið og arbeiðsbyrðan hjá teimum les-andi var á breddanum. Og so í novembur fóru vit á stýris fundinum hjá European Students’ Union í Prag í Kekkia, har vit sjálvandi bardust og atkvøddu fyri rætt indunum hjá teimum lesandi í Føroyum og uttan landa.Vit síggja fram til at fáa nógv burturúr, har útbúgving skal raðfestast fyri øll!Góðan lesihug!Vit vilja enn stremba eftir, at lesandi kunnu fáa eina líka góða útbúgving í Føroyum, sum í øðrum londum. 54
Hvat er MFSMeginfelag Føroyskra Studenta – altíð og uttan undantak stytt MFS – er felagið hjá teimum, ið eru undir hægri útbúgving í Føroyum, og hjá teimum føroyingum, ið eru undir hægri útbúgving í útlondum.Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) er felagsskapurin hjá øllum lesandi í Føroyum og øllum føroyskum lesandi uttanlanda. MFS er tískil fakfelagið hjá teimum. Felag ið varð stovnað tann 31. januar 1962 á fundi á Kannibalinum, gomlu kantinuni á Køben havns Universitet. Vit arbeiða mið víst fyri at troka á, prika og gera vart við viðurskiftir, ið á einhvønn hátt ávirka tey lesandi. Í yvir 60 ár hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og tískil hevur felagið drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið leiðslan á Fróðskaparsetinum, Mentamálaráðið ella onkur annar myndugleiki ætlar at gera eitthvørt átak, ið hevur okkurt við lesandi at gera. MFS skal tryggja, at sjónarmiðini hjá teimum lesandi verða tikin í álvara. Tey mál MFS annars hevur fingist við eru millum annað studningur, sosial viðurskifti, varpa ljós á, hvussu tað er at lesa í Føroyum og kring heimin, skráseta lesandi, ið búgva uttan landa, til løgtingsvalið og altjóða sam-starv. Í lógunum hjá MFS stendur, at felagið arbeiðir fyri, at útbúgving verður raðfest, samstundis sum vit verja tey virði og mál, sum eru tengd at útbúgvingarvirk sem-inum, og sum ávirka lesandi og samfelagið. Hetta sæst eisini undir løgtingsvalinum, har vit søgdu, at “svarið er útbúgving!”, og at vit hava fimm hjartamál til komandi stjórn: eitt altjóða fróðskaparsetur, har les-andi skulu hava atgongd til Erasmus+ og menna eitt altjóða kampusumhvørvi í Før oyum. At sálarheilsa og trivnaður skal rað festast, har øll lesandi, og ikki einans tey ungu, fáa ókeypis tilboð um sálarfrøðiliga við gerð. At útbúgving skal vera fyri øll, har kyn, húðarlitur, kynslig sannføring ella brek ongantíð skal vera forðing fyri, at ein kann fáa sær eina útbúgving. At hjálpa lesandi, ið eru fíggjarliga sperd og ávirkað av inflatión, hóast føroysk lesandi eru tey, ið arbeiða mest við síðuna av lesnaðinum. Og til end ans, at veðurlagskreppan skal raðfestast so leiðis, at útbúgving kann vera svarið uppá kreppuna, har gransking í nýggjari tøkni og gerast klókari uppá loysnir, ið kunnu fyri byrgja, at veðurlagskreppan versnar. Hetta er nøkur dømi um, hvat vit í MFS stremba eftir í løtuni, men eru eisini í gongd við at arbeiða uppá átøk og annað.Øll lesandi í Føroyum og føroysk lesandi uttanlanda eru vælkomin at stilla upp til MFS ráðið, tá vit hava ársaðalfund. Ráðið kann í mesta lagið verða samansett av ell ivu ráðslimum. Ráðið skipar seg á aðal fund inum við forseta, varaforseta, ráðs skriv ara, altjóða skrivara, fíggjarstjóra, og sam skiftis- og marknaðarførðslustjóra. Ráðið er hægsti myndugleiki í MFS og virkar sum savn ing ar depil fyri virksemið í nevndunum. Sjálva ráðið er annars politiski parturin av MFS, og tað er her, at viðkomandi mál hjá lesandi koma upp og verða viðgjørd. Ráðið tekur sær eisini av uppgávum, sum liggja uttanfyri nevndina, t.d. at føra bókhald og skipa fyri tiltøkum, sum Markleys Útbúgv ing og Betri Pisudagar. Ráðið hevur eisini ábyrgd av blaðnum hjá MFS, sum er Fjølnir.Ráðslimir kunnu fáa drúgvar arbeiðs royndir m.a. innanfyri at skipa fyri tiltøkum, skriva lesarabrøv, vera blaðstjóri, vera fund ar stjóri, arbeiða fyri altjóða samstarvi o.s.fr. Tú kemur í samband við onnur lesandi, sum hava somu áhugamál sum tú, og sum kunnu koma við ískoyti, tá tú hevur okkurt gott hugskot. Vit, í MFS, brenna fyri at gera mun, og har eingin vil forða tær í nøkrum, um tú hevur ynski um eitthvørt. Har um framt er MFS á nógv vert CV’num, tá tú skalt søkja arbeiði, har tú leggur upp til arbeiðs gev aran, at tú ert ein ágrýtin persónur, ið hevur áhuga fyri at ávirka umhvørvið, sum tú ert í. Tó skalt tú ikki bara koma í MFS fyri at pynta á títt CV. Tað, at tú kanst sam starva við onnur lesandi, tá ting henda, kann eisini geva tær møguleikan at læra onnur at kenna umframt at gera okkurt við síðurnar av lesnaðinum.Keypmannahavnarnevndin er samstarvsnevndin hjá MFS í Keypmannahavn. Aðalmálið hjá nevnd-ini er at samansjóða føroysk lesandi í Keyp manna havn. Hetta gera vit við at skipa fyri ymiskum til tøkum. Úr rúgvuni kunnu nevnast ræstkjøtaveitsla, flagg-dagshald, Betri Byrjan og pub quiz. Umframt hetta hava vit eitt sera gott samstarv við Føroyahúsið, sum vit, við jøvnum millumbili, skipa fyri tiltøkum saman við. Í løtuni sita 12 fólk í Keypmannahavnarnevndini. Einki mark er á, hvussu nógv kunnu sita í nevndini, so øll, sum hava áhugað í at gera ein mun fyri føroysk lesandi í Keypmannahavn, eru vælkomin í nevndina. MFS í Keyp-manna-havn6
sessur.foRÁÐTEIRRALESANDI Hvat er tað? Ráð Teirra Lesandi (RTL) er felagið hjá øllum lesandi á Setrinum. Tvey umboð á hvørjari deild verða vald í RTL. Umboðini verða vald á aðalfundinum, har øll lesandi á Setrinum kunnu stilla upp og hava valrætt.Hvat gera vit? RTL virkar fyri einum góðum lestrarumhvørvi og samanhaldi við at skipa fyri tiltøkum fyri lesandi. Tað kann vera pubquiz, fyrilestrar, konsertir, pallborðsfundir o.a. RTL hevur javnan fundir við rektaran og onnur í leiðsluni, har vit umboða øll lesandi. Har kunnu vit koma við upp-skotum um broytingar, og tey spyrja og kunna okkum um tað, sum hendir á Setrinum. RTL hevur umboð í ymiskum arbeiðsbólkum á Setrinum, og vit verða hoyrd í ymiskum viðurskiftum, sum ávirka lesandi. RTL samstarvar við MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) um alskyns viðurskifti. RTL umsitur eisini heimasíðuna sessur.fo, har viðkomandi tilfar til lesandi verður lagt út. Hvussu kann eg koma við? Við at gerast virkin í RTL fært tú ávirkan á títt egna lestrarlív, og kanst verða við til at betra fakliga og sosiala umhvørvið á Setrinum. Sum nevndarlimur í RTL fært tú eitt breitt netverk og fjølbroyttar royndir innan t.d. útbúgvingar- og lestrarpolitikk, sosialar miðlar og fyriskipan av tiltøkum. Nærri kunning um hvar og hvussu aðalfundurin verður hildin, verður send á setursteldupostarnar, tá dagurin nærkast. Kom við á aðalfund hjá Ráð Teirra Lesandi! Aðalfundurin verður í septembur 2023.@rtlsetur rtl@student.setur.fo Ráð teirra lesandi á Setrinum9Umstøður hjá lesandi á SetrinumTá vit meta um lestrarumstøðurnar hjá teimum lesandi á Setrinum, noyðast vit at vera varug við, at tey lesandi á Setrinum í miðal eru væl eldri enn tey, ið lesa uttanlands. Sambært trivnaðarkanningini hjá Setrinum hava umleið helvtin av øllum lesandi heimabúgvandi børn undir 18 ár. Umframt hetta eru lestrarbústaðir sera avmarkaðir, og fleiri noyðast at leiga íbúðir, ið kosta væl meira enn tað, ið lesandi fáa í studningi. Tí er tað umráðandi, og gleðiligt at lestrarstuðulin vónandi verður hækkaður. Arbeiði við síðuna av lestrinumTrivnaðarkanningin hjá Setrinum vísti, at av teimum, sum høvdu umhugsað at gevast við útbúgvingini, vísti ein fjórðingur á fíggjarstøðuna sum høvuðsorsøk. Studningurin til livikostnað er í løtuni 4.605 kr um mánaðin. 65% av teimum, sum svaraðu í trivnaðarkanningini, søgdu seg vera ósamd í, at hetta dekkaði teirra fíggjarliga tørv, meðan 17% søgdu seg ikki vita. 3 út av 4 søgdu, at tey hava tørv á at arbeiða við síðurnar av lesnaðinum, og fleiri teirra mettu, at hetta hevur eina neiliga ávirkan á teirra lesnað. Rammurnar mugu tryggjast, áðrenn húsið kann byggjastRTL og MFS fegnast um, at hægri útbúgving hevur fingið pláss í valstríðnum, men neyðugt er at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum longu eru lesandi, heldur enn einans at seta fleiri útbúgvingar á stovn ella taka fleiri lesandi upp. Lesandi mugu hava góðar umstøður at lesa, og fráfallið skal vera lægri, enn tað er í dag. Tí mugu vit seta inn har, sum tað neyðugt er. Fleiri lestrarbústaðir við lágari leigu mugu útvegast, og studningurin til livikostnað eigur at verða hækkaður, ella onnur tiltøk sett í verk, soleiðis, at lesandi ikki noyðast at arbeiða so nógv, at tað sæst aftur á lestraravrikinum. Sálarheilsan hjá teimum lesandiNæminar á Glasi hava atgongd til eina ókeypis sálarfrøðitænastu, meðan lesandi á Fróðskaparsetri Føroya ikki hava atgongd til eina slíka tænastu. Lesandi eru undir stórum trýsti, eins og næmingarnir á miðnámi. Tí undrast MFS og RTL á, hví lesandi ikki hava somu atgongd til sálarfrøðitænastu. Har er ókeypis tilboð um bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp til ung millum 15-35, men tað, at fíggingin til hetta varð brúkt upp í summar, er ikki einans prógv um, at sálarheilsan hjá teimum ungu í Føroyum sum heild má uppraðfestast politiskt, men eisini, at hetta er eitt evni, sum Setrið burdi tikið upp. Eisini skal havast í huga, at fleiri lesandi í Føroyum eru eldri enn 35 ár, og hesi kunnu sjálvandi eisini hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp.Skulu lesandi sleppa at vitja Føroyar?Í 2017 varð avgjørt at lækka ferðastuðulin til lesandi, ið er ætlaður føroyskum lesandi uttanfyri Føroyar. Hetta varð gjørt við tí grundgeving, at kostnaðurin á flogferðum var lækkaður so mikið nógv seinastu árini, at stuðulsupphæddin átti at fylgt marknaðarprísinum. Men nú er støðan ein onnur. Prísvøksturin hevur dýrkað ferðaseðlarnar kring heimin, og tað er ikki longur møguligt at fáa eina ferð aftur og fram til Føroyar fyri verandi upphædd. Endamálið við ferðastuðulinum er, at lesandi kunnu ferðast heim til Føroyar árliga, og harvið styrkja og viðlíkahaldið tilknýtið til Føroyar. Um ferðastuðulin skal fylgja sínum endamáli, skulu upphæddirnar tillagast. Útbúgving er svarið - og ein íløga!MFS og RTL vilja heita á politisku skipanina at skifta hugburð og byrja at síggja útbúgving og tey lesandi sum eina íløgu, heldur enn eina útreiðslu. Játtanin til Setrið er hækkað, men er mest farin til at seta nýggjar útbúgvingar á stovn og at hava fleiri upptøkur um árið. Fíggingin til Setrið varð skerd við 2 milliónum, har hendan skerjingin skuldi vera innan gransking og leiðslu. Hetta vísir á, at gransking ikki verður virðismett, har gransking og útbúgving kann vera grundin undir at menna eitt samfelag. Útbúgving er ein av grundarsteinunum í samfelagnum, har eitt tað týdningarmesta tilfeingið er eitt væl útbúgvið fólk. Tí skal útbúgving raðfestast sum ein samfelagslig íløga. Erika Høgnadóttir,forfólk í Ráð Teirra Lesandi á SetrinumMagnus við Streym,forseti í Meginfelag Føroyskra StudentaERU VIÐURSKIFTINI HJÁ LESANDI NØKTANDI? 8
MFS ger umseg í European Students’ UnionMFS hevur verið til nevndarfund hjá European Students’ Union (ESU) í høvuðs staðnum hjá Georgia Tbilisi. Nevnd-ar fundurin hjá ESU er ein hálvárligur fund-ur, har øll limafeløgini møtast, og virkar sum evsta vald felagsins. Til hesar fund irnar tekur nevndin týdningarmiklar avgerðir viðvíkjandi politikkir, arbeiðsæltan og val av limum í starvsnevndina, har hvørt land hevur tvær atkvøður. MFS hevur skapt góð úrslit til hendan nevndarfundin. Tór Marni Weihe bleiv endurvaldur í starvs nevnd-ina og tvær yvlrýsingar við MFS sum upp-skotssetara blivu samtyktar.Tór Marni endurvaldurHvørt ár verður ein nýggj starvsnevnd og forsetaembæti valt í ESU. Tór Marni Weihe, fyrrverandi forseti hjá MFS, hevur sitið í starvsnevndini hjá ESU í eitt ár og valdi at stilla upp aftur og bleiv endurvaldur. Hesum úrslitinum eru vit í MFS sera errin av, og vit viðurkenna stóra virðið at hava ein føroying sitandi í maskinrúminum hjá tí størsta lestrarfelagsskapinum í Evropa, har servitan kann útvegast til gagns fyri føroyska samfelagið. Harafturat var Borgný Súsonnudóttir Hansen, fyrrverandi altjóða skrivari hjá MFS, við sum fundarstjóri í stóra nevndar fund-inum. So samanlagt vóru vit 5 før oy ingar, ið aktivt luttóku til nevndar fundin. Stóra luttøkan hevur givið eina jaliga mynd av MFS og Føroyum í lestrar politiska heim-inum.Hví var fundurin í Georgia?Í tráð við einari pro-russiskari menning í tí politisku skipanini í Georgia var hesin nevndarfundurin millum annað nýttur til at varpa ljós á fólksins vilja í Georgia at blíva partur av evropeisku familjuni. Til setanina fóru vit til ráðhúsið í Tbilisi, har nógv viðurkend fólk úr universitetum og politiska umhvørvinunum vóru til staðar, teirra millum borgarstjórin í Tbilisi og út búgv ingar mála-ráðharrin hjá Georgia. Set an in bleiv send beinleiðis í sjónvarp inum og nógv myndatól vóru til staðar. Eitt stórt georg iskt flagg hekk symbolskt við síð ur nar av ein um ES-flaggi og einum ukrainsk um flaggi. At síggja útbúgving og ESU fáa so nógv uppmerksemi í Georgia fekk ein at hugsa um, hvussu ein slíkur nevndarfundur hevði sæð út, um hann var hildin í Føroyum.Yvirlýsing um føroyskan limaskap í European Higher Education AreaMFS legði eina yvirlýsing fram til nevndar-fundin um, at Føroyar skuldi fáa limaskap í European Higher Education Area (EHEA). Yvirlýsingin bleiv einmælt samtykt. Harvið fekk MFS staðfest, at ESU váttar sín stuðul til at fáa Føroyar við í Bologna Follow Up Group og EHEA, og at ESU eggjar løg-tingið til at hava MFS við í til gongdini fyri at inkludera sjón ar miðið hjá les andi í Før oy um. Yvirlýsingin eigur at senda eitt stórt signal til bæði løgtingið og EHEA, tí 45 lestrarfeløg um boðandi umleið 20 mill i ónir lesandi kring Evropa stuðla MFS við hesum. Yvirlýsing um rættin hjá lesandi til trygga og lógliga abortMFS hevði saman við øðrum lestrarfeløg-um eina yvirlýsing um, at lesandi skulu hava atgongd til trygga og lógliga abort í Evropa. Yvirlýsingin bleiv samtykt við 70 at kvøðum fyri og 9 blankar atkvøður. ESU rósir føroyskt avrikÍ síðstu forsetarøðuni hjá Matteo Vespa, ið er fráfarandi forseti hjá ESU, blivu nøkur orð givin til Tór Marna Weihe og Borgný Sús onnu dóttir Hansen fyri teirra megnar arbeiði at fáa ein so lítl an felags skap sum MFS, ið um boð ar eina sera lítla mongd av les andi, at fáa full an lima skap í ESU. Har um-framt fekk Tór Marni eis ini rós fyri hans ara megn ar arbeiði í starvs nevnd ini hjá ESU. Hetta prógv ar bara, at hóast Før oy ar kann hava nógv ar av bjóð ingar sum smá tjóð, so eru har nógv ir møgu leikar úti í heim inum at gagn nýta. Tað snýr seg um at vera opin og trúgva uppá gongd ina.Hvat er ESU?ESU er eitt meginfelag fyri lesandi í Evropa við 45 landsfevnandi lestrarfeløgum úr 40 ymiskum londum, ið samanlagt umboða umleið 20 milliónir lesandi. Felagið bleiv stovnað í 1982 við endamálinum at um-boða og tala fyri útbúgvingarligum, sam-felags ligum, búskaparligum og ment-an ar lig um áhuga málum hjá lesandi á ev ro pe iskum støði rættað ímóti øllum við kom andi stovnum, serliga Evropa sam-veld ið (ES), Bologna Follow Up Group, Evropa ráð ið og UNESCO. ESU arbeiðir eitt nú við góð sku trygg ing av hægri útbúgving, inter nation al iser ing og mobilitet, trivnað og sál ar heilsu hjá lesandi og starNiels ArgeBúskaparfrøði í KeypmannahavnRáðslimur í MFSBorgarstjórin í Tbilisi bjóðar okkum væl-komin til býin.Anna Dam, ráðslimur hjá MFS, víst í tíðindinum í GeorgiaHer atkvøða vit til nevndarfundin.Borgný Súsonnudóttir Hansen, ein av teimum 4 fundar-stjórunum, verður víst í tíðindinum í GeorgiaNýggja starvsnevndin hjá ESU. Frá høgru: Ana Gvritishvili (Georgia), Joanna Maruszczak (Pólland), Tór Marni (Føroyar), Iris Kimizoglu (Týskland), Horia Onita (Romenia), Tanguy Guibert (Frakland), Tamara Ciobanu (Romenia), Arno Schrooyen (Belgia) og Ida Flemmich (Finnland). Andrej Pirjevec (Slovenia) manglar á myndini.Frá høgru: Tór Marni Weihi, Magnus við Streym, Niels Arge, Anna Dam og Borgný Súsonnudóttir Hansen.1110
Nýggja verkætlanin SJÓMAQSigrið LeivsdóttirBA Altjóða Viðurskifti (International Relations) á King’s College LondonMFS samstarvar við DUF um nýggja verkætlan, SJÓMAQVerkætlanin, SJÓMAQ, sum MFS er partur av, skipaði fyri einum túri til Føroyar um vikuskiftið 18.-20.novembur. Har luttóku ung frá Grønlandi, Danmark og Føroyum, og við teimum vóru felag skapir, so sum AFS, DUF og MFS, umboð aðir.Túrurin í sær sjálvum hevði eitt høvuðs-endamál, sum var at bróta for dómar millum Føroyar, Grønland og Danmark. Í tí sambandi vórðu hildnir fyrilestrar, seminar og onnur ítriv, sum skuldu koma við íkasti til at minka um fordómar og skapa ein størri kunnleika um mentan, polit isk viðurskiftir, ymiskleikar og líkheitir í teimum trimum londunum. Hetta eydnaðist sera væl, og fóru allir luttakarar heim aftur til heimlandið og felagsskapir við eini góðari uppliving av Føroyum umframt meira tilvit um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.Neyðugt er at viðmerkja, at tiltakið var fyri øll ung í teimum trimum londunum og var sostatt bæði til ung, sum eru fyri og ímóti ríkisfelagsskapinum. Tiltakið skuldi einans lata dyr upp fyri einum betri dialogi, hóast ymiskar politiskar hugsjónir. Hetta eydnaðist avbera væl.Afturat hesum fingu luttakararnir møgu leika at síggja ein part av føroysku náttúr uni og at uppliva eitt sindur av føroysku mentanini og matmentanini við at ganga ein túr frá Kirkjubø til Tórshavn.Tiltakið riggaði avbera væl og vónandi verður tílíkt ítriv aftur sett í verk í 2023, har øll ung kunnu søkja um pláss.Sjómaq12 13
Ungmannafelagið hjá SinnisbataSinnisbati Ung (SBU) er nýggja ungmannafelagið hjá Sinnisbata. Sinnisbati Ung hevði fyrsta fund í apríl 2021 og varð stovnað sum felag í februar 2022. Vit í Sinnisbata Ung ynskja at varpa ljós á ung og sálarheilsu og at vera við til at økja um vitanina um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum. M.a. vísir ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum (2019), at serliga eru tað tey ungu, ið mistrívast, og hetta ynskja vit at broyta.SBU er røddin hjá føroyska ungdóminum, og saman við teimum vilja vit arbeiða fram ímóti sálarheilsufremjandi loysnum, skapa størri tilvit í samfelagnum og skipa fyri upplýsandi og fyribyrgjandi tiltøkum og átøkum. Tað er týdningarmikið, tá ið vit tosa um ung og sálarheilsu, at vit eisini tosa við tey ungu um, hvussu tað er at vera ungur í dag. At tey ungu eisini koma til orðanna í viðurskiftum, sum teimum viðvíkur.Vit í Sinnisbati Ung hava havt nógvar bóltar í luftini síðani byrjan, og vit hava skipað fyri fleiri átøkum og tiltøkum og luttikið á fundum og ráðstevnum. Sinnisbati og Sinnisbati Ung hava m.a. samstarvað um poddvarpsrøðina TØGN, ið viðger evni innan sálarheilsu, ið vit vanliga ikki tosa um. TØGN hevur í dag ment seg til útvarpssendingina Nert ikki við, ið Kringvarp Føroya sendir. SBU er virkið á sosialu miðlunum, har vit regluliga leggja ymiskt út um sálarheilsu, fylgja við í tí, sum rørir seg í samfelagnum og luttaka í kjakinum um sálarheilsuøkið í Føroyum.Nevnast kunnu átøk sum Sárbærur Sunnudagur, Okkara Summarkroppur og Tykkara Skúlatrýst. Og Okkara Yrkingasavn, Okkara Listasavn og Okkara Stuttsøgusavn, ið ganga hond í hond. Her hava bæði vit í ungdómsbólkinum og ungdómar uttanífrá møguleikan at senda inn list, yrkingar og stuttsøgur, ið viðgera evni innan sálarheilsu. Meðan summi hava lættari við at seta orð á sínar kenslur, ynskja onnur heldur at vísa kenslurnar umvegis list og líknandi, og tí varð skipað fyri hesum átøkunum. Við Sárbærum Sunnudegi heita vit fólk á at vera sárbær, at deila út av egnum royndum, at tosa um kenslur og koma við ráðum og viðmælum viðvíkjandi sálarheilsu. Tað eru bæði ung, eldri og fakfólk, ið luttaka í Sárbærum Sunnudegi. Síðsta summar var átakið Okkara Summarkroppur, har dentur varð lagdur á kropsfatan. Kropsfatan fyllir nógv millum ung og spælir eisini ein týðandi leiklut, tá tað snýr seg um ung og sálarheilsu.Ein partur av átakinum var, at fakfólk luttóku og síðani einstaklingar, ið deildu sínar persónligu søgur. Síðsta heyst var átakið Tykkara Skúlatrýst, har dentur eisini varð lagdur á samfelagstrýst, men serliga skúlatrýst millum ung. Skúlin er partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu ungu. Her eru vit ein stóran part av gerandisdegnum og lívinum. Veruleikin er tó, at verri enn so øll trívast í skúlanum. Orsøkirnar eru mangar, alt frá fakligum til sosialum mistrivnaði. Her ynsktu vit at kanna, hvussu ein framtíðar skúlaskipan hevði kunnað sæð út, ið fevnir um øll okkum ungu. Her vóru eisini bæði fakfólk, ið luttóku, og síðani einstaklingar, ið deildu sínar persónligu søgur.Fyribyrging, fyribyrging, fyribyrging er lykilin í okkara virksemi. Vit trúgva upp á, at um vit lofta sálar heilsu trupul leik unum áðrenn teir gerast ov miklir og um fatandi, kunnu vit hjálpa fleiri ung um, áðrenn tað fer ov langt. Tí mugu og skulu politikkararnir eisini síggja hetta sum eina heildarmynd. Tað snýr seg ikki ein ans um at seta inn og hjálpa, tá tey ger ast sjúk, men eisini at arbeiða miðvíst og fyri byrgjandi áðrenn trupulleikin gerst við gerð ar-krevjandi.Tí ynskja vit at styrkja stovnar, fakbólkar og tilboð, sum arbeiða við børnum og ungum. Hetta gera vit millum annað við at styrkja og betra um starvfólkaorkuna, arbeiðsumstøðurnar og yrkisfrøðina. Vit ynskja, at politikkararnir styrkja Gigni, námsfrøðingarnar, lærararnar, Sernám, sosialpsykiatriina, Psykiatriska depilin, økispsykiatriina og allar teir sjálvbodnu felagsskapirnar, sum arbeiða fyri at betra um livikorini hjá børnum og ungum og familjum teirra. Næsta stigið hjá SBU er at koma út á skúlar at læra onnur ung um sálarheilsu.Øll ung millum 15 og 30 ár eru vælkomin at gerast partur av nýggja felagnum. Vit bjóða ein tryggan felagsskap, har pláss er fyri øllum og við rúmi fyri bæði stuttleika og álvara. SBU hittist regluliga mánakvøld kl. 19.00 í húsunum hjá MEGD á Íslandsvegnum 10c til prát, hugna og samveru.Ynskir tú at gerast limur í Sinnisbata Ungella stuðla felagnum, ber til at melda seg til áwww.sinnisbati.fo og/ella seta seg í samband við SBU á Instagram, Facebookella á ung@sinnisbati.fo.14 15
The Hidden Student Mental Health Crisis Post-pandemic University, for many, are the first years of adulthood and the years in which we are “finding” ourselves. We may find that we want to study History and then switch majors two or five more times in order to find the path we want to follow. Our years in University can be filled with finding new friends, partying with those individuals and cramming in as much studying as we can in between. All-in-all it is a time we should be able to look at the future with bright, hopeful eyes because it is the first time that we are paving the way for our own ambitions. The light can, however, dim with an onset of mental health concerns that many students face today. Most importantly, are Universities providing the resources students need in order to combat the problems that arise? Post pandemic university students are more concerned about their mental health these days than their future employment and income (OECD, Youth and COVID-19: Response, Recovery, Resilience, June 2020). Mental health is evidently plaguing the minds of university students as they are more concerned about maintaining their mental health equilibrium than future post-graduation plans. If students are facing mental health risks during their education, the impact can potentially affect both their studies and completion of studies. Both students approaching their university years and those who are in the midst of completing their education, are still feeling the effects of the pandemic and overwhelming risks to their mental health. Evidence shows the mental health challenges have doubled as a result of the pandemic globally (UNESCO, UNICEF and World Bank Report, The State of Global Education Crisis: A Path to Recovery, 2021 International Bank for Reconstruction and Development, 26) . In the same report high levels of depression and anxiety are present amongst youth and it is emphasized that girls and young women are disproportionately affected. Not only are university students potentially at risk but teachers and staff are as well. The report reveals that teachers who are under more stress influence students and other staff. Therefore, emphasizing the importance of providing appropriate and necessary psycho-social support in higher education institutions. The wellbeing of both staff and students needs to be ensured as stressful university environments can greatly influence the wellbeing of all those present. Universities must take concrete actions to ensure the mental wellbeing of their students. Mental Health Counselors and School Psychologists should be present within every Higher Education Institution. The International Accreditations of Counseling Services (IASC) recommends one full time professional staff member per 1.000-1.500 students at minimum. Some of the risks of having too few staff members are: increased waiting lists, decreased support for academic success, liability risks for the university and difficulty providing services for individuals with more severe psychological issues (IASC, Statement Regarding Recommended Staff To Student Ratios, 2019). Universities´success rates can greatly depend on the overall wellbeing of their students and providing even the minimum recommended health support on campus is a necessary first step. The World Health Organization created a Comprehensive Mental Health Action Plan for 2013-2030 that Universities should take notes on. The global actor emphasizes a vision where mental health is “valued, promoted and protected, mental disorders are prevented and persons affected by these disorders are able to exercise the full range of human rights and to access high quality, culturally-appropriate health and social care in a timely way to promote recovery,” (World Health Organisation, Comprehensive Mental Health Action Plan, 2021, 4). If students are not receiving appropriate response times to overwhelming mental health concerns and access to mental health services, universities must intervene for the sake of students and provide comprehensive services. School psychologists and accessible group programs to combat anxiety and such are some of the services that campuses have provided. Students must have the tools to succeed during their studies and mental health concerns are a foreseeable barrier the youth of today face when approaching university years, which are often stressful. Student success is intertwined with the university’s success and measures must be taken to promote both by providing necessary services on campus.Students´ mental health is at risk today and action is critical in preventing further harm to students´ health. Youth are showing increasingly more signs of depression and anxiety which can have dangerous effects on their lives. Universities must take this crisis seriously by reacting and providing full-time mental health professionals on campus to prevent mental health illness from growing into increasingly complex issues. Students should be able to look upon their future with bright, hopeful eyes and not with overwhelming concern.Sigríður Helga Kárdal ÁsgeirsdóttirInternational Officer at the National Union of Icelandic Students (LÍS)Studying Psychology at the University of IcelandUniversities must take concrete actions to ensure the mental wellbeing of their students. Mental Health Counselors and School Psychologists should be present within every Higher Education Institution. 16 17
Búskaparligar avleiðingar av krígnum 24. feburar 2022 gjørdi Russland innrás í Ukreina, og kríggj var so aftur komið til Evropa. Vesturheimurin hevur svarað aftur til ógvisligu russisku innrásina við at seta altjóða sanktiónir1 í verk móti Russlandi fyri at steðga krígnum. Hetta hevur ávirkað russiska búskapin, og mett verður, at Russ-land er tað mest sanktioneraða landið í heiminum. Ein avleiðing er, at tað er blivið verri hjá Russlandi at fáa atgongd til altjóða marknaðin. Eitt nú hava ymiskir russiskir bankar fingið avmarkaða atgongd til aðrar altjóða bankar.2 Hóast sanktiónirnar hava ávirkað Russland, hava sanktiónirnar havt eina tvífalda ávirkan. Russland liggur nummar ellivu millum heim s ins ríkastu lond, tá tað kemur til GDP3 og er eisini ein stórur framleiðari av olju, gassi og koli. Russland hevur eisini stórar handilsavtalur við EU4, Bret land, Kina, USA, Týskland og mong onnur lond. Av tí, at Russland er ein av heimsins størstu oljuframleiðarum, og at mong lond hava handilsavtalur við Russland, hevur krígg ið í Ukreina eina óbeinleiðis ávirkan á umheimin. Serfrøðingarnir siga, at Evr-opa er meira viðbrekið enn aðrir altjóða búskapir, tí Evropa er bundið at russiskum og ukrainiskum vørum. Oljuprísirnir hava gjørt, at inflatión í Evropa er vaksin støðugt sam bært hagstovuni hjá EU. Hagstovan hjá 1 Sanction (Sanktión): Ein revsing mann fær fyri at bróta lógir ella reglur2 Orhan, E. (2022) “THE EFFECTS OF THE RUSSIA AND UKRAINE WAR ON GLOBAL TRADE,” Journal of International Trade, Logistics and Law, 8(1), pp. 141-146. 3 GDP (Gross domestic product) merkir BTÙ (bruttotjóðarúrtøka). 4 European Union, EU, er ein búskaparligur og politiskur felagsskapur, sum fevnir 27 evropiski lond. 5 Eurostat (2022) Inflation in the euro area, Eurostat Statistics Explained . Available at: https://ec.europa.eu/eurostat/statistics-explained/index.php?title=Inflation_in_the_euro_area#Euro_area_annual_inflation_rate_and_its_main_components (Accessed: December 10, 2022).EU nevnir, at inflatiónin í EU fer vænt andi at vera 10.7% í oktobur og síðani 9,9% í septembur.5 Eisini í Føroyum hevur kríggið Eru vit nærhendis eini nýggjari fíggjar kreppu?Tórður Arnfinnur ThomsenXxxxxxxxAvleiðingar av russisku innrásiniRussland er millum størstu oljuframleiðararnar í heiminum.Yvirlýsing umfelags talgilda goymsluskipanÍ stevnumiðnum hjá MFS verður virðis-grundarlagið hjá felagnum lýst. Har verð-ur staðfest, at lesandi hvørki skulu vera fyri beinleiðis ella óbeinleiðis mismuni vegna kyn ella kynsligan samleika. Við yvirlýsingini “Allur mismunur skal beinast burtur”, samtykti aðalfundurin í 2021 enn einaferð, at MFS skal virka fyri javnstøðu og javnrættindi. Galdandi fosturtøkulóg er við til at fremja mismun vegna kyn, og eigur at verða dagførd soleiðis, at fostur-tøka er frí – tað vil siga, at tað er tann, ið er við barn, ið eigur síðsta orðið.Atgongd til trygga fosturtøku er ein mannarætturMFS góðtekur ikki, at allar kvinnur í Før-oyum ikki hava lógartryggjaðan rætt til trygga fosturtøku. Hetta er brot á manna-rættindi. MFS arbeiðir fyri, at øll lesandi eru fevnd av mannarættindum, og vit vilja tí virka fyri fríari fosturtøku. At velja Føroyar sum lestrarland skal ikki at føra við sær avmarkað rættindi til egnan kropp.At gerast við barn skal ikki vera ein forðing fyri at nema sær útbúgvingHvørki um ein ynskir at fullføra við gongu-tíðina, ella um ein ynskir at fáa fosturtøku framda. Vit eiga at hava góðar sosialar skipanir, soleiðis, at tað ber til at fáa børn meðan man er lesandi. Ynskir tann les andi at fáa fosturtøku framda, skal hetta eisini bera til. Sum nú er, ber til at fáa fosturtøku á privatum sjúkrahúsi í Danmark, um ein ikki lýkur treytirnar í føroysku lógini. Hetta verður mett at kosta millum 6.000 og 11.000 kr umframt ferðaútreiðslur, uppi-hald og møguligar mistar inntøkur frá lestrarstarvi. Í seinastu trivnaðarkanningini hjá Fróðskaparsetrinum svaraðu 23%, at tey høvdu umhugsað at gevast við les-naðinum vegna vánaliga fíggjarstøðu. At brádliga skula av við eina stóra upp hædd, kann tí hugsast at vera ógjørligt hjá summ-um, og hjá øðrum føra til, at tey eru noydd at gevast við lesnaðinum. Frí fosturtøka er eitt stig á rættari leið til eitt samfelag, ið virðir menn og kvinnur einsÍ Føroyum hava vit eitt undirskot av kvinn um. Ein av orsøkunum til hetta er, at føroyskar kvinnur ikki í nóg stóran mun flyta heim eftir loknan lesnað uttanlands. Við fríari fosturtøku fáa kvinnur rætt til at avgera yvir egnum kroppi. Hetta er týdningarmikið fyri tær kvinnnur, ið ynskja fostur tøku, men hetta sendir eisini eitt signal til allar kvinnur um, at vit sum sam felag hava álit á kvinnum. Harvið gerst føroyska samfelagið meira innbjóðandi fyri kvinnur.Kjakið um fría fosturtøku eigur at vera siðiligtTað eru nógv, sum hava sterkar meiningar um fosturtøku. Vit heita á øll um at halda ein siðiligan og virðiligan tóna og minnast til ikki at skamma tær kvinnur, ið hava fingið eina fosturtøku. Markið fyri nær í viðgongutíðini fosturtøka skal vera loyvd, eigur at byggja á fakliga vitanSpurningurin um nær í viðgongutíðini fosturtøku kann fremjast er ikki einfaldur. Vit eiga at lata fakfólk koma til orðanna í hesum málinum, soleiðis, at markið verður sett út frá einum upplýstum grundarlagi.Yvirlýsing um fríafosturtøku í FøroyumMFS og LÍS (Lestrarfelag Íslands) heita á Fróðskaparsetur Føroya og ís lend sku universitetini at byggja eina felags tal gilda goymsluskipan fyri lesandi í Før oy um og Íslandi. Á goymsluskipanini kunna m.a. bachelor og master rit gerðir og gransk-ingar frá akademiska starvs hóp inum verða savnaðar.www.skemman.is er ein heimasíða fyri íslendsk lesandi, sum bjóðar hesar tæn astur, og nýggja heimasíðan www.ojs.setur.fo hevur eitt savn av bókum og rit gerð um, sum Fróðskapur hevur útgivið, men hevur tó ikki bachelor ella master rit gerðir.Vit heita á Føroysku og Íslendsku universitetini at bjóða lesandi, lærarum, granskarum og øðrum hesa deildu vitanina, sum kann eggja til samstarv millum universitetini og økja um vitanina millum Føroyar og Ísland.18 19
í Ukreina havt neiligar avleiðingar. Føroya Hagstova nevnir, at brúkaraprístalið er vaks-ið 8,8% seinasta árið, sum er størsti árligi vøksturin síðani fyrst í áttatiárunum.6 Afturat hesum framleiðir Ukreina nokk av matið til at metta 400 milliónir fólk í um heiminum. Ukreina framleiðir 50% af heims ins Sunflower Oil, 10% av heims ins hveiti og 13% av heimsins korn fram leiðslu.7 Krígg ið og sanktiónirnar hava økt prísin av neyð ug um vørum, so sum olju, hveiti og øðrum, sum hevur elvt til eina vaksandi in fla tión í Evropa og Føroyum. Eftir hesum at døma, fer inflatiónin ikki at minka í nærmastu framtíð, av tí, at krígg ið í Russlandi hevur eina beinleiðis og óbein leiðis ávirkan á umheimin. Beinleiðis, tí Russ land hevur økt oljuprísirnar fyri at noyða umheimin at minka um sank tión-6 Hagstovan (2022) Størsti árligi prísvøkstur í 40 ár, Hagstovan. Available at: https://hagstova.fo/fo/tidindi/storsti-arligi-prisvokstur-i-40-ar (Accessed: December 10, 2022).7 Tampubolon , D.M. (2022) “Russia’s Invasion of Ukraine and its impact on Global Geopolitics ,” European Scientific Journal , 18(20), pp. 48–70. 8 United Nations er ein felagsskapur, sum strempar fyri altjóða friður, verju og ein pallur hjá londum at tosa um ymisk mál.9 International Monetary Fund (2022) World Economic Outlook – Countering the Cost-of-Living Crisis. Rep. International Monetary Fund, pp. 1-186. Available at: https://www.imf.org/en/Publications/WEO/Issues/2022/10/11/world-economic-outlook-october-2022 > full report (Accessed: December 10, 2022). 10 Latham, A. (2022) How the Ukraine war vindicates realism, The Hill. Available at: https://thehill.com/opinion/international/3643585-how-the-ukraine-war-vindicates-realism/ (Accessed: December 10,2022)11 Er ein trygdarfelagsskapur, sum fevnir 30 lond frá norður Amerika og Evropa.12 Nebo Sr. , D.A.M. (2022) “The Dark Side of National Security: The Case of Russia’s Invasion of Ukraine,” International Journal of Research and Innovation in Social Science (IJRISS), VI(IV), pp. 482–493. Available at: https://www.researchgate.net/profile/Ambrues-Nebo-2/publication/360589504_The_Dark_Side_of_National_Security_The_Case_of_Russia’s_Invasion_of_Ukraine/links/627f93654f1d90417d6b5cbe/The-Dark-Side-of-National-Security-The-Case-of-Russias-Invasion-of-Ukraine.pdf (Accessed: December 10, 2022). irnar móti Russlandi, men eisini óbein leiðis, tí prísurin av vørum úr Ukreina veks ur í samband við, at infrastrukturur, arbeiðs-megi og annað er ávirkað av krígnum. Harumframt væntar IMF, fíggjarstovnur av United Nations8, at inflatiónin kring heimin fer at vaksa frá 4.7% í 2021 til 8.8% í 2022, og síðani minka til 6.5% í 2023 og 4.1% í 2024.9 Serfrøðingar meta, at inflatión frá 2% til 4% er gott fyri búskapin, so tað sær lovandi út í framtíðini. Men búskapurin í Evropa sær út til at líða komandi árini.Realistiskt sjónarmið um kríggiðOrsøkin til, at Putin valdi at fremja eina harð renda innrás á Ukreina, kann vera greidd frá úr einum realistiskum sjónar-horni. Realisman er eitt ástøði í altjóða við ur skiftum, sum meinar, at altjóða skip-anin er lógleys, tí har er ongin fjøltjóðað leiðsla, sum kann døma ósemjur ella verja tey veiku. Ella sagt við øðrum orðum frá kenda realistinum, Thucydides: ”Tey sterku gera, hvat tey vilja, og tey veiku líða undir hesum”.10 Hetta merkir, at allar tjóðir fyrst royna at tryggja sær ein góð an trygdar-politikk móti fremmandum hótt anum og síðani vald í altjóða skipanini.Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur, at ætlanirnar hjá Ukreina at lima seg í felags kapirnar EU og NATO11, er ein bein-leiðis hóttan móti russiskum trygg leika. Eftir fyrrverandi stórveldið, Soviet sam-veldið, fall, er NATO blivið størri, tí lond í fyrr verandi kommunistiska stýrinum hava limað seg í felagsskapin.12 Úr einum real-Kina, Týskland, USA og mong onnur lond hava handilsavtalu við RusslandUSA er enn heimsins størst búskapur, men búskapurin hjá Kina veksur stórliga.Taivan er ein stórur veitari av hálvveitarum í heiminumistiskum sjónarhorni kann innrásin tulk ast sum ein trygdarpolitisk avgerð hjá Russ-landi, tí um Russland megnar at vinna á Ukreina, kann tað vera, at Vesturheimurin ongantíð aftur fer at gera nakað við Russ-land, og at onnur einaveldislond fara at fremja onnur ógvuslig verk, teirra millum Kina, Iran, Norður Korea og onnur. Aðrir møguligir altjóða faktorar, sum kunnu ávirka inflatiónina Ein annar faktorur, sum kann elva til vaks-andi inflatión, er spenningurin millum Taiv-an og Kina. Í ár valdi US “house speaker”, Nancy Pelosi, at vitja Taivan, og er hetta fyrstu ferð í 25 ár, at ein US ”house speaker” hevur vitjað landið. Hetta hevur elvt til øsing, tí kommunistiski kinesiski flokkurin viðurkennir ikki Taivan sum eitt sjálvstøðugt land, men sær tað sum ein týðandi part av Kina.13 Um Russland megnar at vinna, kann tað vera, at Kina fer eisini at gera innrás í Taivan. Kina eygleiðir, hvussu vesturheimurin handfer kríggið í Ukreina, og hevur so lært, at vesturheimurin ikki fer at virka beinleiðis í krígnum móti einum landi, sum hevur kjarnorkuvápn.14 Hetta fer at hava stórar politiskar og búskaparligar avleiðingar, tí Kina er allarhelst størsti búskapurin í heiminum. Kina er ein so stórur partur av altjóða búskapinum, at sanktiónir fara allarhelst at vera meira skaðandi fyri lond ini, ið gera sanktiónirnar. Kina bleiv heims ins størsti útflytari of vørum í 2009 og størsta handilsland av vørum í 2013. Kina bleiv eisini heimsins fimt størsti út-flyt ari av tænastum við umleið 227 bill-iónum dollarum í útflutningi í 2017.15 Eisini Taivan er eitt umráðandi handilsland, tí Taivan framleiðir umleið 20% av heimsins hálvleiðarum16, og ein innrás kann ávirka framleiðsluna stórliga. 17Hvussu fer framtíðin at síggja út? Russiska innrásin hevur havt stórar fylgir fyri búskapin í heiminum og hevur elvt til, at inflatiónin er vaksin stórliga. Men ein kinesisk innrás fer eisini at økja inflatiónina, tí Kina er ein so stórur búskapur og hevur 13 Schuman, M. (2022) Is Taiwan Next? , The Atlantic . Available at: https://www.theatlantic.com/international/archive/2022/02/vladimir-putin-ukraine-taiwan/622907/ (Accessed: December 10, 2022).14 Sacks, D. (2022) What is China Learning From Russia’s War in Ukraine? , Foreign Affairs . Available at: https://www.foreignaffairs.com/articles/china/2022-05-16/what-china-learning-russias-war-ukraine (Accessed: December 10, 2022). 15 Jonathan et al., (2019) China and the world: Inside the dynamics of a changing relationship . rep. McKinsey Global Institute , pp. 1–45. 16 Elektriskt tilfar til teldur og onnur elektriskt amboð.17 Birgbauer, P. (2022) China and Taiwan: The Geopolitical Crisis Hiding in Plain Sight , The Diplomat . Available at: https://thediplomat.com/2022/10/china-and-taiwan-the-geopolitical-crisis-hiding-in-plain-sight/ (Accessed: December 10, 2022).fleiri handilsavtalur við mong lond. Sum nevnt omanfyri, vænta serfrøðingar, at inflatiónin fer at minka komandi árini, men spenta støðan millum Taivan og Kina kann gera, at inflatiónin fer at vaksa stórliga, um tað eisini verður kríggj. Um Russland megnar at vinna, kann vera, at Kina metir, at Vesturheimurin ikki fer at klára at forða londum í at fremja innrás. Nær kríggið fer at enda er eisini óvist, tí tað er so skiftandi. Til tíðir boða tíðindakeldurnar frá, at Russland hevur yvirtikið ein Ukreiniskan bý, at Ukreina hevur havt framgongd, at Russland fer at nýta kjanorkuvápn og so víðari. Alt veldst um, hvussu kríggið í Ukreina fer áfram, tí nógv er uppá spæl fyri umheimin og tann vanliga borgaran. 20 21
Í Zimbabwe í 2008 upplivdu tey ávirkan-ina av næst hægstu hyperinflatiónini nakran tíð. Inflatiónstølini fyri novembur 2008 vóru 79,600,000,00%. Tað var ein dagligur vøkstur á 98.0%. Næstan hvønn dag vuksu prísirnir tvífalt, og hetta end-aði við fleiri fólkum í fátækadømi og hørð um tíðum. Arbeiðsloysið var næstan 80%. Hyperinflatiónin varð skapt av, at tey printaðu ov nógvar pengar vegna fíggjar-liga skelkin. Príseftirlit varð sett á fyri at gera tað møgu ligt at keypa dagligar vørur og vón-andi steðga inflatión. Hetta eydnaðist ikki so væl, tí framleiðsluprísirnir vuksu skjótari enn prísirnir á vørunum, og veitarir høvdu ov lítla tileggjan at tilflyta vørurnar. Hetta gjørdi, at trotið og inflatiónin bleiv verri.1Inflatiónin í Zimbabwe hevur voksið síðan 1960’ini. Hetta gjørdi, at fólk væntaðu meira inflatión og plagdu ofta at biða um hægri løn og koyra prísirnar upp í vantanini um hægri inflatión í framtíðini.Reglur vórðu settar fyri, hvussu nógvir pengar fólk kundu taka út í bankanum um dagin. Hetta var tí, at bankarnir manglaðu reiðan pening. Grundin til hetta var tí, at pengarnir mistu virðið allatíð, og størri og størri seðlar blivu í heilum printaðir av nýggj um. Fólk stóðu í kø leingi og sluppu ikki at taka meira út enn virðið á ein um til tveim um USD. Hetta var bara um tey 1 Tejvan Pettinger. 2019. Hyper Inflation in Zimbabwe | Economics Help’, Economicshelp.org <https://www.economicshelp.org/blog/390/inflation/hyper-inflation-in-zimbabwe/>vóru heppin nokk at náa at koma til kass-an áðrenn alt var burtur. Hetta var ikki nokk av pengum at keypa tað ymiska, eitt hús ar hald hevði brúk fyri, og førdi við sær nógv an spenning og ófrið.Nógv máttu selja alt tey áttu fyri at hava ráð at gjalda tað ymiska í teirra gerandis-degi, so sum skúla og mat á borðið. Nógv fluttu eisini fyri at lætta um gerandistrýstið. Hetta var ein av orsøkunum til, at nógv Brennandi pengar í hyperinflatión fólk kláraðu at yvirliva í Zimbabwe.2 Onk-ur í familjuni flutti til eitt annað land, kundi tjena fleiri pengar og senda tað aft ur til familjuna fyri at stuðla teimum sum best bar til. Nógv børn blivu eisini tik in úr skúlum, og fólk høvdu ikki ráð at nýta heilsuverkið í landinum. Í 2008 vóru næstum allir skúlanir tómir, og fleiri sjúkrahús vóru stongd, tí har var eingin at arbeiða eftir, at fíggingin bleiv skorin. Hetta hevði sjálvandi stóra ávirkan á heilsuna hjá fólki, og børn blivu ikki koppset fyri mesl ingar og DtaP longur. Lønin hjá fólki var so lág, at lønin hjá einum politsti rakk bert til at keypa 20 egg og lønin hjá einum lærara rakk bert til tvær fløskur av olju.3Zimbabwe megnaði at fáa rætt lag aftur á inflatiónina í landinum. Hetta varð gjørt við at góðtaka amerikanskar dollarar og ES gjaldoyra evruna. Tað hevði við sær, at fólk byrjaðu at gera eitt ólógligt átak, sum bleiv kallað ’burning money’ fyri at varðveita keypiorku. Fólk skaffaðu sær ólógliga útlendska valuta og vekslaðu pengarnar aftur til innlendska valuta á svarta marknaðinum. Hetta var gjørt fyri at yvirliva. Fólk stríddust at keypa dag-ligar vørur, fólk fingu ikki arbeiði, og fleiri fyri tøkur stríddust eisini við konstanta vøkstr inum.4 Tá ið fólk kundu byrja at nýta útlendsksa valuta, fall inflatiónin nógv ígjøgnum árini frá 2009. Í 2018 var inflatiónin í Zimbabwe niðri á 4.3%. Í 2015 segði búskaparmálaráðharrin í Zim babwe, 2 McIndoe-Calder, Tara, Tara Bedi, and Rogelio Mercado. 2019. ‘Hyperinflation in Zimbabwe’, Hyperinflation in Zimbabwe: 9–25 https://doi.org/10.1007/978-3-030-31015-8_23 McIndoe-Calder, Bedi, Mercado. 2019. ‘Hyperinflation in Zimbabwe’4 Miller, Stephen Matteo, and Thandinkosi Ndhlela. 2022. ‘“Burning Money” and Institutional Decline during Zimbabwe’s Hyperinflation’, Applied Economics: 1–17 <https://doi.org/10.1080/00036846.2022.2047604>5 ‘The History of Monetary Collapse in Zimbabwe | River Learn - Bitcoin Markets’. [n.d.]. River Financial <https://river.com/learn/history-of-monetary-collapse-in-zimbabwe/#economic-reform-2008---present> [accessed 5 March 2023]at tey fóru ikki at seta í gildi aftur Zim-bab we valuta, men nýggja stjørnin í 2019 boðaði frá eini nýggjari Zimbabwe valuta, sum førdi við sær eina heilt nýggja hyper-inflatión. Í oktobur 2020 var inflatión in í Zimbabwe uppi á 417.25%.5BókmentalistiMcIndoe-Calder, Tara, Tara Bedi, and Rogelio Mercado. 2019. ‘Hyperinflation in Zimbabwe’, Hyperinflation in Zimbabwe: 9–25 https://doi.org/10.1007/978-3-030-31015-8_2Miller, Stephen Matteo, and Thandinkosi Ndhlela. 2022. ‘“Burning Money” and Institutional Decline during Zimbabwe’s Hyperinflation’, Applied Economics: 1–17 https://doi.org/10.1080/00036846.2022.2047604Tejvan Pettinger. 2019. ‘Hyper Inflation in Zimbabwe | Economics Help’, Economicshelp.org https://www.economicshelp.org/blog/390/inflation/hyper-inflation-in-zimbabwe/‘The History of Monetary Collapse in Zimbabwe | River Learn - Bitcoin Markets’. [n.d.]. River Financial <https://river.com/learn/history-of-monetary-collapse-in-zimbabwe/#economic-reform-2008---present> [accessed 5 March 2023]Hyperinflatión er, tá ið inflatión vøksturin er hægri enn 50% um mánaðin. Hetta hevur við sær, at virðið av gjaldoyranum lækkar, búskapurin steðgar upp, og prísirnir eru óstøðugir.Sofía Helena JoensenXxxxxxxx22
DUGIR DUGIR TÚ VIÐ TÚ VIÐ PENGUM?PENGUM?betri.fo/ungDUGIR TÚ VIÐ PENGUM?BústaðarkontanTú skalt sum meginreglu hava 10% í eginfígging, tá tú tekur lán til at keypa ein bústað.Fyrireika teg í góðari tíð og byrja at spara upp beinanvegin. Sjálvt smærri upphæddir gera stóran mun.Við eini Bústaðarkontu kanst tú spara upp til tín fyrsta bústað við eini hægri rentu.Tú fært samstundis 500 krónur á kontuna, tá tú stovnar eina Bústaðarkontu.Óvæntaðar útreiðslurTær koma, tá tú minst væntar tað. Tá tú hevur eina uppsparing hava tær tó ikki líka stóra ávirkan á ger andis dagin. Tær mest vanligu óvæntaðu útreiðslurnar eru umvæling av bilinum/súkkluni, av telduni/telefonini og tannlæknarokningar.At vera ungur er eitt serliga hendingaríkt tíðarskeið í lívinum, har tú hevur brúk fyri, at fíggjarviðurskiftini stuðla tær í at gera tínar dreymar til veruleika.betri.fo/ungRoyn og fyll út tína fíggjarætlan
“Hví valdi tú at lesa stjórnmálafrøði?”Tá ið eg skuldi søkja víðari lesna, var eg eitt sindur í iva um, hvørja útbúgving eg skuldi søkja inn á. Eg valdi stjórnmálafrøði, tí tað er ein sera breið útbúgving. Tað gevur mær bæði møguleikan at arbeiða við almennari fyristing, í tí privatu vinnuni, í einum áhugafelagsskapi ella at undirvísa. Her kann leggjast avtrat, at stjórnmálafrøði er ein sam-an sett útbúgving við nógvum spennandi læru-greinum. Úr rúgvuni kunnu nevnast politikk ur, altjóða politikkur, háttalag, løgfrøði og búskapur. “Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá tær (bæði í mun til lesnað og í mun til frítíð)?”Síðani eg byrjaði at lesa, havi eg roynt at havt ein skipaðan gerandisdag. Hetta merkir, at eg royni at fara tíðliga upp at lesa, hóast vit t.d. ikki hava undirvísing fyrr enn seinni á degnum. Á útbúgvingini er nógvur lesnaður og nógv undir-vísing, og tí er tað umráðandi fyri meg at skipa dagin soleiðis, at eg fái mest burtur úr. Hetta merkir tó ikki, at eg altíð nái at lesa alt pensum. Eg haldi tað er umráðani at viðkenna fyri sær sjálvum, at ein ikki altíð nær alt. Í byrjanini royndi eg at lesa alt pensum, men ofta endaði eg við at sita allan dagin. Nú plagi eg at siga við meg sjálvan, at eg siti og lesi til t.d klokkan 16.00 hvønn dag, og nái eg ikki alt, so gerst ikki við. Tað kann altíð náast áðrenn eg skal til próvtøkur. Ein onnur orsøk til, at eg royni at hava ein skipaðan gerandisdag er, at hetta gevur mær meira frítíð. Tá eg eri liðugur at lesa tað, eg hevði sett mær fyri, veit eg, at eg kann halda frí. At vera lesandi er annað enn bert at lesa bøkur og vera til undirvísing. Eg meti, at tann sosiali parturin av lestrarlívinum er eins týdningarmikil sum tann bókligi. Frítíðina brúki eg saman við vinfólki og ymiskum frítíðarítrivi. Í løtuni eri eg formaður í MFS í Keyp-mannahavn, og tað dámar mær væl at brúka tíð uppá. Harafturat eri eg eisini limur í einum kajakk lubbi á Islands Brygge. “Hví valdi tú at taka tína útbúgving í Keypmannahavn?Eg var ongantíð í iva, tá ið eg skuldi velja lestrarbý. Bæði tí, at flestu av vinfólkunum ætlaðu sær her, og tí at mær altíð hevur dámt væl býin. Tað ber eisini væl til at lesa mína útbúgving aðra-staðni enn í Keypmannahavn, men tey, sum eg tos aði við, lótu væl av útbúgvingini her. Sam stund-is visti eg eisini, at professarirnir á útbúgvingini eru kendir og viðurkendir granskarir, og tað taldi upp.“Hvat dámar tær best við at lesa í Keypmannahavn? Hevði tú viðmælt øðrum at lisið í Keypmannahavn?”Tað er ringt at velja tað besta við at lesa í Keyp-mannahavn. Tað er ein blanding av alskyns ting-um, sum ger tað stuttligt at vera lesandi í Keyp-mannahavn. Kampus á skúlanum er gott, og her eru nógv ymisk støð at seta seg at lesa pensum, og tað dámar mær væl. Harumframt eru eisini nógvir góðir møguleikar í mun til lestrarstørv, ið eru viðkomandi fyri tær flestu útbúgvingarnar. Eg vil viðmæla øðrum at lesa í Keypmannahavn, um teimum dámar væl at búgva í einum stórbýi, men sum hóast alt ikki er størri enn, at tú kanst súkkla til øll støð í býnum. Hvat fyri studning fært tú (livikostnað, skúlagjald o.s.fr.), hvussu nógv er hetta per mánað, og hvørjum stovni fært tú studningin frá (SU, Studni)?Eg fái danskan stundning frá SU, og hann er umleið 5.500 kr eftir skatt. Metir tú, at hesin studningurin er nøktandi?Ja og nei. Samanborið við onnur lesandi, bæði í Føroyum og aðrastaðni í heiminum, so meti eg studningin vera nøktandi. Tó er livikostnaðurin ikki lægri, bara tí tú ert lesandi og við einari vaksandi inflatión, og einum studningi, sum ikki veksur, so verður tað alsamt dýrari at vera lesandi. Tí haldi eg eisini, at studningurin kundi verið hægri.Hvussu fært tú endarnar at røkka saman? Hvussu ávirkar hetta tína lestrargongd og tína sálarheilsu?Eg arbeiddi áðrenn eg flutti niður, og so havi eg eisini arbeiði við síðurnar av lesnaðinum. Hetta ávirkar hvørki mína lestrargongd ella mína sálarheildu. Tvørturímóti. Eg haldi tað vera sunt at hava arbeiði við síðurnar av lesnaðinum, tí so hevur tú tíðspunkt, har tú ikki hevur tíð at hugsa um skúlating. Eg vildi tí heldur sagt, at tað styrkir um mína sálarheilsu og ger mína lestrargongd betri.Hevur tú nøkur ráð til tey, ið umhugsa antin at lesa stjórnmálafrøði ella at taka sína útbúgving í Keypmannahavn?Tá ið eg byrjaði at lesa stjórnmálafrøði, so helt eg, at alt bara snúði seg um at viðgera tey stóru poltisku málini í heiminum. Soleiðis var tað tó ikki. Útbúgvingin snýr seg í stóran mun eisini um almenna fyrisiting, so tað skal ein vera klárur uppá. Eg vil eisini viðmæla øllum at hava ein skipaðan gerandisdag. Á hendan hátt, haldi eg, at tú fært meira burtur úr, bæði fakliga og av frítíð. At enda vil eg eisini viðmæla teimum, sum flyta til Keypmannahavnar at leggja dent á sosiala partin av lestrarlívinum. Í Keypmannahavn eru nógv lestrarfeløg, sum ein kann tekna seg til, bæði føroysk og donsk. Hetta hjálpir einum at læra nýggj fólk at kenna, sum ger tað lættari at flyta til ein nýggjan bý. Var tað nakað serligt, sum tú stúrdi fyri, áðrenn tú flutti til Keypmannahavnar? Hvussu samsvaraði veruleikin við væntanirnar?Persónliga stúrdi eg eitt sindur fyri at flyta til eitt nýtt land og fakliga stúrdi eg fyri at hava eitt nýtt undirvísingarmál og at lesa akademiskar tekstir. Veruleikin samsvaraði eisini væl við væntanirnar. Í byrjanini var tað hart at flyta til eitt nýtt land, men hetta gekk yvir eftir eina tíð. Viðvíkjandi undirvísingarmálinum, so var tað eisini strævið í byrjanni. Eg brúkti nógva orku uppá málið heldur enn innihaldið í undirvísingini. Men sum við at flyta til Danmarkar, so gekk hetta eisini yvir aftaná eina tíð. Eg haldi, at tað snýr seg bara um at hanga í og trúgva upp á, at tað nokk skal verða betri, tá ið ein hevur vant seg við at búgva og vera lesandi í einum nýggjum landi. Soleiðis var tað hjá mær. Kendi tú nakran í Keypmannahavn áðrenn tú flutti til Danmarkar? Hvussu var at læra fólk at kenna?Eg kendi fleiri í Keypmannahavn áðrenn eg flutti higartil. Eg havi familju, sum lesur her og eina rúgvu av góðum vinfólki. Síðani eg eri fluttur higartil, havi eg eisini lært nógv nýggj fólk at kenna. Eg vildi tó eisini læra danskarar at kenna, og tí flutti eg á ein stundentagarð, sum hevði felagskøk. Á hendan hátt havi eg eisini lært fleiri danskarar at kenna, og tað eri eg sera glaður fyri. BARTAL SÚSONNUSON HANSEN | Aldur: 23 ár | Lestrarland & býur: Dan mark, Keypmannahavn | Útbúgvingarheiti & árgangur: Stjórnmálafrøði, árgangur 2021 | Útbúgvingarstovnur: Københavns Universitet26 27SPURNABLAÐTIL LESANDI
Hví valdi tú at lesa el- og maskinverkfrøði?Upprunaliga bleiv eg drigin at verkfrøðið, ella náttúruvísindi sum heild, av forvitni. Spurningar sum: “hvussu virkar ein bilur/telda/flogfar/og so víðari?” áhugaðu meg nógv. Á miðnámi dámdi mær best alisfrøði og støddfrøði, og tað var um tað mundið, at eg byrjaði at hugsa um, hvat eg vildi gera í framtíðini. Tá eg so las um møguligu útbúgvingarnar, eg kundi søkja, vóru tað serliga verkfrøðisgreinarnar, sum fangaðu meg. Innan verkfrøði helt eg el- og maskinverkfrøði vera mest spennandi greinin, av tí hon fevnir so breitt. Útbúgvingin hevur verið avbjóðandi, men eg eri øgiliga glaður fyri, at eg valdi hesa leiðina.Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá tær (bæði í mun til lesnað og í mun til frítíð)?Hetta árið hevur verið nógv at gera í skúlanum. Eg eri til fyrilestrar umleið 11 tímar um vikuna, sum er nógv, nógv færri enn fyrru árini, men nógv tíð er brúkt uppá eina verkætlan. Á mínari leið hevur man eina einstaklingaverkætlan á fjóðra ári og eina bólkaverkætlan í fimta ári. Verkætlanirnar strekkja seg yvir bæði semestrini, og man hevur lærugreinar við síðunar av verkætlanini. Annars havi eg eisini nógv bólkaarbeiði í hinum lærugreinunum umframt uppgávur, sum verða latnar inn sum einstaklingur. Stórur partur av tíðini uttanfyri fyrilestrar verður tí brúktur uppá at samskiftast og fundast um bólkaarbeiðið. Eg royni eisini at venja nakrar ferðir um vikuna, og í vikuskiftunum fylgist eg vanliga við vinfólki. Tá kann nógv ymiskt vera á skránni, t.d. konsert, poker-kvøld, biograf ella ein vanligur býtúrur.Hví valdi tú at taka tína útbúgving í Skotlandi/Glasgow?Eg var áhugaður í at lesa í Bretlandi sum heild, men av tí, at man ikki noyddist at gjalda fyri skúlagjald í Skotlandi, helt eg hetta vera besta loysnin. Hetta er tíverri ikki galdandi longur vegna Brexit. Eg hugsaði eisini at søkja inn á útbúgvingar í Danmark, men av tí, at man søkir langt fyrr á universitet í Bretlandi, hevði eg longu fingið váttað, at eg var komin inn á Strathclyde áðrenn umsóknarfreistin í Danmark var liðin. Eg søkti inn á Electrical and Mechanical Engineering útbúgvingina á trimum universitetum; University of Edinburgh, University of Glasgow og University of Strathclyde (sum eisini er í Glasgow). Eg fekk eina váttan frá Strathclyde og Glasgow, men endaði á einum bíðilista til Edinburgh. Eg valdi tó at fara á Strathclyde framum Glasgow, áðrenn eg hoyrdi aftur frá bíðilistanum til Edinburgh, tí Strathclyde hevur serliga gott umdømi innan verkfrøðisútbúgvingarnar.Hvat dámar tær best við at lesa í Skotlandi/Glasgow? Hevði tú viðmælt øðrum at lisið í Skotlandi/Glasgow?Glasgow er ein spennandi og lívligur býur. Her eru øgiliga nógv lesandi og gott býarlív, og eg havi notið mína tíð her. Eg haldi heilt sikkurt, at Glasgow og Bretland sum heild, eru verd at umhugsa, men sum støðan er vorðin eftir Brexit, er hetta heilt sikkurt ikki fyri øll.Í flestu útbúgvingunum í Bretlandi hevur man langa summarfrítíð. Í fjør var mín síðsta roynd tann 5.mai, og summarfrítíðin vardi umleið til hálvan septembur. Fyri meg merkti hetta, at eg hevði ríkiligt av tíð bæði til at arbeiða og at hugna mær við vinfólki og familju. Hvat fyri studning fært tú (livikostnað, skúlagjald o.s.fr.), hvussu nógv er hetta per mánað, og hvørjum stovni fært tú studningin frá (SU, Studni)? Fyrstu fýra árini av útbúgvingini fekk eg studning frá SU, sum var umleið kr. 6300. Hetta dekkaði leiguna, rokningar, og meginpartin av livikostnaðinum. SU veitir ikki studning til fimta árið av útbúgvingum uttanfyri Danmark, so tá mátti eg søkja ÚSUN, sum liggur á umleið kr. 4600. Hetta dekkar leiguna og ein part av rokningunum.Eg sleppi tíbetur undan at rinda skúlagjald (tuition), tí eg byrjaði at lesa í Skotlandi áðrenn Brexit. Tá var skúlagjaldið goldið av SAAS, ein skotskur stovnur, sum svarar til føroyska Studna og danska SU. Lesandi, sum byrjaðu, ella fara at byrja, at lesa í Skotlandi eftir Brexit fáa tíverri ikki henda ágóðan.Metir tú, at hesin studningurin er nøktandi?Eg haldi, at studningurin frá ÚSUN átti at verið minst líka høgur sum tann frá SU. Eg havi fingið endarnar at røkka saman við at arbeiða í summarfrítíðini, sum tíbetur er munandi longri hjá lesandi í Bretlandi enn hjá lesandi í Føroyum og Danmark. Eisini hava foreldur míni hjálpt mær, tá kontan nærkaðist null, og vissað mær um, at tey eru klár at hjálpa mær, um neyðugt er. Eg havi tíbetur ikki verið noyddur at finna arbeiði við síðunar av lesnaðinum.Hevur tú nøkur ráð til tey, ið umhugsa antin at lesa el- og maskinverkfrøði ella at taka sína útbúgving í Skotlandi?Eg ímyndi mær, at um man ikki er áhugaður í tøkni ella vísindi, so er verkfrøðið ein øgiliga turr útbúgving. Eg havi nógvar fyrilestrar, sum eru øgiliga turrisligir, hóast eg haldi evnið vera spennandi, so verkfrøði er neyvan ein leið man skal fara, um áhugin ikki er har. Men um man hevur áhugan og velur at taka útbúgvingina, so er bara at dríva á, sum við øllum øðrum útbúgvingum.Um man ætlar sær at lesa í Bretlandi, er tað týdningarmikið at seta seg inn í mannagongdirnar og umsóknarfreistirnar. Frægast man vera at fara á heimasíðuna hjá Vegleiðingarstovuni, tí mannagongdirnar eru broyttar, síðan eg sjálvur søkti inn á universiteti.Var tað nakað serligt, sum tú stúrdi fyri, áðrenn tú flutti til Skotlands? Hvussu samsvaraði veruleikin við væntanirnar?Eg stúrdi mest fyri fyrstu tíðini, tá man noyðist at læra nýggj fólk at kenna. Tíbetur eru øll í somu støðu, og skjótt hevur man ríkiligt av vinfólki. Á Strathlcyde University eru nógvar ‘societies’ og ítróttafeløg; tað kann viðmælast at fara uppí eitt slíkt felag, tí vanliga hava tey reglulig sosial tiltøk. Í Glasgow er tað vanligt at fara á ‘sub-crawl’, altso eins og pub-crawl, har man ferðast við metro til pubbir ymsastaðni í býnum.Glasgow er ein spennandi og lívligur býur. Her eru øgiliga nógv lesandi og gott býarlív, og eg havi notið mína tíð her.HANS GILSTEIN PETERSEN | Aldur: 24 ár | Lestrarland & býur: Skotland, Glasgow | Útbúgvingarheiti & árgangur: MEng Electrical and Mechanical Engineering, 5. ár | Útbúgvingarstovnur: University of Strathclyde28 29SPURNABLAÐTIL LESANDI
Yvirskriftin er ein stutt lýsing av evninum, sum doktararitgerðin hjá mær snýr seg um. Heitið á ritgerðini er “New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities” (Holm, 2021)1 . Hon setur annaðmálsmál-tøku í mið depil, har høvuðsendamálið var at kanna royndir hjá vaksnum tilflytarum at læra føroyskt. Eisini varð kannað, hvørjar avbjóðingar tilflytarar, av øðrum uppruna enn norðurlendskum, hava við flytførið á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Umleið tveir triðingar av teimum 29 til flyt ar unum, ið eg hevði samrøður við, vóru fólk við útbúgving. Talan var bæði um yrkis út búgv-ingar og hægri útbúgv ingar á bachelor- og master stigi. Royndirnar vístu, at hjá teim um flestu var tilgongdin við at læra føroyskt sera drúgv og møtimikil. Ikki tí, at føroyskt er verri at læra enn onnur mál, men tí, at máltakarar høvdu avmarkaða atgongd til 1 Heriot-Watt University, Edinburgh, Skotland. Ritgerðin er ikki útgivin, men verður tøk í endurskoðaðari bókaútgávu í næstum: Holm, A. E. (verður prentað): Migration, adult language learning and multilingualism: Critical sociolinguistic research with new speakers of Faroese. Routledge book series: Critical Studies in Multilingualism.málið og vantandi umstøður til at læra føroyskt. Máltøka – tað at læra eitt nýtt mál - er eitt samansett og fjøltáttað fyribrigdi. Harumframt er máltøka altíð støðutreytað og tí tengd at umhvørvinum, sum tann, ið lærir seg málið, er í. Vantandi atgongd til málið í gerandisdegnum, til dygdargóða málundirvísing í nærumhvørvinum og umstøður og stuðul til at læra føroyskt, vóru millum størstu avbjóðingarnar. Máltøka og føroyskt sum annaðmálAlheimsgerðin, økta tilflytingin og harvið vaksandi talið av fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum teirra fyrstamál, ger, at tørvur er á at fáa til vega vitan um, hvørji tey menniskju eru, ið flyta til Føroya, hvørja bakgrund tey hava, hvønn tørv tey hava á málundirvísing, hvørja atgongd og møguleikar tey hava fyri málundirvísing, og hvussu gongst hjá tilflytarum at læra føroyskt. Sambært fólkateljingini frá 2011 vóru næstan 100 ymisk tungumál skrásett sum fyrstamál hjá borgarum í Føroyum. Hvussu tølini fyri málsligt fjølbroytni síggja út við ársbyrjan í 2023, er ikki greitt, men staðfestast kann, at tilflytingin til Føroya, og harvið málsligt og mentanarligt fjølbroytni, er støðugt vaksandi. Hvussu er so veruliga støðan hjá vaks-num tilflytarum viðvíkjandi atgongd til føroyska málið, til førleikagevandi málskeið á ymsum torleikastigum kring landið, til læringsamboð, stuðul og umstøður at læra málið, og hvørjar serligar avbjóðingar gera seg galdandi, tá roynt verður at læra eitt fáment mál sum føroyskt? Tað var m.a. hetta, sum eg setti mær fyri at kanna. Vitan um hesi viðurskifti er av týdningi fyri menn ing av politikki og praksis á inklu sjóns økinum í breiðum týdningi; fyri menning av fakøkinum ‘føroyskt sum annaðmál’, fyri førleikamenning av lærarum, ið undirvísa tilflytarum í før-oyskum sum annaðmál, og fyri neyvari innlit í máltøku hjá vaksnum tilflytarum. Tal-an er um eitt evni, sum sera lítið er gransk að í, í Før oy um. At skilja og læra høvuðs-mál ið í mót tøku landinum er týdn ing ar mikið av fleiri ors-øk um, m.a. fyri trivnað, sosi-ala inklusjón og javnbjóðis møgu leik ar í samfelagnum hjá til flyt arum, sum av fleiri ymisk um orsøkum hava valt at seta búgv í Føroyum. Men vitan um, hvussu ein lærir eitt nýtt mál sum føroyskt, hvørji við urskifti ávirka mál tøku hjá vaksnum tilflytarum, hvat skal til fyri at læra eitt nýtt mál, umframt vitan um samband millum mál, mentan og samleika, er eins týdningarmikil. Her verður ofta farið lætt-liga um veruleikan og vitan um hesi evni í almenna kjakinum og á politiskum stigi. Serføroysku umstøðurnar – tað, at føroyskt er eitt fáment mál í einum tvímæltum samteksti, har bæði føroyskt og danskt eru tengd at yrkis menning, út búgv ing-ar verki, flytførið á arbeiðs markn að in um, til gongdum viðvíkjandi inklu sjón og eks-klu sjón og har vaksandi fleir mæli mynd-ar gerandisdagin – hava stóran týdn ing. Neyð ugt er at taka atlit til hesi viður skifti, tá myndugleikar orða pol itikk ir um mál-undirvísing, arbeiðs markn aðar viður skifti, ella seta krøv og treytir í sambandi við integratión og var andi uppi halds loyvi. At læra føroyskt í um rødda samteksti er altíð støðutreytað og tí ein stór avbjóðing fyri tey, ið royna at læra seg málið. Tað er júst hetta, sum gransk ing in, sum eg eri í holt við, snýr seg um og sum greinin varpar ljós á. At skapa umstøður fyri máltøku hjá tilflytarum, og at menna og gera íløgur í fakøkið ‘føroyskt sum annaðmál’ hevur ikki bert týdning fyri tilflytarar og eftirkomarar teirra, men er eisini týdningarmikið fyri málsliga burðardygd – fyri at føroyskt skal yvirliva sum mál.Kanningarháttur, luttakarar og niðurstøðurRitgerðin fevnir um eina kvalitativa kann-ing og ein kanningarhátt, sum á fakmáli nevnist ein kritisk sociolingvistisk etnografi. Orðið kritisk í hesum høpi merkir, at teir spurningar, ið settir verða, seta málsligan ójavnað og maktviðurskifti í miðdepil. Hug takið sociolingvistisk, ella at kanningin er sam felagsmálslig, verður her brúkt í breiðari merking um málspurningar, sum hava týdning og avleiðingar fyri fólk, t.d. spurningar um leiklutin, ið mál spælir, tá umræður at lata dyr upp til samfelagið. Sostatt er talan um málspurningar, ið eru tengdir at sosialum, politiskum og fíggjar ligum viðurskiftum hjá máltakara. At kann ingin er etnografisk, ella ein etnografi, sigur nakað um sjálvan kanningarháttin, sum her verður skilt sum at fara í dýpd-ina, t.d. við samrøðum og eygleiðingum í ymisk um sosialum kontekstum. Enda-málið við etnografiskum kanningum er ikki at generalisera, men at varpa ljós á og greina, hvat royndir hjá einstaklingum ella bólk-um kunnu siga okkum um ymisk sam fel ags-viður skifti (t.e. teir spurningar, ið kann-aðir verða), og at knýta lokal viður-skifti við globalar pro sessir (t.d. mi-gra tión og global-iser ing). Enda málið at lata røddir teirra, ið kann ingin snýr seg um, koma í miðdepil. Í sambandi við gransk-ingina havi eg gjørt kann ingar á tveimum flaka virkjum. Tað inni-bar m.a. at arb eiða á ein um av virkj un-um í eitt styttri tíðarskeið, at gera eyg leið ingar, at brúka tíð saman við lut tak arum á og uttan fyri arbeiðs plássið, at skriva dagbók, og at hava samrøður við lut tak-ar ar og onnur, sum eg arbeiddi sam an við á virkinum. Samanlagt vóru sam røður gjørdar við tilflytarar úr 15 lond um, um framt fram halds samrøður við út vald-ar til flytarar. Samrøðurnar fóru bæði fram á arbeiðs pláss inum og heima hjá lut tak ar un um eftir arbeiðstíð. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðnum 2016 - 2019. Serlig-ur dentur varð lagdur á royndirnar hjá teimum tilflytarum (22 av 29), ið vóru kom in til Føroya í tíðarskeiðnum eftir aldar skiftið. Tey vóru í aldrinum 30 til 55 ára gomul og høvdu arbeitt á fiskavirki ella í reingerð frá fýra árum til næstan tvey áratíggju. Hesar dátur vóru greinaðar við støði í nýggj ari gransking um ný- og fleirmæli, gransk ing innan fólkaflyting, flytføra arb-eiðs megi, málsligan ójavnað og annað máls máltøkuástøði um “íløgu” (en. invest ment) í at læra seg mál. Kann ingin vísir serliga á av-bjóðingarnar, tað hev ur við sær at læra eitt lítið mál sum før oyskt í ein um tvímæltum samteksti, á for treyt ir nar fyri at læra føroyskt, á av mark aðu møguleikarnar at læra mál í ó fak lærd um starvs økj um, á tær forðingar, sum tilflytarar møta í roynd ini at finna arbeiði, ið sam svarar við teirra førleikar, og á leik lut in, ið málsideologi spælir í hes um sambandi. Hóast tey, sum luttóku í kann-ingini, vóru sera ymisk viðvíkjandi bakgrund, Máltøka, migratión og inklusjón:Royndir hjá tilflytarum at læra føroyskt og fáa atgongd til føroyska arbeiðs-marknaðinElisabeth HolmPh.d. í samfelagsmálfrøðiSamskipari á GóðskueindiniFróðskaparsetur FøroyaTað inni bar m.a. at arbeiða á einum av virkj un um í eitt styttri tíðarskeið, at gera eyg-leið ingar, at brúka tíð saman við lut tak arum á og uttanfyri arbeiðsplássið, at skriva dagbók, og at hava samrøður við lut tak ar ar og onnur, sum eg arbeiddi sam an við á virkinum.30 31
útbúgving, tungu-máli, mentan og før-leika í føroyskum, vóru upplivingar teirra sera líkar.T.d. greiddu fleiri frá, at tey fegin vildu skilja og læra føroyskt, men tað var lætt ari sagt enn gjørt. Fleiri høvdu verið á mál skeiði á kvøldskúla eftir arbeiðstíð, men høvdu í áravís bert havt atgongd til heilt grundleggjandi byrjanarskeið í før oysk um. Hetta var ikki nøktandi fyri tørv og motivatión. Onnur høvdu ikki at-gongd til nakað málskeið í økinum, tey búðu í, meðan onnur aftur hvørki høvdu møgu leika ella orku at fara á skúlabonk um kvøld ið eftir arbeiðstíð. Dømi vóru eisini um nakrar vælútbúnar kvinnur, ið høvdu lagt nógv fyri at læra seg føroyskt og sum høvdu tikið frí frá arbeiði í eitt tíðarskeið fyri at fara til Havnar á intensivt dagsskeið. Hjá hesum kvinnum hevði íløgan í at læra seg føroyskt kortini ikki givið nakað avkast, tá talan var um møgleikan fyri flytførið á arbeiðsmarknaðinum. Stórt fjølbroytni var millum tey, ið eg hevði samrøður við og arbeiddi saman við. Sum omanfyri lýst vóru nøkur, ið høvdu lagt nógv fyri at læra seg føroyskt, hóast nógvar forðingar á leiðini, ímeðan onnur als ikki vóru før fyri at samskifta á før oy skum, hóast tey høvdu búð og arbeitt í Føroyum í nógv ár. Orsøkirnar eru fleiri og samansettar, men ein høvuðsorsøk er vantandi at gongd til før oyskt í ger-and is deg num á arbeiðs-pláss inum. Bæði arb-eiðið á flaka virki og í reingerð kunnu lýs ast sum málsliga avbyrgd størv, har lítið og einki samskifti fer fram. Kann-ingin vísti, at hetta hevði stórar av-leiðingar fyri tey, ið luttóku í kanningini, bæði viðvíkjandi máltøku, trivnað, inklusjón og flytførið á arbeiðsmarknaðinum. Væl-út bún ir til flytarar kendu seg fastlæstir í ófak lærd um størvum og vóru ávirkaðir og merktir av málsligum avbjóðingum og forðingum, mistum yrkissamleika og vantandi møgu leika at gagnnýta førleikar sínar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.Granskingin vísti harafturat, at hóast før-leiki í føroyskum hevur høgt virði á føroyska arbeiðs markn að inum, er tað í nógv um før-um ikki nóg mik ið, tí krøv verða eisini sett at duga danskt. Hetta ger máltøkustøðuna serliga av bjóð andi hjá tilflytarum, ið royna at læra seg før oyskt, men sjáldan hava umstøður til at læra seg málið - umstøður sum stuðla læring. Tí verður spurnartekin sett við eintýdda diskursin um, at málið er lykilin til føroyska arbeiðsmarknaðin og virkna luttøku í samfelagnum. Spurningur verður ikki settur við, hvønn týdning tað at læra føroyskt hevur í samband við inklu sjón og virkna samfelagsluttøku, men við ójavnað í samband við atgongd til mál ið, við umstøður og fortreytir fyri at læra føroyskt og við vantandi atlit til tær av bjóð ing ar, tað hevur við sær at læra eitt fáment mál í einum tví mælt-um sam teksti. Onnur viðurskifti – so sum strukt ur ell ar forðingar – gera seg eisini gald andi og ávirka máltøku hjá vaksnum til flyt ar um, tá ræður um at gera íløgu í at læra seg føroyskt. Forðingarnar, ið til-flyt ar ar uppliva í sambandi við flytførið á før oyska arbeiðsmarknaðinum, eru sostatt nógv ar, og stuðulin til at vinna á hesum forð ing um er lítil og eingin. Vantandi før-leiki í føroyskum (og í donskum) og vant-andi møguleiki at ogna sær hollan máls-ligan førleika, gerst tí størsta forðingin fyri flytførið og inklusjón á føroyska arbeiðs-markn að inum.Samanumtikið vísa úrslitini, at stórar avbjóðingar eru á máltøku- og inklusjóns-økinum. Tí er neyðugt at raðfesta gransking á hesum økjum. Eisini er alneyðugt at út-búgva lærarar, ið undirvísa í føroyskum sum annaðmál, at geva tilflytarum at-gongd til føroyska málið á fleiri pallum og á arbeiðsmarknaðinum og at skapa karmar, umstøður og møguleikar hjá nýggjum borgarum, ið hava valt at seta búgv í Før oyum, at læra føroyska málið sum annað mál. Hetta er neyðugt fyri at stuðla inklu sjón í samfelagnum og at tryggja øllum borgarum javnbjóðis møguleikar í samband við útbúgving, arbeiði og at gerast partur av føroyska samfelagnum.Samanumtikið vísa úrslitini, at stórar avbjóðingar eru á máltøku- og inklusjóns økinum. Tí er neyðugt at raðfesta gransking á hesum økjum. Alt tilskúlabyrjan í Rit & RákVITJA OKKUM Á RITOGRAK.FO ELLA Í SMSPRÍSTRYGDScanna meg32 33
Hví valdi tú at lesa á einum liberal arts college/í USA?Eg gekk á einum altjóða miðnámsskúla í Noregi og fekk í tí sambandi møguleikan at fáa eitt scholarship til at lesa í USA. Eftir at hava lisið í einum altjóða umhvørvi dámdi mær væl tankan um at lesa víðari á einum universiteti, sum leggur seg eftir at hava altjóða umboðan. Eg valdi eitt liberal arts college, tí stórur dentur verður lagdur á at menna førleikar innan fleiri fakøki samstundis sum ein fer í djúpdina við sínum høvuðsfaki. Av tí, at dentur eisini verður lagdur á tað tvørfakliga, havi eg tískil møguleikan at taka heilt onnur fak eisini, eitt nú týskt og tónleik. Ein bachelor her tekur fýra ár, sum gevur stundir til at taka onnur fak eisini, sum eru uttanfyri høvuðsfakið. Universitetið er lítið eftir amerikonskum mátistokki. Tey leggja seg eftir at forholdini í undirvísingini eisini eru smá, tað vil til dømis siga, at tað ongantíð eru fleiri enn 40 næmingar til ein fyrilestur og ongan tíð fleiri enn 14 næmingar til ein tíma á laboratorium. Av tí sama er lætt at fáa eitt persónligt for hold til mín ar floks felagar og professarar, sum eg virðismeti sera høgt. Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá tær (bæði í mun til lesnað og í mun til frítíð)?Undirvísingin er fyri tað mesta um morgunin og tíðliga seinnapart. Síðani fer størsti parturin av tíðini til lesnað, okkurt ítriv og ymiskt sosialt. Universitetið hevur egið campus í einum lítlum býi, langt frá øðrum stórbýum. Eg búgvi á campus og havi alt beint við, sum mær tørvar. Nógv ymisk frítíðarítriv og tiltøk eru á campus, sum bæði næmingar og starvsfólk skipa fyri. Hetta merkir, at eg eri saman við øðrum ein stóran part av degnum, sum mær dámar ordiliga væl. Eg spæli í einum symfoniorkestri, eri limur í Amnesty International og Mountain Club, og gangi til Spin og Yoga. Hvat dámar tær best, við at lesa í (lestrarland/býur)? Hevði tú viðmælt øðrum at lesa í (lestrarlandi/býi)?USA er eitt sera spennandi lestrarland. Her er ótrúliga stórt fjølbroytni, og ein kemur at kenna fólk frá sera ymiskum bakgrundum og lívskorum, mentanum og áskoðanum. Universitetini eru tó øðiliga ymisk, og tí vænti eg, at øll hava sína serligu uppliving. Lesandi, sum ganga her, hava verið ígjøgnum eina longri umsóknartilgongd fyri at sleppa inn. Tað merkir, at lestrarmentanin er merkt av, at næmingarnir hava gjørt sær tilvitaðar tankar um, hví tey vilja nema sær hægri útbúgving. Tað haldi eg sjálv hevur stóra positiva ávirkan á lesnaðin, lestrarlívið og felagsskapin á staðnum. Universitetið veitir góða vegleiðing og nógv tilboð at hjálpa einum at finna røttu lestrar- og arbeiðsleið. Stórur dentur verður lagdur á at gera sær arbeiðsroyndir uttan fyri skúlatíð, serliga í longru feriunum. Hvat fyri studning fært tú (livikostnað, skúlagjald o.s.fr.), hvussu nógv er hetta per mánað, og hvørjum stovni fært tú studningin frá (SU, Studni)?Eg fái eitt scholarship frá einum amerikonskum grunni, sum geldur næstan alt skúlagjaldið og livikostnað. Av tí sama er ikki neyðugt við SU ella Studni. Hevur tú nøkur ráð til tey, ið umhugsa antin at lesa Liberal Arts and Sciences ella at taka sína útbúgving í (land/býur)?Míni fyrstu ráð eru at kanna møguleikan fyri at fáa financial aid úr onkrum viðkomandi grunni. Av tí, at útbúgving er so dýr í USA, finnast fleiri grunnar, sum vilja stuðla ymiskum endamálum. Síðani hevði eg sett meg væl inn í, hvørji universitet hava áhuga, tí tey eru sum heild sera ymisk og leggja dent á, at hava sín egna serstaka profil. Var tað nakað serligt, sum tú stúrdi fyri, áðrenn tú flutti til (útbúgvingarland)? Hvussu samsvaraði veruleikin við væntanirnar?Av tí, at eg havi verið á eftirskúla og seinni flutti av landinum í sambandi við miðnám, var eg ikki stúrin um at flyta til USA at lesa. Eg hugsaði meira um universitetið hevði tað at bjóða, sum eg ímyndaði mær. Tað vísti seg skjótt, at eg hevði tikið røttu avgerð fyri meg. Kendi tú nakran í (býur) áðrenn tú flutti til (útbúgvingarland)? Hvussu var at læra fólk at kenna?Her eru nøkur vinfólk, sum eg kendi framman-undan úr Noregi. Tað var rættiliga lætt at koma at kenna fólk, av tí at øll vóru í somu støðu. Eg læri javnan nýggj fólk at kenna, serliga ígjøgnum undirvísingina og ymisk frítíðarítriv. Eg havi nógv vinfólk her og trívist avbera væl. RØSKVA TÓRHALSDÓTTIR | Aldur: 22 ár | Lestrarland & býur: USA, Middlebury, Vermont | Útbúgvingarheiti & árgangur: Bachelor of Liberal Arts and Sciences, Major in Molecular Biology and Biochemistry, árgangur 2025 (2021-2025) | Útbúgvingarstovnur: Middlebury CollegeUSA er eitt sera spennandi lestrarland. Her er ótrúliga stórt fjølbroytni, og ein kemur at kenna fólk frá sera ymiskum bakgrundum og lívskorum, mentanum og áskoðanum.Eg læri javnan nýggj fólk at kenna, serliga ígjøgnum undirvísingina og ymisk frítíðarítriv. Eg havi nógv vinfólk her og trívist avbera væl. 34 35SPURNABLAÐTIL LESANDI
Hví valdi tú at lesa almenn málvísindi?Eg havi leingi verið áhugað í málum og málfrøði. Beint eftir studentaskúla tók eg eitt semestur í enskum, men varnaðist, at eg ikki var áhugað í enskum bókmentum. Málfrøðina helt eg tó vera ótrúliga spennandi. Tað var tá, tað kom mær til hugs, at málfrøði var nakað fyri meg. Eg elski at læra um vísindina aftanfyri mál.Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá tær (bæði í mun til lesnað og í mun til frítíð)?Eg royni at vakna tíðliga, óansað um eg havi tímar um morgunin ella ikki. So lesi eg og geri uppgávur fyri skúlan. Annaðhvørt vikuskifti arbeiði eg í eini svimjihøll. Tá eg havi frítíð royni eg at hitta vinir, vera saman við familjuni hjá mær og slappa av.Hví valdi tú at taka tína útbúgving í Íslandi?Eg eri fødd og uppvaksin her, so tað var ikki ein ring avgerð.Hvat dámar tær best við at lesa í Íslandi? Hevði tú viðmælt øðrum at lisið í Íslandi?Mær dámar væl, hvussu lítil málfrøðideildin á Háskóla Íslands er. Tað merkir, at man lærir øll ordiliga væl at kenna, eisini lærarar. Á háskúlanum er eisini nógv felagslív, sum eg haldi vera ordiliga gott. Eg kenni Reykjavík væl, og mær dámar ordiliga væl at búgva her. Tað einasta er, at veðrið kann vera ræðuliga keðiligt um veturin. Men annars hevði eg avgjørt viðmælt øðrum at lisið í Íslandi. Her er nógv spennandi at gera og síggja!Hvat fyri studning fært tú (livikostnað, skúlagjald o.s.fr.), hvussu nógv er hetta per mánað, og hvørjum stovni fært tú studningin frá (SU, Studni)?Eg fái ongan studning uttan hjálp frá mínum foreldrum. Annars arbeiði eg tvey vikuskifti um mánaðin. Hetta gongur upp, tí tað kostar ikki nógv at ganga á Háskóla Íslands; 75.000 ISK um árið.Metir tú, at hesin studningurin er nøktandi?Fyri meg hevur hetta gingið væl higartil, men og eg veit, at tað eru stór forrættindi. Um eg ikki hevði fingið hjálp frá mínum foreldrum, hevði eg sikkurt verði noydd at tikið lestrarlán, tí tað er dýrt at búgva í Íslandi.EVA RAGNARSDÓTTIR KAMBAN | Aldur: 26 ár | Lestrarland & býur: Ísland, Reykjavík | Útbúgvingarheiti & árgangur: Almenn málvísindi, 1. ár MA | Útbúgvingarstovnur: Háskóli ÍslandsMær dámar væl, hvussu lítil málfrøðideildin á Háskóla Íslands er. Tað merkir, at man lærir øll ordiliga væl at kenna, eisini lærarar. Á háskúlanum er eisini nógv felagslív, sum eg haldi vera ordiliga gott.Hví valdi tú at lesa til tannlækna?Handaligt arbeiði hevur altíð verið áhugavert fyri meg, og mær dámar væl eina avbjóðing. Tí valdi eg at lesa til tannlækna. Eg helt, at tað var ein góð samanseting av báðum. Hvussu sær ein vanligur dagur út hjá tær (bæði í mun til lesnað og í mun til frítíð)?Í Póllandi hava vit møtiskyldu til hvønn tíma, so eg eri í skúla hvønn dag. Vit hava bæði kliniskar og ástøðiligar tímar. Í klinisku tímunum hava vit patientar inni, har vit kanna og viðgera tennirnar og munnholuna. Eftir skúla brúki eg tíðina uppá at fyrireika til skúla, lesa, venja og hugna við vinum. Hvønn sunnudag spæli eg flogbólt við nøkrum næm-ingum á ensku breyt. Hvat dámar tær best við at lesa í Póllandi? Hevði tú viðmælt øðrum at lisið í Póllandi? Mær dámar væl felagsskapin í flokkinum. Øll eru fremmand og koma ymsa staðni frá í verðini. Man møtir ymiskum mentanum, hugburðum, og vit læra nógv av hvørjum øðrum. Hvat fyri studning fært tú (livikostnað, skúlagjald o.s.fr.), hvussu nógv er hetta per mánað, og hvørjum stovni fært tú studningin frá (SU, Studni)?Tannlækni er ein 5 ára samanhangandi útbúgv ing, og av tí sama veitir SU livikostnað í 4 ár. Fyrsta árið fekk eg studning frá ÚSUN skipanini, og nú fái eg SU.SU er sirka 5442 kr. eftir skatt, og ÚSUN er sirka 4471 kr. eftir skatt. Metir tú, at hesin studningurin er nøktandi?Ja, livikostnaðurin í Póllandi er bíligari enn aðra staðni. SU er nokk at gjalda mína íbúð, og eg havi eitt sindur PAULA LEIVSGARÐ JOENSEN | Aldur: 25 ár | Lestrarland & býur: Pólland, Stettin | Útbúgvingarheiti & árgangur: DMD dentistry, 2025 | Útbúgvingarstovnur: Pomorski Uniwersytet Medyczny, PUMav peningi eftir aftaná leigan er goldin. Eg havi eisini eina uppsparing, ið verður brúkt, tá endarnir ikki røkka saman. Hevur tú nøkur ráð til tey, ið umhugsa antin at lesa til tannlækna ella at taka sína útbúgving í Póllandi?Tað er stuttligt at royna okkurt nýtt, men tað krevur eisini nógv av einum. Í Stettin tosa øll ikki enskt, so tað merkist, at man er fremmandur. Google Translate er nokk mín mest brúkta app.Man er langt vekk heimanífrá, og til tíðir kann tað verða eitt sindur einsligt. Tá haldi eg tað er umráðandi at leita sær ráð hjá hinum føroy ing-unum fyri at fáa eina heimliga kenslu. Lesnaðurin er sera harður, so viljin má eisini verða har, og tað er nokk tað, man serliga má halda fast í. Kendi tú nakran í Stettin áðrenn tú flutti til Póllands? Hvussu var at læra fólk at kenna?Føroyingarnir her hava eitt felag, Føroysk Lesandi í Stettin (FLÍS). Tey skipaðu fyri ymiskum tiltøkum og samansjóðing fyri at læra hvønn annan at kenna. Vit møtast regluliga til størri tiltøk 6-8 ferð um árið. Tað var nemt at læra flokkin at kenna. Nýggjur býur, nýggj fólk, og øll vóru fremmand í landinum, so tað var skjótt, at vit øll kendu hvønn annan.Tað er stuttligt at royna okkurt nýtt, men tað krevur eisini nógv av einum.36 37SPURNABLAÐTIL LESANDI
Svøvnur og góð sálarlig heilsa hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið) hevur í 2019 gjørt eina stóra fólkaheilsukanning um heilsu og trivnað hjá føroyingum. Kanningin fevnir um 3000 luttakarar kring alt landið, ið eru 18 ár og eldri. Í kanningini verður millum annað hugt eftir, hvussu lesandi meta sína sálarligu heilsustøðu at vera, og um tey meta seg sova nóg mikið. Lesandi kenna seg ikki úthvíldÚrslitini um svøvn vísa, at tað eru fleiri enn triði hvør av teimum lesandi, sum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið, soleiðis, at tey kenna seg úthvíld. Tað eru einans 22% av teimum lesandi, sum siga seg sum oftast sova nóg mikið. Tað sæst eisini eitt samband millum útbúgvingarstig og svøvn. Fólk við høgari útbúgving siga seg í størstan mun sova nóg mikið.Orsøkir til vantandi svøvnTað eru serliga tvær orsøkir til, at lesandi siga seg ikki sova nóg mikið, so tey kenna seg úthvíld. Høvuðsorsøkin er, at tey fara ov seint í song vegna uppgávur í sam-band við arbeiði ella skúla. Her eru tað heili 70%, sum siga, at hetta er ein av or søkunum til vantandi svøvn. Ein onn-ur orsøk til vantandi svøvn er nýtsla av skíggja. Millum tey lesandi, ið ikki kenna seg úthvíld, eru tað 64%, ið siga, at tey ikki sova nóg mikið, tí tey fara ov seint í song vegna nýtslu av fartelefon, teldu, teldli, sjónvarpi ella líknandi.Svøvnur ávirkar heilsunaSvøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, gera tað trupult at hugsavna seg og somuleiðis ávirka okkara heilsuatferð neiliga. Ov lítið av svøvni í eitt longri tíðarskeið kann hava neiligar fylgjur fyri immunverjuna og kann økja um vandan fyri fleiri ymiskum sjúkum. Svøvnur, sálarlig heilsustøða, kostvanar og rørsla hanga saman, soleiðis, at sálarlig javnvág, ein kropsliga virkin gerandisdagur og skilagóðir kostvanar fremja góðan svøvn. Hinvegin ger vánaligur svøvnur, at sálarliga heilsustøðan versnar, yvirskotið til at vera virkin og hava góðar kostvanar minkar, so talan er um eina ónda ringrás, um vit ikki sova nóg mikið og nóg væl.Lesandi kenna seg strongdVerður hugt eftir einum máti fyri sálar liga heilsustøðu, vísa úrslitini frá fólka heilsu-kanningini, at tað serliga eru tey ungu mill um 18-34 ár, ið meta seg vera ringast fyri sálar liga. Fólkaheilsukanningin hevur brúkt Perceived Stress Scale (PSS)1 sum eitt mát fyri strongd, og her vísa úrslitini, at nær um annar hvør lesandi metir seg vera strongd an. Til samanbering eru tað einans 15% av teimum, ið hava høga útbúgving, ið kenna seg strongd.Úrslitini frá fólkaheilsukanningini vísa, at tað serliga eru lesandi, ið kenna seg strongd og ikki sova nóg mikið. Úrslitini tala sostatt fyri, at tað er tørvur á at betra um trivnaðin millum lesandi í Føroyum. Góð ráð til betri svøvn og trivnaðFólkaheilsustýrið arbeiðir við ABC fyri sálarliga heilsu, ið er eitt átak, hvørs endamál er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum allar íbúgvar í Føroyum. ABC fyri sálarliga heilsu roynir at fáa tann einstaka at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Eins og tað hevur týdning at ansa eftir 1 Cohens Perceived Stress Scale (PSS), er ein valideraður strongdar stigi. PSS byggir á 10 spurningar, sum snúgva seg um, hvussu fólk tær seinastu 4 vikurnar hava kent lívið tungt, trupult at megna gerandisdagin og um tey hava kent seg nervøs ella strongd. Stigin eru frá 0-40, og tess hægri stig mann fær, í størri mun kennir mann seg strongdan. Í hesi kanning eru tað 20% av teimum, sum hava skorað hægst, sum vera mett at vera strongd.síni kropsligu heilsu, hevur tað eisini stóran týdning at styrkja og varðveita góða sálarliga heilsu – eisini tá tú ert lesandi. ABC fyri sálarliga heilsu hevur tríggjar boðskapir, ið eru grundaðir á gransking, sum ein kann fylgja fyri at styrkja kropsligu og sálarligu heilsuna. Við at vera virkin á ymiskan hátt (ver virkin), partur av einum felagsskapi (ver saman) og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri tann einstaka (ver hugbundin), ber til at styrkja og varðveita góða sálarliga heilsu.Lestrarumhvørvið hevur týdning fyri trivnaðEin týðandi partur í ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um at skapa karmar, ið fremja trivnað. Fólkaheilsustýrið hevur gjørt eina kvalitativa kanning (sum ikki er útgivin enn) um ung og sálarliga heilsu í Føroyum. Kanningin vísir m.a., at tað er tørvur á at skapa betri karmar millum lesandi í Føroyum. Lesandi vísa á, at tey sakna eitt betri lestrarumhvørvi. Tey halda millum annað, at tað er ein vansi, at staðsetingin hjá teimum er sera spjødd. Lesandi siga seg sakna eina lestrarkafe og at skipað verður fyri fleiri sosialum tiltøkum – eisini tvørtur um útbúgvingar. Hetta eru uppskot, sum kunnu vera dømi um, hvussu tað ber til at skapa øðrvísi karmar fyri at betra um lestrarumhvørvið. Svøvnur og trivnaður hava stóran týdning fyri góða sálarliga heilsu. Sálarlig heilsa ávirkar nógv viðurskifti í lívinum, bæði um hugt verður stutt ella langt fram í tíðina. Sálarliga heilsa hevur týdning fyri okkara evnir at klára okkum væl sosialt og í samband við útbúgving, arbeiði og fíggjarviðurskifti. Samanumtikið vísa úrslitini úr kanningunum hjá Fólkaheilsustýrinum, at tað er neyðugt at raðfesta trivnaðin hjá lesandi í Føroyum í størri mun, tá talan er um svøvn, strongd og lestrarumhvørvið hjá lesandi. Svøvnur og trivnaður hjá lesandi í FøroyumFigur 1: vísir prosentpartin av teimum, sum ikki meta seg sova nóg mikið, soleiðis, at tey kenna seg úthvílda/n deilt í útbúgvingarbólkar.Figur 2: vísir prosentpartin av teimum, ið kenna seg strongd deilt í útbúgvingarbólkar.Figur 3: vísir høvuðsorsøkirnar til vantandi svøvn hjá lesandi, ið ikki kenna seg úthvíld.38 39Fólkaheilsuráðið
GRANSKINGreiningannsóknllýsingýfiknikrivinganningnnliteyvleikiagnGRANSKING.FOMFS